? Fólk Islams! Tit skulu biðja fyri heilaga stríðsmanninum Abu Musab al-Zarqawi, so hann verður lektur fyri skaðan, sum hann fekk í stríði Guðs. Tí hann er okkara fremsti stríðsmaður, og vit biðja Guð lekja hann, so hann kann halda fram við bardaganum.
Boðini stóðu á heimasíðuni hjá felagsskapinum hjá Abu Musab al-Zarqawi í gjár, men ongar aðrar keldur kundu vátta tíðindini um, at hann er særdur. Men summar keldur halda, at tíðindini eru bein.
? Ja, tað haldi eg, og eg verði ikki kløkkur, um vit um nakrar fáar dagar fáa at vita, at hann hevur liðið pínslaváttardeyðan, sigur David Claridge, Miðeystur-serfrøðingur á einum granskingarstovni í London, við Reuters.
Ávaring um stórálop
Amerikanskir talsmenn søgdu í gjár, at teir hava ongar upplýsingar um al-Zarqawi. Steve Boylan, sum er talsmaður hjá herleiðsuni í Washington, segði, at eingin kann siga við vissu, um tíðindini eru bein, tí tað er vónleyst at fáa prógv fyri tí. USA hevur leingið lagt hann undir at vera høvuðsmannin aftan fyri ófriðin í Irak, og amerikanska stjórnin hevur lovað næstan 150 milliónir krónur í finningarløn, verður hann avdúkaður og tikin.
Kendi yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp, ið arbeiðir á lærda St. Andrews háskúlanum í Skotlandi, setir spurnartekin við, hví felagsskapurin hjá al-Zarqawi boðar frá, at hann er særdur.
? Hetta var vera ein roynd at sissa amerikonsku og iraksku myndugleikarnar, so felagsskapurin fær stundir til at fyrireika eitt ella annað stórálop, sigur Magnus Ranstorp við Reuters.
Onkur tekur við
Abu Musab al-Zarqawi, sum er ættaður úr Jordan, hevur tætt tilknýti til felagsskapin al-Qaeda hjá Osama bin Laden, og ser-frøðingar halda, at tað fer ikki at standa á at finna ein, sum kann taka við eftir al-Zarqawi, skuldi hann doyð.
Faris bin Houzam, sum hevur kannað al-Qaeda í fleiri ár, sigur við Reuters, at al-Qaeda hevur fleiri limir í Saudiarabia, sum eru til reiðar at taka við. Teir hava kanska ikki somu royndir sum hann, men tað er einki at ivast í, at teir eru til reiðar at halda fram við virksemi hansara, sigur hann.










