hava funnist at mannagongdini í málinum, hevur endaliga samtyktin við sær, at foreldrini ikki nýtast at vera heima hjá barninum, sum fær styrk. Upprunaliga vóru grundgevingarnar fyri at seta ein tílíkan [...] grunnin, verður sagt, at grunnurin verður skipaður við tí endamáli at veita fíggjarligan stuðul til børn, sum ikki eru í kommunalu ansingarskipanini, tí kommunan er ikki før fyri at útvega ansingarpláss [...] seinnapartsplássum er ikki stórur. Tí er ætlanin at leggja stovnin um til 70 fulltíðarpláss. Ætlanin er framvegis at barnagarðurin Inni á Gøtu, sum fer at taka 42 børn, verður liðugur 1. jan. komandi ár
ikki at drála. Eisini av tí at embætismannaverkið er ført fyri at takla málið. Umframt tað hevur serfrøðingarbólkurin í bankamálinum verið við til at gera uppleggið um bankamálið. Tí kann eg siga, at sa [...] Edmund Joensen, at tað ivaleyst einki meir er í hesum, enn at danska stjórnin skundar undir Landsstýrið. Stjórnin veit, at málið er klárt í Landsstýrinum, og tí er heldur einki løgið í tí, at teir vilja avgreiða [...] Lykketoft væl. Í greinini í Sosialinum í gjár segði Lykketoft, at danska stjórnin vil bera so í bandi, at føroyska samfelagið verður burðardygt, og at hon ikki vil forða fyri fullveldinum. Teir vilja bert hava
nevnir einki um at staturin skal hava pengar aftur, eitt nú um bankin verður seldur. Harafturat festir blaðmaðurin seg við, at tað í Noregi og Svøríki hevur víst seg at verða góður handil at bjarga bankum [...] seg við, at bankin síðani kreppuna er farin at geva yvirskot. Eginogn bankans er gjørd upp til 828 mió. krónur og tá er uppgerðin varisliga gjørd. Tá er samstundis eisini hædd tikin fyri, at 303 mió krónur [...] vera toført at selja bankan til tað veruliga virðið. ? Tað finnast ov fáir pengasterkir keyparar í Føroyum til at kunna yvirtaka bankan til tað rætta virðið, sigur Richard Mikkelsen. Eiga at royna Stjórin
ikki eru før fyri at taka við ábyrgd. Sosialmálaráðharrin segði beint eftir sendingina, at hon vildi arbeiða fyri, at fólk, ið eiga at taka sær av vanrøktum børnum, skulu skúlast betri. At sendingin slóðar [...] Hóast vit koma tætt at fólkunum, stúri eg ikki fyri, at eg útleveri tey. Eg hugsi altíð um, hvussu tey hava tað, tá ið tey síggja sendingina. Tað er neyðugt at fara tætt at fyri at siga frá hesum pørtunum [...] barn. Tey játtaðu, og tey fingu greitt at vita, at Lars Høj og Michael Lindebjerg fóru at fylgja teimum alla staðni, til tað varð avgjørt, um tey fingu loyvi til at hava sonin. Upptøkurnar byrjaðu í juni
Lena endiliga fast. »Allíkavæl ber ongantíð til at siga, at man er nøgdur við úrslitið. Sjálvkritikkurin er har alla tíðina og fær meg av og á til at halda, at tað er nakað lort, eg havi gjørt, men aðrar tíðir [...] dugnaligur og vit er øgiliga glað fyri, at vit fingu hann at gera tað, sigur Lena. Víðari Nú flyta vit skjótt til Onglands, og har ætla vit okkum at halda fram at spæla. Vit mugu óivað laga okkara tónleik [...] altíð við tí, at tað skal vera Niclas, sum finnist at og rættar, viðgongur Lena. Eg veit ikki um tann næsta verður í stíli við hesa; fyrst vilja vit vita, hvat fer at henda framyvir, segði Lena at enda í samrøðuni
boriholum. Orsøkin til at júst hetta evnið er valt er tann, at roknað verður við, at jarðfrøðin við Føroyar fer at seta stór krøv til oljuboring. Setti professarin skal eisini arbeiða við at byggja upp eina [...] vísti á, at oljufeløgini síggja eisini fegin, at lond, sum bjóða nýggj leitiøki út, sjálvi eiga vælútbúgving fólk til at standa fyri gongdini. Uppá fyrspurning um slíkur stuðul ikki er ein roynd at keypa [...] varð undirskrivað segði John Inderhaug frá Statoil, at AMG-samtakið metir føroyska útbúgvingarverkið sera høgt. -Eg haldi eg uttan at blunka kann siga, at støðið her hjá tykkum er eins gott um ikki betri
fer eisini at síggjast aftur á tann hátt, at P/F Inni fer at vísa til Sparikassan, men tað verður tó eingin trygd fyri at Sparikassin veitur fígging. Hetta fer kredittdeildin í Sparikassanum at meta um í [...] sethúsasølan fer at leggja dent á eitt kvalitativt gott søluarbeiðið. Fyri at fáa sølu av fastari ogn uppá eitt hægri støðið hevur nýggja sethúsasølan gjørt av at bjóða kundum sínum at gera eina bústaðarlýsing [...] kjarnukundin Tað er í eini staðfesting av, at sethúsakundin er kjarnukundin hjá Føroya Sparikassa at teir hava gjørt av at stovna nýggja meklaravirkið. Í Danmark er vanligt at kreditfeløgini eiga meklaravirkið
rokningin er so stór, at vit megna ikki at gjalda hana, og tí noyðast vit at fara til danir at samráðast um eina lagaliga afturgjaldsskipan. Alt tvassið um bankamál og ráðagerðir hevur fyrst og fremst øst Føroya [...] kreppuna sum var, at tá galt tað um at bjarga teimum fáu, ið áttu, undan øllum skyldum, meðan rokningin fyri kreppuna endaði hjá Føroya fólki, tí føroyska skattgjaldaranum. Trupulleikin í dag er, at rokningin [...] tykist hava verið, at danir ikki á nakran hátt blandaðu seg upp í føroyskan politikk hesi árini. Ikki neyðugt at rudda upp í tíð og ótíð Orsøkina til føroysku kreppuna, sum nú tíbetur er um at hæsa av, kenna
sostatt tað, sum aðrir eisini hava borið fram, at teir høvdu fingið sær meiriluta fyri at koyra undirritaða frá sum formaður í Sambandsflokkinum. At royna at koyra meg frá sum floksformann, tað er í lagi [...] tvey árini ferð eftir ferð alment sagt frá, at teir onki álit høvdu á mær. Har var onki álit at missa. Um tað hevði eydnast Bjørn á Heygum, saman við øðrum at koyrt meg frá sum floksformann, so høvdu Jóannes [...] hevði eg eisini gjørt, um eg var í teirra stað. At senda ein frákoyrdan floksformann at samráðast við danir um bankamálið kann ikki lata seg gera. Fyrsti maður at gjørt var við tað hevði verið Bjørn á Heygum
Áhugavert verður at vita, hvørja støðu eitt komandi landsstýri fer at hava til málið. Er tað so, at tann, sum er fyrstur á sjóvarfallinum ?fær? framíhjárættin til útgerðarhavnina, ella fara vit at síggja fleiri [...] líkasum, at tú festir teg meira við persónarnar enn við sjálvt innihaldið í tí, sum sagt verður, í slíkari sjónvarpssending. At tað eisini eru so nógvir flokkar, sum skulu sleppa framat ger, at torført [...] føroyingar, ikki bara fyri at varðveita og menna okkara egnu mentan, men so sanniliga eisini fyri at lyfta okkum sum fólk uppá á altjóða pallin. Norðurlandahúsið hevur verið við til at víðka hugflog, skapanarevnið