heldur, at tað er ongantíð ov tíðliga at fara undir royndir við daggomlum upsa, har spiklagið og tann hvíti parturin av upsaflakinum verða marknaðarførd hvørt fyri seg. Umframt at vera maskineftirlitsmaður [...] við einum øðrum trolposa undir. Jørgin sigur, at fiskurin nú verður førdur til lands og virkaður á tann hátt, at upsaflakið verður býtt í tvey. - Slíkar royndir meti eg kunnu byrja beinanvegin og áðrenn [...] tá ið hann liggur leingi á dekkinum. Hálini eru stór, fiskurin smáur, og tað tekur sjálvsagt sína tíð hjá manningini at fáa fiskin kruvdan og ísaðan. - Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd ? og
ikki nerva samstarvið. Heldur er tað tvørturímóti soleiðis, at hetta beinleiðis fremur samstarvið á tann hátt, at londini, sum eru limir í ES ella NATO kunnu tala søkina hjá teimum, sum ikki eru limir. Føroyar [...] løgting at fylgja væl við viðgerðini av hesum máli. Roknast má við, at hetta mál fer at taka drúgva tíð, og fer politiska gongdin í Føroyum ivaleyst at hava sína ávirkan á hetta mál. Tað er umráðandi, at [...] Danmark einki fyrivarni. Áhugavert kundi verið at vitað, hvat er broytt síðani tá, tí grundlógin er tann sama. Sosialurin
flokk? 1)Sambært Trivnaðarstjóranum í kunnandi teldubrævið tann 26. mars 2003, vóru 221 børn á bíðilistanum til barnagarðsøkið í kommununi tann 13. mars 2003. Fyri stuttum frætti undirritaða um barn, sum [...] Um hetta er rætt, so má eg spyrja, hvussu tað ber til, at bíðilistin veksur so nógv upp á so stutta tíð? Um hetta ikki er rætt, er so nakað galið við uppskrivingarskipanini? 2)Tað hevur fleiri ferðir verið
orð við einum av mongu sangunum, ið Eskhild hevur yrkt um føðilandið. So eina man situr og hugsar um tíð ta ið farin er, so víða man hugurin reika og mangt tað ið eygað sær, at lívið tað vert er at liva so [...] so mongum tað eydnu ber, tí seti eg meg til at skriva um alt sum mær stendur nær. Tað stutt var tann tíðin man livdi á Føroyalands fløtum har, nú angur og tregi meg pína bert longsul eg fái sum svar, men [...] jørð, har fornkappar áður búðu nú blómur og gras her grør, eg elski teg landið mítt fagra eg minnist tann søta gleim, í vón um at eg fái aftur til tín at koma heim. Friður veri við minninum um bróður mín
Hann skal ikki avviklast ella gerast veikari. Hann skal tvørturímóti gerast sterkari. Nettupp í eini tíð vit liva í sum nú, har fólk eru hart kroyst á arbeiðsmarknaðinum, fólk slítast skjótt, og hvar høgrarákið [...] Europa spæla uppá, hevur als ikki borið ávøkst í Svøríki. Javnaðarflokkurin, vinstraflokkarnir og tann liberali fólkaflokkurin (sum einki hevur við okkara fólkaflokk at gera) hava klárt meldað út, at teir [...] svenska valúrslitið bíða øll nú eftir tí týska valinum. Vit í Føroyum kunnu annars bara harmast um, at tann flokkur, sum eins og svenski Javnaðarflokkurin vil verja vælferðarstatin, ikki í løtuni tykist at
teirra verða í nógv ár búgvandi heima hjá sær sjálvum. Fyri nógv gevur hetta lívsvirði, so leingi tann sjúki og tey avvarðandi ynskja tað soleiðis. Av og á kemur tað fyri, at næstringarnir hava brúk fyri [...] hjá teimum, sum hava demens, samstundis sum tey avvarðandi fáa høvi at hvíla seg, savna megi og hava tíð at taka sær av sær sjálvum eina løtu. Stirvnir umlættingarmøguleikar Sambært teimun norðurlendsku [...] ov lítlan stuðul at vera heima. Umlættingartilboðini eru antin ikki nóg smidlig ella ikki lagað til tann einstaka. Endamálið er at skilja týdningin av góðari umlætting og skal lýsa dømi úr ymsu londunum
FØROYAR-SKOTLAND Hann man vera ein tann kendasti, sum nakrantíð hevur verið á Svangaskarði, og hann man vera ein tann einsamallasti, sum nakrantíð hevur verið har. Tað er Berti Vogts, sum tað snýr seg [...] hevði biðið teir um, og tað var ræðuligt. Í steðginum segði eg við teir, at tað framvegis var nóg nógv tíð til at venda gongdini og at vinna dystin. Í 2. hálvleiki høvdu vit nógv meiri spæl enn mótstøðumenninir
húspláss har í Vági. Torkil og hon komu at kennast og tey giftust tann 18. febr. 1937. Tey búsettust á Løðhamri, og har búgva tey enn tann dag í dag. Tey høvdu ta stóru eydnu at kunna halda krúndiamantbrúdleyp [...] timburmonnum til Íslands at smíða nøkur ár. Heimkomin úr Íslandi bleiv hann heilsubrekaður í longri tíð, men hann fall ikki í fátt og kom fyri seg aftur. Hann keypti sær ein lastbil, og tá onki var at koyra
ið, sum gav sløk 11% tilsamans í tvey ár, hevur lagt støðið. Nú Fíggjarmálaráðið hevur ógildað tann tann sáttmálan, er tað trupult at verja so stór lønarkrøv, sum arbeiðarafeløgini eru komin við. ? Tey [...] lønarkrøvini hjá arbeiðarafeløgunum eftiurlíkað, hevði føroyski búskapurin kollsiglt uppá heilt stutta tíð. Jan Mortensen á Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at tað kemur aldrin upp á tal at ganga krøvunum
fleiri ferðir var eisini heilt nær við, at hetta eydnaðist teimum, og millum annað máttu gøtumenn onkun tíð taka træverkið til hjálpar, fyri at bólturin ikki skuldi fara inn. Og so gekk tað, sum tað so ofta [...] heimavølli móti EB/Streymi, og skulu vágamenn vinna seg víðari, er alneyðugt við sigri í hesum dysti. Til tann dystin vóna tey har vesturi tó, at liðið er nakað styrkt, tí brasilski álopsmaðurin, sum leingi hevur [...] ávegis, hevur nú fingið øll pappírsviðurskifitni í rættlag, soleiðis at hann væntandi verður við til tann dystin. Dysturin í tølum: GÍ ? FS Vágar 2-0 (1-0) 1-0: Súni F. Johannesen 2-0: Bartal Eliasen