tú tá torir og vil í ítróttinum er proportionalt vaksandi. Við øðrum orðum: Torir tú als ikki at gera mistøk, torir tú heldur ikki at spæla. Og fyrst og fremst var tað hetta, sum rakti EB/Streym frá byrjan [...] Nevnliga brotsspark og reytt kort. Brotssparkið sendi Bárður Olsen í netið, og áðrenn B36 hevði umskipað seg, var EB/Streymur aftur á gullkósini. Høgni Zachariassen kanónstútaði til 2-2, og Hans Pauli Samuelsen [...] vøllinum. Igni Højsted og Jákup á Borg arbeiddu ein ávísan likamspart úr buksunum, og Dmitrij Jankovic, sum annars hevði vanliga útgangsstøðið sum verjuskipari, var her, har og allastaðni. Hægstur við
fekk Grønland eisini egið flagg, og í dag verður dagurin brúktur til at fagna grønlendsku mentanini og siðvenjunum. Dagurin verður ikki bara hildin í einum býi, eins og ólavsøkan verður hildin í Havn, men [...] upp at fáa sær kaffi, te og ein breyðbita inni í sjálva býráðssalinum. Morgunmaturin er farin niður um, og her gera tveir av føroyingunum fløggini klár - bæði tað føroyska og tað grønlendska. Vestmenningurin [...] vinna. Luttakararnir møtast í sínum bátum og jollum út fyri Nuup Saava. Naalakkersuisut (Landsstýrið) og Arktisk Kommando skjóta kappingina í gongd við kanónskotum, og kappingin byrjar so eftir triðja kanónskot
Bretlands at lesa fyri at »royna nakað nýtt« og eisini sæst, at føroyingar klára seg væl, bæði í arbeiði og undir lesnað, og hava lætt við at finna seg til sættis og trívast í nýggjum sosialum umhvørvi. No [...] Absalonsen. Vakt ans Rákið er so, at alt fleiri føroyingar velja víðari lestur í Bretlandi, fyrst og fremst Aberdeen og London. Hetta hongur ikki bert saman við betraðum stuðulsmøguleikum, tí tað vísir seg, [...] uttanlands í lestrarørindum, og tí var tað upplagt at mín uppgáva skuldi snúgva seg um tað. Eg havi sjálvur verið útiseti, og helt at tað kundi verið áhugavert at gjørt hesa kanningina, og eg havi rynt at gjørt
at plasera seg í aðrari leguni og taka støðu so ella so. Tað hava vit heilt tilvitað sloppið okkum undan, tí Vencil skal fyrst og fremst endurspegla tað, sum fólk skriva, og ikki tað, sum onkur meinar, at [...] sigast uppá nakran annan máta, og sum tískil annars ikki verður sagt. Hvat høvundurin velur at siga, má vera upp til hann sjálvan - eftir mínum tykki hevur hann fyrst og fremst eina skyldu mótvegis málinum [...] brúka sum ritstjóri, og sum eg als ikki havi. Frá skúlanum er hann eisini vanur við bæði at geva og at taka móti kritikki, so hann veit, hvat tað snýr seg um, leggur Arnbjørn afturat. Og júst hetta, at læra
fólkapensjónini og samhaldsfasti, sum eru verandi skipanir. Samstundis skulu arbeiðsgevaragjald og arbeiðstakaragjald latast inn í grunnin. Ætlanin er at hækka pensjónina til tann einstaka, og hann byggir [...] Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin kann fara báðar vegir: bæði til Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin og til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Hann vil ikki velja nakra síðu av hesum. Sámal Petur í Grund [...] gjalda meira rættvísan skatt og MVG-skipanin skal endurskoðast. Mentan og umhvørvi verða eisini umrødd í stevnuskránni. Sum heild bera orðingarnar brá av at vera úr stevnuskráum og eru lítið ítøkiligar. Einki
afturat. Hugsa fyrst um seg sjálvar Ingeborg Vinther sigur, at hetta er ikki annað enn eitt dømi um, at politikarar fyrst og fremst hugsa um seg sjálvar. Undanfarna samgonga hækkaði lønina og eftirlønina [...] Samhaldsfasti skuldi ikki rørast og vit fara heldur ikki at góðtaka, at hann verður tikin nú og tengdur uppí vanligu eftirlønina. Hon vísir á, at øll betala í Samhaldsfasta og tí kann tað ikki koma upp á tal [...] uppskotinum. Og hon væntar eisini, at onnur fakfeløg fara at krevja umfatandi broytingar, áðrenn tey kunnu góðtaka tað. Sostatt er nakað tíðliga hjá Bárði Nielsen at seta seg upp afturá og vænta at alt
sekundum, og hesa ferð vann Gongurólvur við einum sekundi. Eftir startspurtin var Gongurólvur fremstur, onkra løtu var munurin meiri enn ein bátslongd, og hóast Hvessingur royndi og royndi og í endaspurtinum [...] í part í viðførinum norður aftur av Tvøroyri. Klaksvíkingar og miðvingar vunnu eina ferð í part í kappingum á 1500 metrum, og Tvøroyri og Sundalagið vunnu hvør sína kapping. Heilt øðrvísi kapping Tá ið [...] vóru í kappingunum barnaróður dreingir, barnaróður gentur og 5-mannafør dreingir. Í kappingunum millum 6-mannafør kvinnur, 5-mannafør kvinnur og 5-mannafør gentur vóru tað vinnararnir í norðoyastevnuróðrunum
bátslongd framum hinar bátarnar, og munurin øktist eina løtu at vera meiri enn eina bátslongd. Sílið, Blikur og Havfrúgvin vóru við í kappingini um næstfremsta plássið. Blikur og Havfrúgvin megnaðu at minka [...] Elin Sjúrðardóttir, Lisa H. Mikkelsen, Hildur Enni, Elvira Thomsen og Katrin Sørensen. Tær eru millum seytjan og tjúgu ára gamlar, og tað eru bara tvær teirra, sum undan hesum kappingarárinum hava roynt [...] hesa kappingina í ár. Áður hava genturnar umborð á Sílinum vunnið, og Sílið, sum hesa ferð endaði á fjórða plássinum, er framvegis fremst í FM kappingini. - Undan róðrarárinum fingu vit at vita, at vit skuldu
fólkið ynskir tað, og tá ið búskaparligar umstøður loyva tí. Javnaðarflokkurin ynskir búskaparligt frælsi fyrst og síðan politiskt frælsi. Samgongan gongur bara eftir tí politiska frælsinum, og hetta ger málið [...] verður. Aðalmunurin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin er tann, at meðan Tjóðveldisflokkurin setur tjóðskapin fremst, stríðist Javnaðarflokkurin fyri vælferð og trygd fyri allar borgarar. So tá ið [...] Eg eri ikki valdur at taka loysingina við tjóðveldinum, og út frá hesum má eg arbeiða. Politikkur er at virka fyri tí, man heldur vera rætt og kempa ímóti tí, man heldur vera til skaða fyri samfelagið
meinar at Atlantic Airways eigur fyrst og fremst at verða varðveitt á føroyskum hondum, helst sum eitt alment partafelag, av tí at okkara samfelag er so lítið sum tað er og einki vanligt kommercielt felag [...] tjena nakrar krónur her og nú, og skal sammetast við eina lívæðr í tí føroyska vegakervinum felagið er fólkaogn, hevur vaksið seg sterkt og er væl konsoliderað við kapitali og kunnskapi; tey virðir sum [...] fyri Føroyar: vit koma at síggja størri flogfør í Vágum og flogfeløg sum einans síggja lønsemi í at flúgva fullsett millum Vágar og Keypmannahavn, og sum ongan áhuga vilja hava í at stríðast við at menna