Fleiri og fleiri fáa heilivág móti tunglyndi

Fólk tosa meira opið nú um tunglyndi, og læknarnir duga betur at síggja, at fólk líða av tunglyndi. Hetta eru orsøkir til, at sølan av heilivágnum antidepressiva er vaksin ovurhonds nógv, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum

Eins og í grannalondunum er sølan av heilivági móti tunglyndi vaksin nógv seinastu árini. Tað er heilivágurin, sum gongur undir misvísandi navninum eydnubollar. Faknavnið er antidepressiva.
Í 2005 seldu apotekini í Føroyum antidepressiva til 36,5 fyri hvørji 1000 fólk. Nýtslan var sostatt 17.500 tablettir um dagin.
Í 2011 var nýtslan komin upp á 58,7 fyri hvørji 1000 fólk. Yvir 28.000 tablettir vórðu sostatt brúktar um dagin.
Hagtølini siga, at nýtslan veksur við árunum, men nøkur børn undir 14 ár fáa eisini hendan heilivágin. Í 2006 var loyvi givið til, at børn niður í átta ára aldur kundu fáa heilivágin.
Í øllum aldursbólkum fáa væl fleiri kvinnur enn menn antidepressiva.
Summi taka bara heilivágin í eitt styttri tíðarskeið, onnur taka hann í áravís.

Opinleiki um tunglyndi
- Tað er ikki bara ein orsøk til øktu nýtsluna, sigur Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Fyrst og fremst vísir hann á, at fólk nú tora betur at siga, at tey líða av tunglyndi. Trupulleikin verður ikki so nógv krógvaður burtur sum áður.
Av tí sama leita fleiri fólk sær til lækna at biðja um hjálp fyri tunglyndi. Læknarnir duga eisini betur nú á síggja, at ein sjúklingur er tunglyntur, og haraftrat er vorðið lættari at seta fólk í viðgerð.
- Tað merkir, at fleiri fólk verða sett í viðgerð fyrr, sigur Tormóður Stórá.

Fáa frá kommunulækna
Tey allarflestu fáa reseptina til heilivágin frá kommunulækna sínum. Tað eru bara tey sjúkastu fólkini, sum koma á Psykiatriska depilin og fáa heilivágin har. Hesi fólk eru rættiliga illa fyri, vilja ikki eta, eru sjálvmorðshótt, skaða seg sjálvi og hava sum einasta ynski at slreppa burtur hiðani.
Fyri hesi fólkini hevur heilivágur gjørt sera væl, sigur Tormóður Stórá.
Heilivágurin hevur gjørt, at nógv færri elektrosjokk verða givin.
Summi fólk líða bæði av tunglyndi og ótta, eitt nú panikk-ótta, og áður fingu tey sum viðgerð stesolid ella annan vanaskapandi heilivág. Nú fáa hesi eisini viðgerð við antidepressiva.

Kvinnur fara fyrr til lækna
Hagtølini vísa, at næstan tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn brúka antidepressiva.
- Tað er ikki so løgið, tí kvinnur hava lættari við at fara til lækna enn menn, hvat enn bagir. Menninir hava eisini verri við at tora at viðganga, at teir líða av tunglyndi, sigur Tormóður Stórá.
Tað vísir seg eisini, at í mongum førum eru menn ov seinir við at fara til lækna, eitt nú tá ið teir hava fingið krabbamein.
Ein kanning í Gotlandi vísir, at nógvir miðaldrandi menn við tunglyndi heldur fara at drekka enn at leita sær læknahjálp.
Brúkið hjá teimum gomlu er størst, og tað kemur av, at tey, sum búgva í eldraheimi, eru tættari upp at lækna.
- Men tað kann vera trupult at skilja millum demens og tunglyndi, sigur Tormóður Stórá.

Nógv hjáárin
Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum eta hendan heilivágin, uppliva ymisk hjáárin. Mest vanliga hjáárinið er, at tey missa hugin til at hava nakað kynslív. Summi hava vaml, fáa leyst lív, hava ófrið á sær, sveitta illa, fitna ella missa svøvnin.
- Tá kann tað ofta hjálpa at leggja um til eitt annað merki av heilivágnum, sigur Tormoður Stórá.
Ikki er ókent, at avvarðandi gremja seg um, at persónurin, sum tekur antidepressiva, broytist. Eingin gleði og eingin sorg. Tey verða altíð líka.
- Endamálið er at fáa fólk við tunglyndi í betri javnvág, men sveiggið upp og niður er ymist frá fólki til fólk.

Heilivágurin einsamallur dugir ikki
Tey, sum seta spurnartekn við antidepressiva-heilivágin, halda tað ikki vera rætt, at fólk bara taka hendan heilivágin og ikki fáa samtaluterapi.
- Tað hevði verið betri, tí sjáldan hjálpir bara heilivágur. Eitt nú hjálpir motión væl, og ljós er gott móti vetrartunglyndi, sigur Tormóður Stórá.
Hann sigur, at tey hava roynt at gjørt bólkar fyri fólk við tunglyndi, men tað er ikki so lætt, tí nógv fólk hava ilt við at tosa um sítt tunglyndi. Men samtalur kunnu ofta hjálpa fólki so tey sleppa úr tunglyndinum fyri allar tíðir.