Í Eydnuni á Oyrabakka sessaðust teir tíggju telvararnir, sum í hesum døgum stríðast um FM heitið fyri einstaklingar, við borðini klokkan tvey seinnapartin í gjár. Tá fóru teir undir triðja umfarið.
Mest spennandi talvið í gjár var tað millum John Rødgaard og Flóvin Þór Næs. John er tann av føroysku telvarunum sum hevur hægst styrkistal. Saman við Heina Olsen er styrkistalið hjá John Rødgaard 2335. Flóvin Þór Næs er tann føroyski telvarin, sum hesa síðstu tíðina hevur gjørt mest við telvingina. Ungi maðurin hevur ferðast í fleiri londum, hann hevur fleiri ferðir staðið seg væl, og tað hevur verið mett, at Flóvin, sum hevur 2235 í rating, sum tað eitur á talvmáli, fór at vera ein av favorittunum í FM kappingini fyri einstaklingar.
Flúgvandi byrjan
John Rødgaard hitti í fyrsta umfarinum ein av ungu telvarunum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum plagar at skriva um talv her í blaðnum, megnaði við hvíta fólkinum ikki at fáa nakað frá John Rødgaard.
Í øðrum umfari var Heini Olsen mótstøðumaðurin hjá John Rødgaard. Tað serliga við uppgerðini millum hesar báðar, sum hava hægst styrkistal av øllum teimum føroysku telvarunum, er, John Rødgaard vann FM í fyrra árið, og at Heini Olsen vann FM í fjør. Tá Heini Olsen vann kappingina í Klaksvík í fjør, var tað m.a. tí, at honum eydnaðist tíðliga í kappingini at vinna á John Rødgaard, sum ikki var serliga væl fyri.
Sunnudagin var eingin ivi um, hvør stóð seg betur. John Rødgaard tóktist ógvuliga uppsettur og stak væl fyrireikaður. Heini Olsen plagar altíð at vera stak væl fyrireikaður til einstøku talvini, men hesa ferð brúkti hann væl meiri tíð, enn hann plagar. Tlvið kom ikki til 30 leikir. Tá Heini hevði lagt kogin vísti klokkan hjá honum, at hann bara hevði einar fimm minuttir eftir, meðan klokkan hjá John Rødgaard boðaði frá, at hann hevði eini trý korter eftir.
Avgerandi talv
Sum sagt settust John Rødgaard og Flóvin Þór Næs við sama borð klokkan tvey í gjár. Flóvin hevði hvíta fólkið. Í gjár mettu teir í Eydnuni á Oyrabakka, at tað var rættuliga avgerandi fyri spenningin í kappingini, at tað í hvussu so er skuldi eydnast Flóvini at fáa eitt hálvt stig.
Undan talvinum í gjár hevði Flóvin hálvt annað stig. Í fyrsta talvinum vann hann á Rana Nolsøe, formanninum í Talvsambandinu, sum tekur lut í kappingini, og í øðrum umfari fekk Flóvin javnt móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Carl Eli bjóðaði remis.
Heini drúgvur
Heini Olsen hevur í teimum fyrstu talvunum fingið eina soltnari úrtøku, enn hann plagar at fáa. Í fyrsta umfarinum hevði hann svarta fólkið móti bygdarmanninum úr Klaksvík, Ólavi Simonsen, og ta ferðina endaði tað remis.
Sambært Arildi Rimestad, sum er formaður í føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn og sum er komi til Føroya at vera kappingarstjóri í FM kappingini, so metti Heii Olsen sjálvur, tá teir hugdu upp á talvið, at hann hevði staðið verri í tí enn Ólavur Simonsen.
? Heini plagar at vera drúgvur kappingartelvari, og eg ivist einki í, at tað er góður møguleiki fyri, at hann fer at teljast millum teir fremstu, tá kappingin verður liðug leygardagin. Í fjør var tað kostnaðarmikið hjá John Rødgaard, at hann ikki stóð seg væl í fyrstu umførunum. Hann endaði millum teir fremstu, men tað eydnaðist honum ikki at vinna. Og soleiðis er tað møguleiki fyri, at tað fer at enda hjá Heina hesa ferð, sigur kappingarstjórin, sum letur væl at kappingini.
? Tað hava ikki verið nógvir áskoðarar higartil, men tað man fara at broytast, sum tað líður út á kappingina. Eg hevði roknað við, at fleiri fara at koma skírisdag og langa fríggjadag og eisini páskaaftan, tá níggjunda og síðsta umfarið er á skránni.
Tá tað í gjár varð farið undir triðja umfarið, var tað bara ein telvari, sum framvegis var blankur á stigatalvuni. Tað var Eyðun Nolsøe, sum í fyrsta umfarinum tapti við hvíta fólkinum móti Torbirni Thomsen, og sum í øðrum umfari tapti við svarta fólkinum móti Martin Brekká.
Úrslitini í landsliðsbólkinum
1. umfar
Carl Eli Nolsøe Samuelsen?John Rødgaard 0?1
Flóvin Þór Næs?Rni Nolsøe 1?0
Herluf Hansen?Martin Brekká 1?0
Eyðun Nolsøe?Thorbjørn Thomsen 0?1
Ólavur Simonsen?Heini Olsen 1/2?1/2
2. umfar
Carl Eli Nolsøe Samuelsen?Flóvin Þór Næs 1/2?1/2
Rani Nolsøe?Herluf Hansen 1?0
Martin Brekká?Eyðun Nolsøe 1?0
Thorbjørn Thomsen?Ólavur Simonsen 0?1
John Rødgaard?Heini Olsen 1?0
Í gjár varð telvað soleiðis
Herluf Hansen?Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Flóvin Þór Næs?John Rødggard
Eyðun Nolsøe?Rani Nolsøe
Ólavur Simonsen?Martin Brekká
Heini Olsen?Thorbjørn Thomsen
Í fjórða umfarið, sum verður í morgin, er skráin henda
Carl Eli Nolsøe Samuelsen?Eyðun Nolsøe
Flóvin Þór Næs?Herluf Hansen
Rani Nolsøe?Ólavur Simonsen
Martin Brekká?Heini Olsen
John Rødgaard?Thorbjørn Thomsen