peilaði av og var rættiliga tilvitaður um nýggju kósina. Eftir at hava gingið barnaskúlan hjá Christiani Høj og øðrum góðum monnum kom hann væl kálvføddur yvir um fjørðin og tók preliminerprógv við Glyvra Skúla [...] at faksa røðurnar yvir um fjørðin og so fekk hann hina frumbornu Sóley at telduskriva tær fyri meg, í einum formati tær kundu røðast burturúr, soleiðis virkaðu vit longu tá yvir um floksmørk. Sofus var [...] í Stranda bygd er eftirhondini so long, at onki løgið er í, um fólk eru farin at óttast um gongdina, og eru farin at spyrja seg sjálvi, um hetta er rættskikkað, sum tað gongur. Harrans vegir eru tó ikki
Janusi er óivað minnisvarðin, Móðurmálið, reistur til minnis um faðirin at føroyska skriftmálinum, W.U. Hammersheimb, undir gamla Landsbókasavninum um tað mundið, tá skriftmálið var 100 ár. Varðin varð avdúkaður [...] hesi prentini, sum sýna krokandi seyðir, bátar og fólk á støðni, útróðrarbatin á ferð oman gjøgnum fjørðin, skip og bátar við bryggju, fuglar og skiftandi skýrák, eru kanska tey mest fólkakæru í list Janusar [...] 73 ár síðani, at tann 17 ára gamli havnardrongurin fór til Keypmannahavnar á listaskúla, har hann skuldi læra at tekna og mála, áðrenn hann søkti inn á myndhøggaraskúlan á Kunstakademinum. Ì Keypmannahavn
ófør óløgi suður gjøgnum fjørðin og skipið lá nú nógv undan alduni. Tað fyrsta kastar afturendan upp í loft, men tað liggur sum flesin, komið fram um tvørs brýtur tað tvørtur um bátin frá báðum síðum og [...] aftur, at hann skuldi ankra. Fugloyingar sóu, at bæði skipini ankraðu á ringasta plássinum. Símun Hansen, sum var lærari í Fugloy, sá tilburðin, og í 1952 skrivaði hann í Norðlýsinum um hendingina: - Í [...] bjargingarbátar við ávikavist trimum og fimm monnum sóust, men veðrið var so ringt, at hugsningur var ikki um at koma teimum til hjálpar. Tilsamans vóru líkini av seks monnum funnin, tríggir matrósar úr handi
ið hevði nívt meg, kom út. Eg fekk eisini ráð frá fólki um, hvussu eg skuldi koma upp undan aftur. Millum annað lærdi eg um, hvussu eg skuldi arbeiða við kenslunum og koma víðari á leiðini. Hetta hjálpti [...] arbeiða fram ímóti. Í dag hugsi eg kortini nógv um øll tey ungu, sum í dag ganga í skúla. Summi teirra eru í somu støðu, ið eg var í tá. Hvørja hjálp fáa tey, um so er, at tey fáa nakra? Noyðast tey, eins og [...] Men tað eigur hon! Eg veit í hvussu so er, at um sonurin hjá mær ein dag kemur heim og sigur, at hann ikki hevur tað gott í skúlanum, fari eg ikki at leggjast á boðini og lata sum einki. Eg ivist ikki í
Vit tosa nú um javnvág og yvirskot á fíggjarlógini. Hetta í sær sjálvum er tað sum ger, at vit aftur kunnu tosa um at velja hvør íløgan skal verða. Íløgan Uttan mun til hvørja íløgu, vit tosa um, so er tað [...] íløgan skuldi lánsfíggjast, samstundis sum landskassin var á veg inn í alt ov stóra lánibyrði. Tað var so gott sum eingin, sum setti spurnartekin við teknisku loysnina, sum innibar at nú skuldi koyrast [...] uttan úr heimi og á veg í útheimin verða darvað, um so er at flogfarið ikki kemur ella fer til ásetta tíð. Tey, sum vegna sítt dagliga starv mugu um sundið, verða eisini darvað. At tað skal vera neyðugt
hjálpa til, verður tað neyðugt. Talan er um fólk úr allari oynni og talan er um pensjónerað starvsfólk, lesandi, og onnur, sigur Hans Pauli Henryson. Hann sigur, at skuldi onkur suðuroyingar verðið so ringur [...] dent á, at tey skulu ikki inn á sjúkrahúsið, men bíða uttan fyri, kanska í bili, tí starvsfólk koma út um at taka royndina. – Samstundis hava vit eitt gott samstarv við Strandferðsluna, so hóast talið á f [...] arbeiðis, sum tilber fyri at verja tey fyri smittu og fyri at tryggja, at vit altíð hava fólk til taks, skuldi onkur fingið smittuna. Men tey, sum ikki eru til arbeiðis, eru til taks, og eru til reiðar at møta
landsliðsleikarin staðfestir at hetta vóru sera stórir leikarar, ið hann skuldi royna seg ímóti í fyrsta landsdystinum, men fegnast um at tað gekk væl teir fyrstu tríggjar fjórðingarnar av dystinum. Tað vóru [...] Teir báðir spæla ávikavist spælskipari og vinstri vongur, og á júst hesum plássum er stór kapping um at bíta seg fastan á landsliðnum. Spæl- og liðskiparin á landsliðnum seinastu árini, Tróndur Kragesteen [...] verið einasti vinstri vongur á liðnum, og har eru óivað fleiri føroyskir leikarar, ið ætla sær at leggjast afturat honum á landsliðnum. Ímóti BSV fekk Leivur Mortensen møguleikan, og takkaði eisini fyri
skal fíggjarnevndin handað tinginum álit um fíggjarlógina fyri 2010, og langt um leingi sær út til, at samgongan í evsta tíma er vorðin meiri ella minni samd um ein og sama leist. Tað hevur leingi verið [...] fiskimonnum, sum skuldi flytast av fíggjarlógini og leggjast út á arbeiðsmarknaðin, og sum kundi spart landskassanum 42 milliónir komandi ár. Og pensjónsreformurin, sum upprunaliga skuldi spara landskassanum [...] tunlar til Kallsberg Sambært Eyðgunn Samuelsen eru tunlarnir norður um Fjall ikki partur av teirri ætlan, sum samgongan nú er samd um. Anfinn Kallsberg var fáorðaður fyrrapartin og endurtók bara, at hann
eru soleiðis, at verður farið út um mark, skal tað takast inn aftur dagin eftir. So verður Smyril seinkaður ein túr, má ein túrur leggjast burtur ímillum beinanvegin. Og um veturin er rættiliga vanligt við [...] illa røktur, at av røttum skuldi átta milliónir verðið brúktar til ymsar ábøtur, so langt efturút er Strandferðslan at røkja hann. Hilmar Eliasen, stjóri, sigur, at talan er um alla ta vanligu røktina, [...] ikki eina eyka manning, fer tað at knípa alvorliga at halda nýggju reglurnar um hvílitíð. Tey vænta at tað fer so dánt at ganga um summarið, tá ið veðrið er gott og lítlar og ongar seinkingar eru. Men hann
Tað er ivasamt um leirvíkingar fáa sín vilja um at vegaføringin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, skal leggjast omanfyri bygdina. Tað framgekk av einum kjaki í Løgtinginum nú ein dagin. [...] Norðoyatunnilin Fyrst var semja í Leirvíkar Bygdarráðið um at leggja vegin í ein tunnil undir bygdina, men tað varð kolldømt í Løgtinginum, tí tað skuldi vera ov dýrt. Ìstaðin fyri hevur Løgtingið samtykt at [...] hækkaðar og at hon tí helst verður noydd at biðja Løgtingið um eina eykajáttan fyri at kunna fremja ætlanina. Hon metti, at kanska verður neyðugt um eina eykajáttan upp á 10 milliónir. Hinvegin helt hon eisini