smeitur, at Milan Culjic keikti sær fótin móti TB seinasta sunnudag. Hann hevur ikki vant í vikuni og verður neyvan við. Eyðun Kjærbo hevur heldur ikki vant hesa vikuna, og Dan Djurhuus er farin í onnur lond [...] leggja tann dystin afturum seg, og besti háttur at gera tað upp á er við at vinna á VB í morgin. NSÍ hevur í løtuni 17 stig, og seks stig eru upp til oddaliðið HB. Aftan á dystin móti VB sær dystarskráin hjá [...] morgin. Í Gøtu fór Mortan Hansen í málið seinasta korterið og stóð seg bara væl. Á 2. deildarliðnum hevur veteranurin Ábraham Hansen vart málið, og í Runavík er eingin avgerð tikin enn, um tað verður tann
motorurin brendi saman á, er nú gjørdur aftur. Hann hevur fingið ein annan mortor úr Danmark, men talan er als ikki um nakran nýggjan motor. Hesin hevur nevniliga koyrt umleið 150.000 kilometrar. Hetta heldur [...] »sjúkrabili«. Hava søkt í fleiri ár Jens Jacobsen, yvirportørur, sigur, at sjúkrahúsið í fleiri ár hevur søkt um at fáa nýggjan sjúkrabil, men enn er eingin játtan komin. Tó vónar hann, at sjúkrahúsið fer [...] røkja sjúkraflutning, sigur yvirportørurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hann sigur, at sjúkrabilatænastan hevur umleið 200 túrar úr Norðoyggjum á Landssjúkrahúsið um árið, og hartil er so onkur túrur á flogvøllin
hansara, ið skrivstovustjóri løgtingsins hevur skrivað til løgtingsformannin í trúnaði, er komið alment fram í onkrum fjølmiðli, hóast hann sjálvur aldri, hvørki hevur hoyrt um ella sæð skjalið. Jóannes Eidesgaard [...] niðurstøðu, at hann hevur fingið kostnaðarendurgjald av órøttum, svarar Jóannes Eidesgaard. Tað eg vil, er at fáa greiðu á viðurskiftunum, soleiðis, at eg ikki standi eftir, sum ein, ið hevur stolið av kassanum [...] arbeiðsgevaran um at lata seg fáa at vita, hvat støða formansskapsins er í málinum, og um so er, at hann hevur fingið útgoldna løn ella kostnaðarsamsýning av órøttum, vil hann fáa at vita samlaðu upphæddina, so
tonsaran Óðin. Eftir eini umrokning hevur nýggi línubáturin hjá vágamonnum fingið 45% av fiskidøgunum hjá Mai og Miðvingi og 35% av døgunum hjá Óðini. Tilsamans hevur nýggja vágaskipið sostatt fingið 156 [...] hjá vágamonnum at keypa ein nýggjan línubát uppá tann mátan, teir hava gjørt. Eitt felag í Vágum hevur keypt 2/3 av 42 metra langa norska frystilínubátinum Frøyanes. Norðmenn skulu framvegis eiga tann [...] íslandsloyvini hjá Mai og Miðvingi. Eini greið boð Hendan nýggja fiskivinnuætlanin hjá vágamonnum hevur vakt ans, ikki minst av tí, at tað nýggja stállínuskipið verður ikki skrásett í bólkinum fyri línuskip
heimsins málum. Týðarin hevur í hesum førinum valt at týða eftir einari slíkari útgávu, ið hann heldur vera góða og trúgva móti upprunaverkinum. Oliver Twist er 186 bls. Hestprent hevur staðið fyri umbróting [...] Eyðna Magnussen týddi úr svenskum. Bókin snýr seg um lítla Egin. Tá ið hann fær at vita, at mamman hevur eitt barn í búkinum, verður hann sera forvitin og vil hava nógv at vita. Tá ið barnið er føtt, er [...] umbróting og reproarbeiði, hon er prentað á Estra og Helge Justinussen hevur bundið inn. Bókin kostar kr. 128 í bókhandlunum. Ungdómsbókin Gentan á tekjuni - ein kærleikssøga eftir Kerstin Sundh. Bjørg Matras
bygdastevnurnar byrjað vita vit, at summarið er komið. Bygdastevnan á Skála hevur verið fastur táttur í nógv ár og serliga kappróðurin hevur havt góða undirtøku. Tað er heldur ikki heilt uttan orsøk, tí millum [...] til at síggja tað skúlin hevur at bjóða fram, fara tey at verða við á bygdastevnuni á Skála. Byrjar fríggjakvøldið Bygdastevnan byrjar fríggjakvøldið við at missiónshúsið hevur opið hús við kafé. Tíðliga [...] hvørjari venjingarstøðu tey eru, eisini í mun til hini. Fastur táttur í nógv ár Bygdastevnan á Skála hevur, sum nevnt, verið fastur táttur í nógv ár. Øll tey, sum fáast við ítrótt vita, hvussu nógvur peningur
fyri seg Hesaferð er tó ein munur í blokstuðlusskipanini. Tað hevur ligið á láni síðan 1970 at fáa blokstuðulin í fasta legu. Tað hevur ein embætisbólkur í Tinganesi arbeitt við. Eitt púra klárt upplegg [...] Eitt væl fyrireikað samráðingarupplegg, sum væl virkandi embætismannaverk hevur gjørt, er besta prógv um, at føroyingar kunnu fáa heiðurligt úrslit, tá Landsstýrið og danska stjórnin setast við samr [...] heldur ikki at drála. Eisini av tí at embætismannaverkið er ført fyri at takla málið. Umframt tað hevur serfrøðingarbólkurin í bankamálinum verið við til at gera uppleggið um bankamálið. Tí kann eg siga
seldur. Harafturat festir blaðmaðurin seg við, at tað í Noregi og Svøríki hevur víst seg at verða góður handil at bjarga bankum. Har hevur »bjargingarmaðurin« væl og virðiliga fingið pengarnar aftur, stendur [...] Úrslitið av samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina var eftir øllum at døma so gott, at tað hevur givið endurljóð í gongunum á Christiansborg og í donsku fjølmiðlunum. Jyllandsposturin er ein teirra [...] til privatar partaeigarar, so hava føroyingar ikki bara fingið endurgjald fyri partabrævabýti. So hevur landskassin fingið hvørja krónu aftur, sum hann lat frá sær í samband við bankabjargingarnar í 1992
apríl. Tá skal hann aftur flyta úr kamarinum. Tí er tað einasta hann hevur við sær ein telda. Hana brúkar hann til ættargransking. Hann hevur meginpartin av familjuni skrivaða niður á blað. Tað er alt savnað [...] tíðina. Elias líður nevniliga av epilepsi, men tað nervar hann ikki so nógv. Tað sum hevur nerva hann meir er, at hann hevur havt trupulleikar við beinunum Í vetur varð Elias viðgjørdur fyri trupulleikarnar [...] henni. Maðurin vit tosað við eitur Elias Joensen. Hann er føroyingur, men tosar hálvbrotið, tí hann hevur búð í Danmark í næstan tríati ár. Flutti hagar í 1964 og heimaftur í 1992. Fyrstu tíðina niðri búði
Viðmerking 1 Í Sosialinum týsdagin sigur Bjørn, at um hann hevur gjørt seg inn á flokkin, má stevnuskráin broytast. Um hann er rætt endurgivin her, hevur hann ein sera stóran trupulleika. Viðmerking 2 Bjørn [...] hevði løgmaður 32 atkvøður. Sostatt hevur løgmaður økt um sínar atkvøður, síðan løgtingsval varð útskrivað. At enda vil eg heita á Bjørn á Heygum um at stilla upp. Nú hevur tú verið partur av einum stríði [...] stríði í fleiri ár. Harumframt hevur tú ikki enn góðtikið avgerðina hjá Landsfundinum. Tú skyldar tínum veljarum at lata teir døma um títt avrik. Onkur tosar enn í dag um eitt val í 1946, men tað meta vit at