Tað vakti ans, tá ein støða tók seg upp í farnu viku í tunlunum Norður um fjall, ið aftur setti sjóneykuna á trygdina í tunlunum.
Á Facebook greiddi Irdi Jacobsen frá, at roykur kom úr skúlabussinum, meðan bussurin var í øðrum tunlinum, og at førarin varð tí noyddur at koyra bussin inn í eitt víkipláss, har hann kundi kanna trupulleikan og tryggja sær, at eldur ikki var í bussinum.
Bussførarin vildi ringja eftir hjálp, men samband fekst ikki í tunlinum, og tí mátti ein næmingur fara úr bussinum og ganga móti norðara endanum, har hann fekk sent boð eftir hjálp.
Sambært busseigaranum var ikki talan um stóran trupulleika við bussinum, sigur Irdi Jacobsen, sum tó øtast við tankan um, hvat kundi hent, var støðan eitt sindur álvarsamari.
– Í dag spældi væl av - tíbetur, men hvat hevði hent um tað veruliga var eldur í, spyr Irdi Jacobsen.
– Vit sum hava TNF [tunlarnar norður um Fjall, red] sum einastu farleið, liva hvønn dag, alt árið, í vanda fyri at enda í størstu katastrofu - innibrend í TNF.
Tað er við jøvnum millumbilum, at trygdin í tunlunum norður um Fjall er á dagsskrá.
Tunlarnir norður um fjall er tó bert ein av fleiri tunnilsverkætlanum, ið eru stungnar út í kortið, og hóast 15 milliónir eru settar av á fíggjarlógini í ár til projektering av nýggjari tunnilsverkætlan norður um Fjall, so eru kortini fleiri ár og nógvar milliónir krónur enn, áðrenn nýggjari og tryggari farleið er norður um Fjall.
Royndu við telefonsambandi
Meðan bíðað verður eftir nýggjum tunlum, hevur Landsverk sum frægast roynt at bøta um trygdina í tunlunum, og eitt av átøkunum hevur verið at fáa telefonsamband inn í tunlarnar, so boð kunnu sendast í neyðstøðum.
Landsverk fór í 2011 undir at leggja telefonsambandið í tunlarnar. Upprunaliga var tað bert táverandi Vodafone, ið hevði samband inn í tunlarnar, men seinni er Føroya Tele lagt aftrat, upplýsir Armgarð Elin Steinhólm, deildarleiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki.
Trupulleikin er tó tann, at hóast telefonsamband er lagt inn í tunlarnar, so eru tunlarnir so lítlir og treingir, so eitt nú ferðslan í tunlunum kann blokera fyri telefonsignalinum.
– Tá stórir bilar eru í tunlinum, er tunnilin fullur, og bilarnir kunnu "skugga" fyri signalinum. Sendarar eru við tunnilsmunnarnar, sum senda signalir inn í tunlarnar. Men ert tú til dømis millum tveir stórar bilar, er møguleiki fyri, at tú einki signal hevur, um illa vil til. Somuleiðis er sambandið eisini verri í víkiplássunum, tí tað kann vera verri hjá signalinum at røkka inn har.
Fór ongantíð at vera 100 prosent
Tað var longu greitt, tá farið varð undir verkætlanina, at talan var ikki um eina loysn, ið fór at virka uttan trupulleikar.
– Hetta fór ikki at vera 100 prosent. Tað vistu vit longu, tá vit settu tað upp. Men vit hildu, at tað fór at vera betri enn einki. Fært tú samband við annan veitaran, so kanst tú altíð ringja til 112. Hetta er jú ikki til at práta í telefon við. Hetta er fyrst og fremst til kunna geva boð frá sær í einari neyðstøðu, sigur Armgarð Elin Steinhólm.
Landsverk og televeitararnir royna áhaldandi at betra um signalið í tunlunum, men skapið og støddin á tunlunum er nú einaferð so, at tað kann seta nakrar avmarkingar fyri, hvat tøknin kann klára, sigur Armgarð Elin Steinhólm. Tunlarnir eru so treingir, at stóru bilarnir fylla so at siga allan tunnilin. Av tí sama ber illa til at gera nakrar tekniskar installatiónir inni í tunlunum sjálvum av teirri einfaldi orsøk, at tað er ikki pláss fyri teimum.
Landsverk upplýsir eisini, at í 2019 varð ein støð aftrat sett upp við norðurendan á Hvannasundstunlinum, soleiðis at signalið í tí endanum gjørdist betri. Kanningar hjá Føroya Tele frá mánaðinum eftir vístu eisini, at í høvuðsheitum er gott samband í tunlinum.