FLOGBÓLTUR
Ei undur í, at lagið mundi vera av tí allarbesta í Fuglafirði leygarkvøldið. Í manskappingini í flogbólti vetur hevur eingin verið yvir og eingin við síðuna av ÍF, og serliga tey bæði síðstu settini í mansfinaluni ímóti SÍ staðfestu, at fuglfirðingar ikki av ongum kunnu kalla seg greipuvinnarar.
Tað var eisini fyri neyðini, at ÍF fekk víst eitt sindur av sínum dygdum í teimum báðum síðstu settunum, tí annars hevði lítið verið at goymt sær í minninum frá mansfinaluni. Til tað var hon í alt ov stóran mun merkt av feilum og mistøkum, meðan tað flótandi spælið í longum løtum læt bíða eftir sær.
Serliga var hetta skorið út í papp, tí kvinnufinalan frammanundan hevði havt alt tað, ein góð finala skal hava: Har var spenningur til tað síðsta, gott spæl fyri tað mesta og tvey lið, ið tóktust hóska sera væl saman, tá nú ein branddystur skuldi fáast burtur úr tí, ein altíð ynskir sær av einari finalu.
Í mansfinaluni var bert okkurt hendinga bil spenningur í, og tíverri skuldi tað aftaná vísa seg, at mest hárreisandi løtan var síðst í fyrsta setti, tá SÍ mundi fingið ÍF aftur. Størsti dramatikkurin var næstan, tá ÍF mitt í hesum sama fyrsta setti misti Hans Toftegaard, sum skaddur noyddist av vølli…
Nógvir servufeilir
Sum fleiri av spælarunum eisini viðgingu eftir dystin, var feilprosentið í servunum hjá báðum liðum væl oman fyri tað vanliga, og tí spurdist ikki so nógv spæl burturúr, sum ynskiligt hevði verið. Tað var tí sera sjáldan, at vit sóu tær drúgvu duellirnar, ið kunnu taka ein finaludyst burtur úr rúgvuni av dystum, ið verða spældir gjøgnum allan veturin.
At spælt var við einum nýggjum slagi av bólti í finaluni, ið ferðast øðrvísi enn teir vanligu, var helst ein partur av orsøkini, men ikki øll orsøkin. Kvinnurnar megnaðu við somu bóltum at fáa ein heilt annan dyst burturúr, so tað sigur ikki alla søguna – heldur ikki, hóast kraftmiklaru mansservurnar óivað eru ein størri avbjóðing við einum skjótari bólti.
Nokk so javnt gekk á í teimum báðum fyrstu settunum, har ÍF tó átti munin í tí fyrra og SÍ í tí seinna. Men í teimum báðum síðstu settunum fingu vit tó sjón fyri søgn, at ÍF er besta liðið av øllum í vetur, tí tá riggaði mestsum alt hjá fuglfirðingum, og so eru teir ikki til at steðga.
Meira tendraðir
Hinvegin riggaði lítið hjá sørvingum, sum í teimum báðum síðstu settunum fyri ein stóran part vóru statistar í ÍF-leikinum, hvørs handrit legði upp til ein sterkan blokk og drepandi smasj, ið vit serliga sóu frá Rúna Weihe, men eisini øðrum, ið bjóðaðu seg fram og tordu alsamt meira, so hvørt sum sigurin sá út til at vera ávegis.
Tá so SÍ royndi at spæla seg upp og svara aftur, var tað við alt ov lítlum hugflogi. ÍF hevði ongar trupulleikar frammi við netið, og hóast blokkurin ofta var tíðliga uppi, høvdu sørvingar ein tendens til at smekka bóltin hart í hendurnar hinu megin netið, heldur enn at royna at sníkja seg rundan um blokkin.
Fuglfirðingar vóru meira tendraðir og grammari, ofraðu seg meira og meira, og tað trekti tennirnar úr SÍ, hvørs spæl var alsamt meira merkt av vónloysi og vantandi hugflogi, sum dystinum leið.
Tí kann ÍF fegnast um at hava fingið greipuna upp á træið, og við einum føroyameistaraheiti í ótíð og einum samanumtikið sannførandi steypasigri er eingin sum helst ivi um, at ÍF eigur væl og virðiliga besta mansliðið í vetur. Tillukku við tí!