Gullbrúdleypsheilsan til Mundu og Bjarna Jacobsen

Tann 30. apríl í 1955 gingu Rasmunda Fredriksen úr Klaksvík og Bjarni Jacobsen úr Svínoy í hjúnarlag. Rasmunda er dóttir Sivar í Kunoy og Sannu Frederiksen úr Kunoy. Bjarni er sonur Edvard Jacobsen, kendur frá mongum samanhangum og Mallu í Svínoy, sum doyði seinasta summar 102 ára gomul. Sivart og Sanna fluttu inn til Klaksvíkar undir krígnum. Í Kunoy var ikki nokk fyri hendurnar; og tað tímdi Sivart ikki. Hann læt húsini taka av grundum, og flutti tey inn til Klaksvíkar, og búsettist á Bumshamri. Bumshamar var tá nýbyggjarakvarter, og har búði millum aðrar góðar menn, Símun hjá Póli, mammubeiggi Bjarna. Hjá honum búði Bjarni, meðan hann lærdi maskinsmíð. Skjótt rann saman millum hesa framúr vøkru og fryntligu kvinnu, og henda stolta, hávaksna og sjálvstilvitaða svínoyingin.
Tey fluttu til Keypmannahavnar. Bjarni vildi víðari útbúgva seg, eftir lokið maskinmeistaraprógv í Klaksvík. Munda, tað arbeiðsgrev hon var, fekk arbeiði á KFUM og K í Gothersgade, sum servitrisa, meðan Bjarni sigldi úti. Eftir hetta fluttu tey til til Grønlands, har Bjarni var maskinmeistari á elektrisitetsverki.

Eftir hálvt annað ár vendu tey heim aftur. Bjarni fór at sigla við Jógvani S, Klakki, við Palla hjá Mariannu, sum skipara, sum hann hámetti fyri vit og skil.

Samfelagið mentist; vit fingu stóru, nýmótans og stásiligu flakatrolararnar, Stellurnar. Har vóru eisini boð eftir Bjarna. Har sigldi hann sum maskinmeistari í nógv ár.

Tiltiknu svínoyar ? norðnastovuhendurnar fornoktaðu seg ikki, heldur ikki tá vit í trýssunum vóru smádreingir. Heimið á kaiini, í kjallaranum hjá Kemma, bygdi Bjarni í Svínoy stóran seksæring, tann størsti, sum er bygdur í Føroyum. Sildin æt hann. Hetta var sensatión millum klaksvíkingar tá. Ein túrur heim í kjallaran hjá Kemma, eftir loknan arbeiðsdag, hoyrdi til dagsins rútmu hjá mongum tá. Enn eitt dømi um, hvussu hesin frálika maður, gjøgnum alt sítt virkna lív, hevur nýtt tær gávur , hann frá skaparans hond fekk, til lítar.

Tíðir koma og fara. Hetta hava hjúnini Munda og Bjarni dugað at laga seg eftir. Tey fluttu til Havnar, bygdu sær vakurt og rúmligt heim á Frælsinum, har mangur hevur sitið væl. Bjarni sigldi við havnarskipum; Leiki, Krúnborg og so framvegis.

Nú varð Bjarni vorðin 55 ára gamal og fór undir gamla dreym sín, at gerast sjálvstøðugur. Hann bygdi sær smoltalistøð úti á føðioynni. Hetta var megnartak. Men tó ikki størri enn tað, at har sum hendur virka saman, góðar, har fæst nógv á skafti. Munda, konan stóð honum við lið, og hugsi eg, at kempan, Malla, móðir Bjarna, man hava stuðlað væl upp undir. Væl gekst, tí Bjarni við sínum margfaldu evnum, var ikki noyddur at ringja til handverkara í tíð og ótið. Hann hevði hegni til alt arbeiði sjálvur, og gjørdi tað.

Munda og Bjarni settu seg seg niður á Frælsinum, tá tey fluttu til Havnar. Har hevur mangur sitið væl. Munda og Bjarni hava tikið tann vælsignaða arvin við sær, at gera væl, hjá sær sjálvum, og har tey fara.

Mangur og ein hevur sitið væl á Frælsinum. Munda úr Kunoy og Bjarni úr Svínoy. Eru teir komnir úr Svínoy ella Kunoy; á studentarskúla, at læra hjá Petur í Gong ella hjá Poul Mohr, komu teir inn á Frælsið, tá fríløtur góvust, ella teir bara keddu seg, tí teir vistu, at har vóru teir væl móttiknir. Ríkari fóru teir útaftur. Munda við kaffikannuni og heimabakaðum, ja oftari nátturða við øllum góðum.

Munda og Bjarni eiga seks børn; Malla, Sjúrður,Edvard Súsanna, Bogi , sum øll búgva í Havn. Yngsta dóttirin, Rósa býr í Schweiz, og tólv eru ommu og abbabørnini í tali.

Fastir og Bjarni ! Hjartaliga tillukku við tykkara stóra degi !

Heilsanir

Dánjal.