"Hvør eigur lítla drongin", sum Sjónvarp Føroya sendi týskvøldið, hevur elvt til álvarsamar avleiðingar í Danmark. Sendingin var ikki meir enn liðug fyrr enn øll vóru á gosi, politikarar, embætisfólk, serkøn á økinum og onnur úttalaðu seg um viðurskiftini og umstøðurnar hjá børnum, hvørs foreldur ikki eru før fyri at taka við ábyrgd. Sosialmálaráðharrin segði beint eftir sendingina, at hon vildi arbeiða fyri, at fólk, ið eiga at taka sær av vanrøktum børnum, skulu skúlast betri.
At sendingin slóðar fyri broytingum til frama fyri børnini er avgjørt tilætlað hjá teimum báðum, Lars Høj, tíðindamanni, og Michael Lindebjerg, myndamanni, sum gjørdu sendingina. Í felag hava teir báðir áður gjørt slóðbrótandi sendingar um børn, sum eru svikin, avskrivað og í aðrar mátar eru illa fyri í dagsins Danmark. Tað sum eyðkennir arbeiðsháttin hjá teimum báðum er ótrúligu evnini at liva seg inn í tað sum fer fram, og at koma teimum menniskjum, teir gera sendingina um, so tætt sum til ber. Saman hava teir megnað at givið eina mynd av pørtum av Danmark, sum tey fægstu kenna til, og sum tey flestu halda er pínufult at standa andlit til andlits við.
Lars Høj hevur gjørt fleiri hugvekjandi og hjartanemandi sendingar um børn, sum eru vaksin upp á barnaheimi, og sendingin týskvøldið er eitt framhald av teimum.
Meðan eg gjørdi hinar sendingarnar hoyrdu eg ofta frá barnaheimsbørnum um ræðuligar upplivingar, tey høvdu verið út fyri á barnaheimum, um hvussu foreldrini ikki megnaðu at liva upp til teirra ábyrgd. Og tí fekk eg hug til at gera eina sending um tvey ung foreldur, sum koma úr slíkum umhvørvi, hevur Lars Høj greitt frá.
Undir upptøkunum til sendingina "Flyv fugl flyv" á vári í fjør møtti Lars Høj Anni og Bjarne. Tá var Anni við barn, og pedagogarnir og sosialráðgevararnir, sum kendu søguna hjá Anni og Bjarne, rystu á høvdinum, tá ið tey hoyrdu, at tey ætlaðu sær at fáa eitt barn.
Anni og Bjarne vórðu skrivað inn á familjustovnin Bethesda í Århus, tá ið Lars Høj spurdi tey, um hann kundi gera eina sjónvarpssending um tey og teirra barn. Tey játtaðu, og tey fingu greitt at vita, at Lars Høj og Michael Lindebjerg fóru at fylgja teimum alla staðni, til tað varð avgjørt, um tey fingu loyvi til at hava sonin.
Upptøkurnar byrjaðu í juni í 1997, ein mánað áðrenn Jørn varð føddur. Úrslitið er meiri enn 50 tímar upptøkur, sum vórðu redigeraðar niður til góðan tíma.
Lars Høj og Michael Lindebjerg arbeiða altíð saman tveireinir, tí tað ger tað lættari og so skapa teir álit hjá teimum fólkum, sendingarnar eru um.
Hóast vit koma tætt at fólkunum, stúri eg ikki fyri, at eg útleveri tey. Eg hugsi altíð um, hvussu tey hava tað, tá ið tey síggja sendingina. Tað er neyðugt at fara tætt at fyri at siga frá hesum pørtunum av veruleikanum, hevur Lars Høj greitt frá um arbeiðshátt sín. Hjá honum er tað ógvuliga týdningarmikið at siga frá teimum ótrúliga kørgu og hørðu korunum, sum nøkur børn verða fødd til og vaksa upp undir.
Eg vil nakað við søgunum. Sendingarnar eru klárt rættaðar ímóti viðferðini, sum børn fáa. Tað er av týdningi, at kikarin verður settur á teirra kor. Tí er tað eisini av týdningi, at sendingarnar eg geri fáa avleiðingar, undirstrikar Lars Høj.
"Hvør eigur lítla drongin" luttekur í kappingini Prix Italia í september í ár í Assisi, har ein altjóða nevnd skal kjósa bestu dokumentarsendingina. Umleið 40 sendingar úr øllum heiminum taka lut í kappingini.