– Vit vistu, at Víkingur hugsaði fyrst og fremst um at verja. Tí flutti eg fleiri leikarar á teirra leikhálvu, og tað eydnaðist. Tað vil ikki siga, at vit spæla so framrættað hvørja ferð, men sum heild eru vit eitt lið, sum vil leypa á.
Hann tekur sjáldan munnin ov fullan. Og tað er hansara eyðkenni.
Navnið er Bernd Schuster. Sum leikari hevði hann stóra ávirkan á týskan landsliðsfótbólt. Hann var millum annað við til at vinna EM í 1980. Øll 1980-árini var hann millum undangongumenninar hjá Barcelona, áðrenn hann óvæntað skifti til fíggindarnar í Real Madrid í 1988.
Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri Getafe og Real Madrid.
Í morgin situr hann í venjaraskýlinum á Svangaskarði, tá Besiktas vitjar Víking.
Víðagitin
Bernd Schuster var eitt tað størsta navni í Týsklandi fyri 25 árum síðan. Hann var sera væl lýddur sum spælari. Hann tók ongantíð munnin ov fullan og rokaðist ikki ov nógv. Hann var altíð realistiskur. Og soleiðis er hann eisini sum venjari.
Eitt, sum Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, noyddist at sanna aftaná dystin móti Besiktas í farnu viku.
– Bernd Schuster segði eftir dystin, at hann var imponeraður av spælarunum hjá Víkingi, og hann hevði sjáldan sæð so góða disiplin, segði Jógvan Martin Olsen aftaná dystin við Sosialin.
Tað kom sera óvart á, at Schuster valdi at skifta úr Barcelona til Real Madrid. Hann staðfesti tá, at hann hevði tørv á nýggjum avbjóðingum. Men hóast hann elskar at vinna, so var tað ikki væntað av honum, at hann fór soleiðis at traðka fjeppararnar úr Katalonia á tærnar.
Venjari hjá Real Madrid
Bernd Schuster hevur eisini havt viðgongd sum fótbóltsvenjari. Hann hevur ferðast víða. Hann hevur verið venjari hjá liðum í Týskland, Spania, Ukreina og Turkalandi.
Hann setti seg í venjarasessin í Besiktas í summar. Undan tí stóð hann á odda fyri stórfelagnum Real Madrid, har hann hevði stóra viðgongd. Felagið vann meistaraheitið í 2008. Liðið spældi framrættaðan, flottan og skjótan fótbólt, og sum heild var hann væl dámdur sum venjari. Tað er hesin stílurin, sum hann er eyðkendur fyri sum venjari.
Hann takkaði fyri seg í Real Madrid í desember í 2008, tí felagið hevði mist fleiri stig í kappingini um meistaraheitið.
Í árunum frá 2005 til 2007 stóð hann á odda fyri Getafe, har hann festi grundvøllin, sum Michael Laudrup seinni arbeiddi víðari við.
Gavst tíðliga
Schuster gavst tíðliga sum spælari á týska landsliðnum. Hann er skrásettur fyri 21 altjóða dystir í alt í árunum frá 1980 til 1984. Sum 24 ára gamal varð hann ósamdur við týska fótbóltssambandið, sum hevði við sær, at hann takkaði fyri seg. Hann spældi ongantíð aftur á landsliðnum.
Stórar ætlarnir
Schuster hevur stórar ætlanir sum venjari hjá Besiktas. Hann hevur fyrr í summar gjørt greitt, at felagið skal vinna meistaraheitið, steypakappingina og Europe League. Og fyrsti knúturin, sum skal loysast á longu leiðini, eru dystirnir móti Víkingi.
Besiktas vann í farnu viku 3-0 móti Víkingi. Í morgin verður seinni dysturin millum liðini. Hann fer neyvan at siga ov nógv áðrenn og aftaná dystin, men hann ætlar sær heilt víst at vinna.
Navn: Bernhard Schuster
Føðingardagur: 22. desember, 1959
Tjóðskapur: Týskland
Felag: Besiktas
Hevur áður vant:
1997-1998: Fortuna Koln
1998-1999: 1. FC Koln
2001-2003: Xerez CD
2003-2004: Shakhtar Donetsk 2004-2005: Levante
2005-2007: Getafe
2007-2008: Real Madrid
2010- : Besiktas