møguliga at taka HB á bóli í onkrum kontra-álopum, men hetta riggaði als ikki. Við tvey mála leiðslu frá fyrru hálvfinaluni hevði HB nevnliga ikki fyri neyðini at leypa á við so nógvum fólki. Teir spældu [...] vórðu tømd fyri fólki. Hartil kom, at tá VB royndi seg við mótálopum, var talan aloftast bert um einar tveir ella tríggjar spælarar, sum fóru niðaneftir, og tí hendi tað aloftast, at álopini vórðu steðgaði [...] liðið. Kreppa Hesa seinastu vikuna hevur verið ført fram í miðlunum, at fleiri leikarar eru rýmdir frá VB, og søgurnar hava eisini gingið um, at aðrir eru ávegis úr felagnum. Um hetta seinasta er rætt ella
tey skula gloyma hvørji tey eru, men at tey læra føroyska mátan at hugsa, og hvussu vit skilja okkum frá øðrum fólkasløgum. Málið er eisini ógvuliga umráðandi. Føroyingurin hevur beinanvegin hug at tosa teirra [...] klárað at lært málið bæði í skrift og talu. Skjótt og kontant Niðri er vanligt at umsøkjarin bíðar einar 6-8 mánaðir og í ringastu førum eitt ár áðrenn avgerðin kemur. Tað ger tað sera tungt bæði búskaparliga [...] svar, tí eitt danskt skrivstovufólk ikki kennur til føroyskar umstøður. Undirritaði fekk eitt bræv frá Udlændingestyrelsen um at eg ikki kundi fáa svar, tí eingin databasa er í Føroyum sum avdúkar støddina
Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, menn frá mansstevnuni luttaka. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Juliu og Eyðun Zachariasen, Ísaksgøtu 12. Øll [...] hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Leirvík Í kvøld fara vit til Fuglafjarðar á ungdómsmøti. Bilar koyra frá húsinum kl. 19.45, kom og ver við, lat okkum vera nógv, ið fara. Sunnukvøldið kl. 18 møti, øll eru [...] 20 evangel. møti við luttøku av ungdómskórinum hjá Evangeliihúsinum. Sunnudagin kl. 10.30 møti við Einar Joensen og kl. 19 evangel. møti við Dánjal á Dul Jacobsen. Mánakvøldið kl. 20 verður undirvísing við
bólturin fór upp um hondina og í netið. Sjónvarpsupptøkurnar vístu, at bólturin stakk í svørðin einar tveir metrar frá málverjanum, og vætan setti eyka ferð á. Heilt øðrvísi Herfølge vann 3?2, tí teir skoraðu [...] venjaranum var, at vit skuldu liggja aftarlaga og spæla bóltin ímillum okkara, men hetta komu vit ikki væl frá. Í 2. hálvleiki fóru vit longri fram á vøllin og trýstu mótstøðumenninar, og tá verjan hjá teimum ikki
Heini hevði lagt kogin vísti klokkan hjá honum, at hann bara hevði einar fimm minuttir eftir, meðan klokkan hjá John Rødgaard boðaði frá, at hann hevði eini trý korter eftir. Avgerandi talv Sum sagt settust [...] Samuelsen, sum plagar at skriva um talv her í blaðnum, megnaði við hvíta fólkinum ikki at fáa nakað frá John Rødgaard. Í øðrum umfari var Heini Olsen mótstøðumaðurin hjá John Rødgaard. Tað serliga við uppgerðini
Kostnaðarmikla oyggjalandið Føroyar hevur bert verið atvoldin til útreiðslur og trupulleika, mett frá danskari síðu, og tað er hetta, sum kann gerast okkara lagna. Tað besta fyri danska skattgjaldaran [...] bert sítt ?fata morgana?, og vil sjálvt sleppa at stýra, hava fult vald, og samstundis hava stuðul frá Danmark í øðrum viðurskiftum. Í sambandseygum er hetta einki annað enn dupultur moralur. Sjálvstýrisrúsurin [...] bert tann føroyski parturin, sum landsstýrið leggur upp til. Danska stjórnin fer neyvan at góðtaka einar Føroyar uttanfyri felagsakapin, har Føroyar hava rætt til núverandi ágóðar: ?ES pass (atgongd til
settu ferð á, fyri síðani at høgga til. Sum nevnt omanfyri, so fingu hoyvíkingarnir fleiri mál úti frá vinstru síðu, og vóru tað her Rene D. Olesen og síðani Tróndur Vatnhamar, sum fingu nógv á skafti. [...] sæð Hjalmar og Kristian dømt, so skulu teir hava rós fyri, at teir megna at halda eina javna linju frá dysti til dyst, eins og teir tora at taka tær avgerðir, ið skulu takast. Tað eru í hvussu so er ikki [...] D. Olesen 5, Rene D. Olesen 5, Annfinnur N. Debes 4, Tróndur Vatnhamar 3, Olaf Vestergaard 2 (1), Einar Brimnes 1 Tjaldur: Sverri Justinussen 6 (1), Tummas Magnussen 4, Elias Hansen 4, Pole Hansen 3 (1)
Gávumildur vart tú sum eingin annar. Eg og okur øll takka tær fyri allan tann fiskin, okur fingu frá tær gjøgnum árini. Sum onkur eisini skrivar á Facebook-vanga tínum um týtt gávulyndi: "Ert tú svong [...] sína tilveru upp aftur her í Føroyum. Hassi kom eisini við tær til sjós. Hinvegin vóru eisini boð frá Jesuspápa eftir Hassa nakað eftir heimkomuna í Vági, tíverri. Nevnast skal eisini, at Hassi var ein [...] tykkum í dag, góðu tykur øll tey nærmastu, sum eftir sita, Genesis, Adrian, Marita, Ingvard, Rebekka, Einar, Sunnrid, Aksel og Rannvá. Má Harrin styrkja tykkum øll í sorgini. Levi Mørk
arbeitt á “Einars prent” og “Klaksvíkar prentsmiðju”. Síðani bar leiðin aftur til “Dagprent”, áðrenn hann í 1978 byrjaði prentsmiðju í húsi sínum í Gundadali. Í 1964 giftist hann við Hjørdis Hansen frá Gøtugjógv [...] fyllir Sam Olsen 70 ár og er burturstaddur á degnum. Hann er føddur í Sørvági har mamman Sigga kemur frá. Hon kom til Havnar at arbeiða hjá Zakarias Niclasen (Zakaris á Skipafelagnum), og eftir eina tíð fór [...] havi eg siti væl inni hjá Siggu og Adler, tey vóru ógvuliga góð við okkum piltar, og drekkamunnurin frá Siggu við putusukur uppá breyðið var hæddarpunktið. Mamma tín Sam, ið fyri stuttum doyði, var eitt
við og fylgir henni eisini til hús. Hon greiðir gjølla frá teirra samskifti, og tað hevur verið rættuliga inniligt. Nancy fekk eisini eina gullnál frá honum. Nancy dugdi annars væl at skriva. Eitt bræv liggur [...] vitað við vissu um møðgurnar er, at tær eru báðar farnar til Danmarkar. Nancy Bjørklund greiðir frá, at tá ið hon var innløgd á sjúkrahúsi í Danmark í 1960-unum plagdi hon at fáa vitjan av eini Onnu [...] August 1917.” Nancy hevur uttan iva verið umsvermað, og romantisk hevur hon eisini verið. Hon greiður frá fleiri veitslum í klubbanum saman við manning av Beskytteren. Her tykist hon at hava verið serliga