Handil
Vatnsoyrar: - Kanst tú hjálpa mær at taka henda oyraringin úr?
Ein smágenta hevur júst keypt sær nýggjar oyraringar. Og hon vil sjálvandi seta teir í beinanvegin.
Hon er farin ein túr inn í handilin hjá John at hyggja sær eftir onkrum, saman við einum vaksnum.
Har er mangt og hvat at fáa, og millum øll tingini fekk hon gott eyga á hesum oyraringunum, sum hon nú skal pynta seg við beinanvegin.
Handilskvinnan, Marin Elisabeth er skjót at hjálpa henni við hesum. Og løtu seinni fer ein ikki sørt errin og fegin smágenta út úr handlinum.
Hon er fegin, og tað eru tey í handlinum helst eisini.
Alskyns úrval
Skulu fólk í Vatnsoyrum keypa sær okkurt plaggið, er ikki neyðugt hjá teimum at fara langvegis.
Og skulu vágafólk annars gera tað sama, so er heldur ikki neyðugt at fara so langt fyri at finna eitt gott úrval av alskyns klæðum og mongum øðrum, bæði til mannfólk og konufólk.
Eitt sindur fjarskotið, men kortini so nær við høvuðsferðsluna, liggur tann lítli handilin við tí stóra úrvalinum - klædnabúðin "John Poulsen" í Vatnsoyrum.
Her arbeiðir miðvágsgentan Marin Elisabeth á Høgabóli í løtuni sum summaravloysari. Hon gongur á HF í Havn, men brúkar nú feriuna at forvinna sær nøkur oyru.
- Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og her eru bara fitt fólk, sigur Marin Elisabeth, sum eisini hevur áhuga fyri móta og klæðum.
Allastaðni frá
Hóast onkur heldur, at handilin liggur so fjarskotið, at hann ikki kann bera seg, so er tað kortini ein veruleiki at nógv fólk vitja inn her.
Um sumrarnar eru tað serliga fólk, sum eru á legunum í Zarepta. Her er bæði talan um ungfólk, vaksin og eldri - og um børn, sum koma við foreldrum sínum.
Annars vitja nógv vágafólk eisini í handlinum, - og somuleiðis fólk aðrastaðni frá.
- Her koma fólk bæði úr Runavík og úr Havn. Tey fara á flogvøllin, og hyggja so inn á gólvið, um tey hava tíð til tess, greiðir hon frá.
Tað er altíð onkur fremmandur inni í handlinum.
Stevnan nærkast
Nú nærkast til vestanstevnuna, og vit spyrja, um vágafólk eru farin at keypa sær stás til hetta.
Tá vit vitjaðu handilin mikudagin í farnu viku, var ikki rættiliga ferð komin á hesa søluna enn.
- Men so hvørt sum vit koma longur fram í stevnuvikuni, plagar fólkið at koma, sigur Marin Elisabeth.
Hon arbeiðir í handlinum frá kl. 13 til 17:30 og leygardagar frá kl. 13 til 19.