Grikkalands at arbeiða á einum málskúla. Har var hon í eitt ár, men fór við yngstu dóttrini, sum byrjaði á handilsskúla í Danmark. Hon fekk tá starv á Norrøna Eftirskúlanum, og seinni á donskum ungdómsskúla [...] sum búleikast á ovastalofti. Av og á verða tær royktar út, men tær finna altíð innaftur. Tá tað er myrkt koma tær fram, hanga undir gardinunum ella undir sofuni, og so noyðist hon at fara á flogmúsaveiðu [...] um at vera á varðhaldi um næturnar, og hin er á varðhaldi um dagin, sum samstundis røkir urtagarðin. Umframt tað hevur Elna Skylv Hansen eina arbeiðskonu, sum kemur til arbeiðis kl. átta á morgni. Hon
fleiri landsliðsspælarar á Fram-liðnum. Sjálvur satsi eg uppá at sleppa við til Gotlands, og vónandi fáa vit eisini eitt betri úrslit enn seinast, sigur hann. Á seinastu oyggjaleikunum á Jersey í 1997 endaði [...] so líðandi veikleikarnar á Fram-liðnum, og tann størsti av hesum hóskvøldið var blokkurin, og servimóttøkurnar sviku eisini. Miðjan kom ikki við, og tí varð ov nógv trýst lagt á kantspælararnar. Tað dugdi [...] settið í land. Hesi bæði fyrstu settini vóru hørð og vardu meir enn ein tíma tilsamans. Triðja sett var eisini javnt, men nú var tað Fleyr, sum hevði yvirvágina. Teir gjørdu nakrar broytingar á liðnum.
Orsøkin er rættiliga greið: Fólkið á Landsverkfrøðinginum hevur ein førning á sínum herðum, sum vit ikki soleiðis uttan víðari vilja kasta fyri borð. Føroya fólk hevur krav uppá upplýsingar hesum viðvíkjandi [...] Hendan spurningin blanda vit okkum sum so ikki í, og sum skilst á løgmanni í útvarpinum hóskvøldið, so er hesin spurningur um at koma undir land. Fyrisiting Landsverkfrøðingurin hevur ein 50 ára gamlan fy [...] røðinginum í teim vánaligu tíðunum kundu søkja sær starv alla møguliga staðni á knøttinum? Hvat er grundin til, at fólk á Landsverkfrøðinginum leggja so nógv fyri í sambandi við t.d. kavaruddingina? Vit
telefonuppboðssøluna. Útróðrarmenn hava leingi fýlst á sømdirnar, sum fiskaseljarar fáa frá Fiskamarknaðinum, umframt at teir halda, at tað er ov dýrt at selja á uppboðssøluni. Tí er tað meiri enn eitt ár síðani [...] hevur verið arbeitt við málinum og nú er komið undir land. Esse Petersen í Norðdepli, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at telefonvekslarin er á veg til Føroyar og hann verður settur upp fyrsta dagin [...] Nú verður heilt skjótt ein uppboðssøla afturat fyri fisk sett á stovn í Føroyum. Sostatt eru útlit til, at kappingin um fiskin undan Føroyum verður enn harðari, enn hon hevur verið. Tað eru útróðrarmenn
eru á skránni, og um vikuskiftið slapst ikki undan hesum. Talan var um ein bil, ið skuldi yvirhála ein annan, og tá hann skuldi koyra inn aftur á sína egnu koyribrey, misti førarin tamarhaldið á bilinum [...] fingu Vaktar- og Bjargingartænastan og løgreglan í Havn boð um, at ein glasfipurbátur hevði rent á land á Tjørnunesi í Nólsoynni. Báturin var farin at leka, men hann kláraði tó sjálvur at sigla til bygdina [...] ungfólkum, ið vóru á veg til Klaksvíkar til arbeiðis. Løgreglan í Klaksvík sigur, at bilurin gleið í hálkuni og fór út av vegnum. Bilurin fekk stóran skaða, og fólkini vórðu beinanvegun flutt á skaðastovuna
øktum og mennandi samstarvi millum Føroyar og umheimin á bæði tí vinnuliga, handilsliga og tí mentanarliga økinum. Hesum eiga vit at geva gætur. So tit á Smyril Line skulu vita, at tit við at varðveita og [...] hevur víst seg at hava dirvi og hegni til at taka á seg nýggjar avbjóðingar og verður í dag flogið til mestsum somu lond sum Smyril Line eisini hevur á síni ferðaskrá. Atlantsflog fór í fjør undir at flúgva [...] tora at flúgva, men eisini hetta, at tú kanst hava bilin við, hevur nógv at siga. Smyril Line og Norrøna eru komin fyri at verða. Tó so, at tað fyrr ella seinni verður neyðugt við nýggjum skipi. VIT kunnu
flokkum er tað nærum vorðið siðvenja at finnast at hesi skipan, sum ber hansara navn ? uttan at vísa á nakað alternativ. Sjálvur má eg eisini viðganga, at eg havi verið uppi í kórinum. Og tað er ov bíligt [...] gera sítt ítarsta fyri at skapa nakað nýtt og haldgott. Her liggja stór framtíðarvirðir fyri okkara land, ið vit sum politikarar eiga at virðismeta og motivera, heldur enn at køva í politiskum kegli. Í øðrum [...] høvi at gera hetta í sambandi við viðgerðina av kommunuálitinum og einum nýggjum uppgávubýti millum land og kommunur. Fyribils skjóti eg upp, at vit politiskt skulu miða eftir hesum ynskjum og krøvum til
hvat skilst á Høgna Hoydal, so er hann sannførdur um, at úrslitið sum nevndirnar koma til, fara at vísa, at einki er til hindurs fyri at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugar. ? Eg havi sett gongd á hesi mál [...] førir politikk á øllum økjum. Eitt nú var okkara leiklutur í landsverkfrøðingsmálinum at fáa semju um, at tá slík mál verða sett í verk, skulu tey gerast soleiðis, at øll starvsfólkini á stovninum skulu [...] mál, fyri at fáa svar upp á spurningar, sum altíð hava verið tengdir at fullveldismálinum: Hvørjar avleiðigarnar eru, og hvussu vit kunnu byggja eina føroyska skipan upp, eins og hvussu vit kunnu lívbjarga
tískil komu útlendsk skip eisini til lands at kroka um vikuskiftið. Fríggjadagin komu tey trý norsku svartkjaftaskipini Zeta, Eros og Smaragd, ið øll eru úr Ålesund, inn á Havnina at kroka. Hesi royna øll [...] lá meginparturin av tí føroyska fiskiflotanum inni og krokaði fyri ódnarveðrinum, ið leikaði bæði á sjógvi og landi. Eisini avlýsti SL allar ferju- og bussleiðir fríggjakvøldið, orsakað av óveðrinum.
tískil komu útlendsk skip eisini til lands at kroka um vikuskiftið. Fríggjadagin komu tey trý norsku svartkjaftaskipini Zeta, Eros og Smaragd, ið øll eru úr Ålesund, inn á Havnina at kroka. Hesi royna øll [...] lá meginparturin av tí føroyska fiskiflotanum inni og krokaði fyri ódnarveðrinum, ið leikaði bæði á sjógvi og landi. Eisini avlýsti SL allar ferju- og bussleiðir fríggjakvøldið, orsakað av óveðrinum.