Betri umlætting

Tíðindaskriv frá Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið frættir fegin frá fólki við royndum frá umlætting, serliga frá teimum við meiningum um, hvussu slík umlætting gerst ein góð uppliving fyri allar partar.
Alzheimerfelagið er komið við í eina norðurlendska verkætlan við svenska heitinum: "God korttidsvård vid demens - bättre livskvalitet". Norðurlendska Ráharraráðið stuðlar verkætlanini, sum skal brúkast til at bøta um umlættingina. Demensfeløgini í Finlandi, Álandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi og nú eisini Føroyum samstarva um verkætlanina. Úrslitið verður ein vegleiðing um góða siðvenju. Í hesum sambandi vil felagið fegin koma í samband við fólk við demenssjúkum og næstringar teirra við einari meining um, hvat eitt gott umlættingartilboð er.

Tað noðurlendska samstarvið
Í Norðurlondum búgva nøkur hundraðtúsund fólk við demenssjúkum. Flestu teirra verða í nógv ár búgvandi heima hjá sær sjálvum. Fyri nógv gevur hetta lívsvirði, so leingi tann sjúki og tey avvarðandi ynskja tað soleiðis. Av og á kemur tað fyri, at næstringarnir hava brúk fyri, at onkur annar tekur yvir eina løtu. Hendan verkætlanin gevur so feløgunum møguleika fyri miðvíst at savna royndir við umlætting.
Á Norðurlendska fundinum í 2001 varð avgjørt at kanna nágreiniliga ta vanligastu siðvenjuna fyri umlætting. Føroyska felagið var fyrstu ferð við á norðurlendskum fundi í ár, og kom tá við í hesa verkætlanina. Meiningin við umlætting eigur at vera at varðveita førleikan hjá teimum, sum hava demens, samstundis sum tey avvarðandi fáa høvi at hvíla seg, savna megi og hava tíð at taka sær av sær sjálvum eina løtu.

Stirvnir umlættingarmøguleikar
Sambært teimun norðurlendsku Alzheimer- og demensfeløgunum fáa fólk við demenssjúkum og teirra avvarðandi alt ov lítlan stuðul at vera heima. Umlættingartilboðini eru antin ikki nóg smidlig ella ikki lagað til tann einstaka. Endamálið er at skilja týdningin av góðari umlætting og skal lýsa dømi úr ymsu londunum. Tað eru sjónarmiðini hjá brúkarunum, sum skulu leggja støðið undir eina felags fatan av dygdini.
Í dag kenna nógv avvarðandi órógv á sær, tá ið tey lata teirra demenssjúku á stovn. Hetta kann føra við sær, at tað kann vera torført at gleða seg yvir sína egnu frítíð. Fólk við demenssjúku kunnu uppliva, at umlættingin hevur ikki tey røttu tilboðini. Úrslitið verður, at tey uppliva ikki kensluna av at vera til nyttu og at brúka øll tey evnini, tey framvegis hava.
Tí vil felagið sum nevnt fegin frætta frá fólki við royndum frá umlætting.