Fólkaflokkurin rottar seg saman við andstøðuna um yvirtøkur

Nú er vandi fyri uppreistri í samgonguni og at Fólkaflokkurin fer at kasta saman við andstøðuni fyri at yvirtaka fleiri málsøki, hóast hinir flokkarnir í samgonguni eru ímóti tí

 - Sleppur Edmund Joensen at gjøgnumføra ætlanina um at gera Føroyar til eitt valdømi, hevur hann brotið eina óskrivaða lóg í politikki. Men so er eisini vandi fyri, at aðrir tinglimir í samgonguni fara at gera uppreistur.

Jørgen Niclasen, nýggjur formaður í Fólkaflokkinum sigur, at tað verður byrjanin til endan hjá hesi samgonguni, at Edmundi Joensen fer í sjálvdrátt í spurninginum um at gera Føroyar til eitt valdømi.

- Við hesum hevur hann brotið eina óskrivaða lóg, sum sigur, at samgongan skal vera samd um tey mál, sum verða løgd fram og at tinglimir í samgonguni arbeiða ikki í sjálvdrátti, sigur Jørgen Niclasen.

- Tí er tað óloyalt ímóti samgonguni, at Edmund Joensen nú fer í sjálvdrátt.

Hann leggur afturat, at sleppur Edmund Joensen væl frá hesum, er lítil ivi um, at eisini aðrir tinglimir í samgonguni fara í sjálvdrátt og fara at leggja uppskot fyri Løgtingið, hóast samgongan ikki er samd um tað.

- Fyri at nevna eitt dømi, kundu vit í Fólkaflokkinum væl hugsað sær at fleiri mál vórðu yvirtikin, men semja er ikki um tað í samgonguni og tí hava vit bundið frið, sigur Jørgen Niclasen.

- Men sleppur Edmund Joensen í sjálvdrátt er lagt upp til politiskt lógloysi í samgonguni og so fara eisini aðrir tinglimir at leggja uppskot fram í sjálvdrátti, antin tað so hóvar samgonguni ella ikki.

Og so er eisini vandi fyri, at Fólkaflokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at fremja fleiri yvirtøkur.

Jørgen Niclasen sigur, at skuldi tað verið, ivast hann ikki í, at bæði Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og kanska Sjálvstýrisflokkurin við, høvdu atkvøtt fyri fleiri yvirtøkum og tí kundi Fólkaflokkurin fingið fleiri mál ígjøgnum við hjálp frá andstøðuni, men uttanum restina av samgonguni.

- Tað er púra vist, at skuldi tað verið, hevði undirtøka verið fyri fleiri yvirtøkum, uttanum samgonguna og tað kann verða avleiðingin, sleppur Edmund Joensen framhaldandi at virka í sjálvdrátti.

Men skal hetta vera lagi, at samgongutinglimir fara í sjálvdrátt, verður heldur ongin møguleiki at gera eina fíggjarlóg.

- Verður uppskotið hjá Edmundi Joensen gjøgnumført, stúri eg sostatt fyri, at tað verður byrjanin til endan hjá samgonguni og so vænti eg ikki, at vit sleppa at halda jól í hesi samgonguni, sigur formaður Fólkafloksins.

Samstundis kann tað gera tað munandi torførari at skipa samgongu eftir eitt val, hóast tað verður ein nýggj byrjan.

Hinvegin sigur Jørgen Niclasen, at tað liggur ikki til hansara, at slíta eina samgongu og tað ætlar hann heldur ikki at gera í hesum føri. Hann vónar nevniliga framvegis, at tað eydnast samgonguni at tosa seg til eina semju í hesum máli, sum hon hevur gjørt í so nógvum øðrum málum frammanundan hesum.

Men hann skilir væl tinglimir, sum eru sinnaðir at slíta samgonguna upp á hetta málið, tí tað, sum er farið fram, er uttanfyri alt sømuligt mark.

Og skuldi tað hent seg, at uppskotið um eitt valdømi kemur til atkvøðugreiðslu, ivast formaður Fólkafloksins ikki í, at tinglimir í stóran mun fara at atkvøða soleiðis at teir hava frægast møguleikar at verða afturvaldir og ikki, eftir hvat teir halda tænir samfelagnum best.


ES:

Tá ið hesar reglur vórðu skrivaðar, var samgongufundur framvegis í Tinganesi um ætlanina at gera Føroyar til eitt valdømi. Greinarnar á hesum síðunum eru tí útfrá teirri fortreyt, at sam gongufundurin í dag endar úrslitaleysur.