Tey vóru ógvuliga spent, tey flestu, nú tað fyri fyrstu ferð verður skipað fyri ítróttadegi fyri sinnisveik.
- Onkur møtti longu klokkan seks í morgun fyri at rigga til til dagin. So vit kunnu ikki siga annað, enn at tey eru spent til hetta tiltakið, segði Mary í Garði, stjóri fyri Nærverkinum, sum stendur fyri degnum.
Hugskotið kom annars frá Stuðulstænastuni, sum hevur økið sinnisveik undir sær, og hetta mentist í samráð við brúkararnar sjálvar. Dagurin er skipaður sum ein felags dagur fyri alt landið, og fólk eru eisini komin úr øllum heraðshornum út á Argir, har graslíkisvøllurin hjá AB er karmur um tiltakið.
Dagurin byrjaði við morgunmati til allar luttakararnar og starvsfólk klokkan níggju, og tá so øll vóru mett og væl sett, setti landsstýrismaðurin fyri heilsumál, Hans Pauli Strøm, stevnuna.
Hans Pauli gongur sum kunnugt ógvuliga høgt upp í heilsuna hjá fólki, og letur ongan møguleika fara aftur við borðinum, har hann kann seta fokus á júst hetta. Hann nevndi eisini Fólkaheilsuætlanina og tey fýra átøkini í hesum sambandi, tað er rættur kostur, tað er ávaring móti tubbakki, ávaring móti rúsevnismisnýtslu og so síðst, men ikki minst, likamsvirkni.
- Vit kunnu róliga siga, at tað, at verða virkin, at svimja, at spæla bólt, at ganga nógv ella renna – tað er bæði heilsubót og sálarbót fram um alt annað, segði Hans Pauli Strøm.
Hann fegnaðist um tiltakið og nevndi, hvussu nógv hugaligari alt er, tá tað eru fleiri saman um tað, tey gera.
- Kroppurin er jú skaptur til aktivitet. Hvat eru beinini til? At koyra bil við? At liggja á sofuni við? Nei, tey eru skapt til at ganga við, segði landsstýrismaðurin
Eisini Mary í Garði fegnaðist um hetta tiltakið, sum hon vónar og roknar við verður eitt afturvendandi tiltak.
- Vit hava Løkjakaféina her úti á Argjum, sum er fyri tey sinnisveiku. Tey skipa regluliga fyri ítróttarligum aktiviteti, sum til dømis at bowla ella ganga túrar. Og eg haldi eisini, at Fólkaheilsurenningin hevur verið við til at inspirera til hendan ítróttadagin, segði Mary í Garði.
Sjálvar kappingarnar byrjaðu um hálvgum tíggjutíðina og halda fram til áleið klokkan sekstan í dag. Greinirnar, ið kappast verður í, eru fótbóltur, boccia, rundbóltur og kúluvarp.