Løgmanssteypið
Tað var longu undan dystinum greitt, at tað var ein trupul uppgáva, sum VB hevði ímóti HB, tá seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið stóð á skránni hóskvøldið.
Og skjótt eftir at dysturin var byrjaður, var tað mest sum eingin ivi um, at uppgávan fór at vera mest sum ógjørlig.
Linligt
Tað var nú ikki tað, at HB spældi so ótrúliga væl. Tað høvdu teir als ikki fyri neyðini, tí VB hevði snøgt sagt einki at bjóða uppá. Tað var ógvuliga sjónligt, at taktikkurin var at bíða á egnari hálvu, fyri møguliga at taka HB á bóli í onkrum kontra-álopum, men hetta riggaði als ikki.
Við tvey mála leiðslu frá fyrru hálvfinaluni hevði HB nevnliga ikki fyri neyðini at leypa á við so nógvum fólki. Teir spældu seg ofta niðan eftir VB hálvuni, men alla tíðina við skili, og onga tíð soleiðis, at verja ella miðvøllur vórðu tømd fyri fólki.
Hartil kom, at tá VB royndi seg við mótálopum, var talan aloftast bert um einar tveir ella tríggjar spælarar, sum fóru niðaneftir, og tí hendi tað aloftast, at álopini vórðu steðgaði langt áðrenn teir av álvara komu nær brotsteiginum.
Hóast HB kanska ikki legði so øgiliga nógv fyri í álopspartinum, so megnaðu teir tó fleiri ferðir at skapa vandastøður, og vágbingar mundu í steðginum vera fegnir um, at munurin longu tá ikki var fleiri mál. Fyrst bjargaði dómarin teimum, tá hann dømdi (eitt ógvuliga lítið) fríspark móti Andrew av Fløtum, tá hesin stútaði bóltin í kassan, og síðani vóru fyrst stongin og síðani tvørtræið fyri, tá Jón Rói Jacobsen royndi seg í góðari skotstøðu.
Andrew avgjørdi
Í seinna hálvleiki var gongdin ikki stórt øðrvísi enn í fyrra. HB hevði framvegis alt spælið móti einum sera tomum mótstøðuliði, men í mun til fyrra umfarið, so gingu nú ikki nógvir minuttir, fyrr enn bólturin var í netinum.
Nenad Zivanovic, sum fyri tað mesta hevði alt ov góðan hug á bóltinum, misti, tá hann uttan uppbaknin royndi at smoyggja sær ímillum tveir HB-leikarar. Endin av øllum var, at Andrew varð leiktur leysur, og tó at hann var um at missa bóltin útav, so fekk hann skumpað bóltin til Rúna Nolsøe, sum var eirindaleysur móti bygdarfeløgum sínum, tá hann sendi bóltin í netið.
Tíggju minuttir seinni kundi Andrew sjálvur økja. Hetta hendi eftir brotsspark, sum hann sjálvur hevði vunnið liðnum, og tá Bjarni Johansen satsaði og tveitti seg, var Andrew sera kølin og lobbaði bóltin mitt í málið.
Talan gjørdist bert til ta eina, sum Andrew skeyt eftir eitt-tvey samanspæl við Nico Dogaru, men tað var einamest HB sjálvum at takka, at málini ikki gjørdust fleri. Jón Rói Jacobsen skuldi havt skotið í minsta lagi eini tvey-trý mál við teimum møguleikum, sum hann hevði, og Tór-Ingar mundi skotið aldarinna mál í Gundadali, tá hann úr góðum 20 metrum sendi skrúvandi bólt á sjálva samankomingina, men tað var sum so líkamikið.
HB hevði við ivaleysum samanløgdum sigri tryggjað sær pláss í finaludystinum á ólavsøku, og tað var tað týdningarmesta fyri liðið.
Kreppa
Hesa seinastu vikuna hevur verið ført fram í miðlunum, at fleiri leikarar eru rýmdir frá VB, og søgurnar hava eisini gingið um, at aðrir eru ávegis úr felagnum.
Um hetta seinasta er rætt ella ikki, fer tíðin helst at vísa, men tað tóktist vera greitt hóskvøldið, at trætan á liðnum hevur havt árin á avrikini á vøllinum.
Tað man í øllum førum vera sera langt síðani, at vágbingar hava verið so tamir, sum teir vóru hóskvøldið. Teir arbeiddu ikki fyri hvørjum øðrum tá liðið hevði bóltin, og teir tímdu nærum ikki at renna eftir HB, tá hesir høvdu bóltin. Perónligu mistøkini vóru nógv í tali, og viljin til at rætta hesi við at fanga mistu bóltarnir aftur tóktist vera eitt stað millum lítil og eingin.
Møguliga var talan um ein kollektivan off-dag hjá vágbingum, og møguliga høvdu teir longu givið alla vón upp, áðrenn dysturin byrjaði, men verður avrikið ikki betra munandi undan komandi landskappingardystunum, kunnu vágbingar í øllum førum gloyma alt um at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið. Tá skulu teir heldur venda eyguni móti liðunum, sum liggja niðarliga á talvuni.
Dysturin í tølum
HB-VB 3-0 (0-0)
HB víðari við samanlagt 5-0
1-0: Rúni Nolsøe, 51
2-0: Andrew av Fløtum (br.), 62
3-0: Andrew av Fløtum, 74
Dómari: Birgir Sondum: Hevði helst hug at sovna av laka dystinum, og framdi tí onkur smærri mistøk. Lága ferðin gjørdi tó, at menn ongan tíð gjørdust serliga heitir, og ti kom ongan tíð nøkur øði í leikararnar.
HB: Bárður Johannesen ? Tór-Ingar Akselsen, Hans á Lag, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru ? Pætur Dahl, Andrew av Fløtum, Jón Rói Jacobsen
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Slobodan Madzar, Jón Gærdbo, Dan Djurhuus, Mortan úr Hørg ? Nenad Zivanovic