Men í teimum báðum síðstu settunum fingu vit tó sjón fyri søgn, at ÍF er besta liðið av øllum í vetur, tí tá riggaði mestsum alt hjá fuglfirðingum, og so eru teir ikki til at steðga. Meira tendraðir Hinvegin [...] spenningur til tað síðsta, gott spæl fyri tað mesta og tvey lið, ið tóktust hóska sera væl saman, tá nú ein branddystur skuldi fáast burtur úr tí, ein altíð ynskir sær av einari finalu. Í mansfinaluni var [...] og tí spurdist ikki so nógv spæl burturúr, sum ynskiligt hevði verið. Tað var tí sera sjáldan, at vit sóu tær drúgvu duellirnar, ið kunnu taka ein finaludyst burtur úr rúgvuni av dystum, ið verða spældir
um tað. - Fyri at nevna eitt dømi, kundu vit í Fólkaflokkinum væl hugsað sær at fleiri mál vórðu yvirtikin, men semja er ikki um tað í samgonguni og tí hava vit bundið frið, sigur Jørgen Niclasen. - Men [...] ikki í sjálvdrátti, sigur Jørgen Niclasen. - Tí er tað óloyalt ímóti samgonguni, at Edmund Joensen nú fer í sjálvdrátt. Hann leggur afturat, at sleppur Edmund Joensen væl frá hesum, er lítil ivi um, at [...] t, stúri eg sostatt fyri, at tað verður byrjanin til endan hjá samgonguni og so vænti eg ikki, at vit sleppa at halda jól í hesi samgonguni, sigur formaður Fólkafloksins. Samstundis kann tað gera tað munandi
sær lynda. FRAMMANUNDAN hava vit skúlar og útbúgvingar uttan fyri Havnina. T.d. hava vit bæði kokkaskúla, sjómansskúla og húsarhaldsskúla í Klaksvík. Í Vestmanna hava vit fiskivinnuskúla. Tí duga fólk [...] landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur avgjørt at leggja Almanna- og Heilsuskúlan á Tvøroyri. Tað eru ikki hissini orð, sum tær brúka: Skúlin fer at »detta niðurfyri«. Avgerðin er »mønustingurin hjá ú [...] heilsuskúli ikki kann leggjast í Suðuroy. UMBERINGIN, at talan er um tilkomin fólk, dugir ikki. Tað eru so nógv tilkomin fólk, sum mugu leita sær burtur at fáa sær útbúgvingar ella eftirútbúgvingar. At tey
sína køldu hond yvir landið nú høgtíðin stundar til. Fimm mans í besta aldri eru tiknir burtur og heima sita tey spyrjandi um hvat tað var sum hendi. Men hvørki tey ella vit onnur fáa nakað svar uppá okkara [...] okkara mongu spurningar. Hvat hendi og hvussu ella bara hví hendir slíkt ræðuligt, at vit skulu missa so nógv? Vit gerast neyvan klókari, tí tað er eingin sum veit hvat fór fram, hvar ella nær. Tað var [...] royndi aftur at fáa samband við bátin um hálvgun seks tíðina, men tá svaraði ikki. ? Hoyrilíkindini eru ikki so góð í Sundalagnum, so eg bað Tórshavnar Radio um at seta seg í samband við teir, men teir fingu
miðverji, men hann var á verjukenda miðvallarplássinum. ? Vit eru sjálvandi væl nøgdir við úrslitið, og nú vóna vit at fáa glið á. Leygardagin eiga vit ein torføran útidyst í Aalborg, sigur Óli Johannesen, [...] skiftur inn, men síðani hevur hann so at siga hvørja ferð verið við allar 90 minuttirnar. Undantøkini eru tvey. Fyrru ferðina var í San Marino á heysti í 1995, tá óli Johannesen undir venjing í San Marino
er fulltíðar útróðrarmaður, sum hann sjálvur nevnir hesar. Terji førir fram, at vit hava straffað teir útróðrarmenn, sum eru í fulltíðarstarvi við útróðri, fyri at náa hinum, sum partvíst rógva út. Her haldi [...] haldi eg, hann hevur misskilt tað heila, og tað haldi eg er sera løgið, tí mær vitandi eru útróðrarmenn í Sandoynni bestu skilamenn, tú kanst tosa við. Lat okkum hyggja at hesi nýggju skipan, ið er galdandi [...] inntøkutrygd2.520,- ÷50% = 1.260,- kt. Inntøkutrygd til útgjaldingar8.200,-÷1.260,- = 6.940,- kr. Hugsa vit okkum, at hesin útróðrarmaðurin býtir 50% av søluvirðinum til bátin og 50% til sín sjálvan, fær hann
Hóast bygdin ikki telist millum tær størstu, er kortini líkt til at fólk eru fegin um henda møguleikan at fara til handils. Tá vit vitjaðu í Oyndarfirði ein regntungan dag fyrr í mánaðinum var fólk inni [...] inn. - Herinn kemur ein fyrst og fremst fyri at keypa. - Men samstundis møtir ein øðrum fólki, og vit fáa altíð eitt gott prát saman, greiðir Edith frá. Um ikki annað, so er Eivind handilsmaður altíð at [...] gott henda, at eg eri her fleiri ferðir um dagin, sigur Edith. Døgurði og drekkamuður Henda dagin vit vitjaðu í Oyndarfirði merktu viðskiftafólkini í handlinum eisini, hvør høgtíð stendur fyri framman
Beinleiðis stuðul til vinnulívið kemur ikki upp á tal, men vit ætla okkum at endurskoða karmarnar fyri bæði rækju- og alivinnuna. Vilja vit framhaldandi varðveita rækjuskipini og framhaldandi vera í [...] opin fyri teimum møguleikum, sum eru fyri at hjálpa rækjuvinnuni. Spurdur um Fólkaflokkurin ikki var ov seinur á sjóarfallinum at veita rækjuvinnuni stuðul, tá eitt nú Hvilvtenni longu er farin av landinum [...] nevndi DIS og FAS skipanirnar sum møguligar skipanir fyri rækjuvinnuna. Undir DIS og FAS skipanini eru hýrurnar skattafríar, men lønin er tá samsvarandi minni, um skattur hevði verið á lønini. Fólkaflokkurin
fáa orðið á hann eftir døgurða. Sum nýggjur í nevndini er nógv at seta seg inn í, og tveir fundir eru á skránni seinnapartin. Fyrst skal hann á fund við Starvsmannafelagið og síðan við Tórshavnar Býráð [...] við at seta meg inn í viðurskiftini, og hon hevur verið mær ein stór hjálp, greiðir Jarvin frá, tá vit hitta hann aftur eftir loknan arbeiðsdag í nýggja starvinum. Á aðalfundinum leygardagin vóru tað júst [...] fekk Jarvin 100 atkvøður fleiri enn Ann. Men formaðurin leggur dent á, at valstríðið er av, og at tað nú snýr seg um at arbeiða saman. - Eg kenni meg væl í starvinum og havi nógvar ætlanir, greiðir Jarvin
við Jógvani S, Klakki, við Palla hjá Mariannu, sum skipara, sum hann hámetti fyri vit og skil. Samfelagið mentist; vit fingu stóru, nýmótans og stásiligu flakatrolararnar, Stellurnar. Har vóru eisini boð [...] maskinmeistari í nógv ár. Tiltiknu svínoyar ? norðnastovuhendurnar fornoktaðu seg ikki, heldur ikki tá vit í trýssunum vóru smádreingir. Heimið á kaiini, í kjallaranum hjá Kemma, bygdi Bjarni í Svínoy stóran [...] Frælsinum, har mangur hevur sitið væl. Bjarni sigldi við havnarskipum; Leiki, Krúnborg og so framvegis. Nú varð Bjarni vorðin 55 ára gamal og fór undir gamla dreym sín, at gerast sjálvstøðugur. Hann bygdi sær