Leika og lær næstfremsta plássið

FSF hevur nú givið út bók, sum verður nýtt í samband við fótbóltsskúlarnar, sum í hesum døgum eru kring landið

Jákup Mørk


Bóklingurin, sum eitur leika og lær, er fyrst og fremst ætlað fótbóltsskúlunum, men harumframt er einki at ivast í, at venjarar kring alt landið kunnu fáa stóra gleði av henni.


Skal vera spæl

Sum heitið á bókini sigur, so verður við fótbóltsskúlunum lagt upp til, at børnini skulu læra, meðan tey spæla. Tað vil siga, at venjingin skal skipast sum eitt spæl. Heilt í tráð við grundsjónarmiðjunum i fótbóltinum, sum jú í botn og grund er eitt spæl, hóast tað mangan kanska verður tikið fyri meira.

Í bókini verður greitt frá teimum venjingum, sum verða nýttar á skúlanum. Frágreiðingarnar eru stuttar, neyvar og lættskiljandi, og harumframt er til fleiri teirra teknaðar myndir, soleiðis at tilfarið er sera lætt atkomuligt. Eisini hjá teimum, sum ikki fáast so nógv við ástøðiliga partin av venjingini.

Uppbyggingin av tilfarinum er eisini sera einføld, soleiðis at venjingar innan ymsu fótbóltskynstrini verða bólkaðar fyri seg. Hetta er eisini viðvirkandi til, at bæði leikarar og venjarar verða meira tilvitaðir um, júst hví ein ávís venjing verður framd, og hendan tilvitanin átti eisini at bøtt um úrtøkuna úr venjingini.


Til øll

Sum nevnt, er bóklingurin eisini eitt frálíkt arbeiðsamboð hjá øllum teimum, sum fáast við at venja lið í yngru deildum.

Hóast lítil í vavi, kann Leika og lær í mangum førum nýtast sum hugskotsbanki, soleiðis at venjarin altíð hevur onkrar venjingar við hondini, sum kunnu nýtast í eini knappari vending.


Hetta er fyrstu ferð, at alt tilfarið til fótbóltsskúlan er samskipað á føroyskum, og eru tað teir báðir, Jógvan Martin Olsen og Mourits Foldbol, sum hava lagt bóklingin til rættis.

Tekningarnar hevur Regin Debess gjørt. børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.