Verkfall
? Verða lønarkrøvini hjá arbeiðarafeløgunum eftiurlíkað, hevði føroyski búskapurin kollsiglt uppá heilt stutta tíð.
Jan Mortensen á Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at tað kemur aldrin upp á tal at ganga krøvunum hjá arbeiðarafeløgun um á møti.
?Gera vit tað, koyra vit føroyingar út av eggini. Og so nyttar tað lítið, at vit fara útav við fullum lumma av pengum, sigur hann.
Hann sigur, at lønarhækkingarnar í Føroyum hava verið ógvuliga stórar seinastu árini.
? Og tað ber ikki til at hækkinginarnar skulu halda fram við somu ferð. Verða lønarhækkingarnar í Føroyum áhaldandi nógv størri enn í londunum rundanum okkum, missa vit kappingarførið og so eru vit í kreppu av álvara.
Hann sigur, at 99% av tí, vit liva at, er fiskur og laksur, sum vit flyta út og tí er tað umráðandi hjá okkum at varðveita kappingarførið, annars máa vit støðið undan búskapinum.
Sostatt kemur tað aldrin upp á tal at góðtaka eina lønarhækking sum líkist tí, ið arbeiðarafeløgini hava kravt.
? So ger tað ikki mun um maskinmeistararnir hjá SEV sløkkja ljósið ella ikki, tí tá verða Føroyar sløktar kortini, sigur hann.
Jan Mortensen sigur, at tískil væntar hann eitt drúgvt verkfall.
? Tað er lítil ivi um, at verkfallið verður drúgt, sigur hann.
Hann sigur at sjálvsagt kostar eitt verkfall vinnulívinum nógv
? Men Arbeiðsgevararnir hava tvinnar kostir: Antin velja teir tað løttu loysnina og góðtaka krøvini fyri at sleppa undan verkfalli og sostatt fáa ein løtuvinning.
Hin kosturin er at taka samfelagsatlit og at taka slagið nú, fyri at bjarga búskapinum í longdini.
Hann sigur, at arbeiðsgevararnir velja seinnu loysnina.
Stórur munur
Jan Mortensen sigur, at upprunaliga vildu arbeiðsgevararnir lata 2,5% í lønarhækking um árið í tvey ár. Hinvegin kravdu arbeiðarafeløgini 16,48 krónur, sum svarar til 17,9%.
? Eftir semingsuppskotinum skuldi lønarhækkingin verða útvið 7% tilsamans tey bæði næstu árini og tað góðtóku arbeiðsgevarafelagið.
Arbeiðarafeløgini halda, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur havt størri leiklut í hesum samráðingum, enn gott er?
?Vit leggj a okkum ikki út í, hvat Karsten Hansen ger. Men arbeiðsgevarafeløgini hava sagt, at sáttmálin ímillum SEV og maskinmeistarafelagið, sum gav sløk 11% tilsamans í tvey ár, hevur lagt støðið. Nú Fíggjarmálaráðið hevur ógildað tann tann sáttmálan, er tað trupult at verja so stór lønarkrøv, sum arbeiðarafeløgini eru komin við.
? Tey kunnu hvørki verjast í búskaparligu gongdini, prísvøkstrinum ella í lønarhækkingunum í grannalondum okkara, sum eru væl lægri enn í Føroyum, sigur Jan Mortensen.