Inn at kroka

Ringt var í sjónum av tí nógva vindinum, ið var um vikuskiftið, og tískil komu nógv skip inn at kroka.

Í ódnarveðrinum um vikuskifti lá meginparturin av tí føroyska fiskiflotanum inni og krokaði fyri ódnarveðrinum, ið leikaði bæði á sjógvi og landi. Eisini avlýsti SL allar ferju- og bussleiðir fríggjakvøldið, orsakað av óveðrinum. Men tað eru ikki bert føroysk skip í føroyska sjóøkinum, og tískil komu útlendsk skip eisini til lands at kroka um vikuskiftið.

Fríggjadagin komu tey trý norsku svartkjaftaskipini Zeta, Eros og Smaragd, ið øll eru úr Ålesund, inn á Havnina at kroka. Hesi royna øll eftir svartkjafti við Føroyar, men orsakað av ringum veðri, hava tey ikki fingið fiskað teir seinastu fjúrtan dagarnar.

Skipini lógu við molan til illveðrið var av, og fóru tey avstað aftur til fiskiskap sunnukvøldið, tá veðrið var av tí besta.