Frá ólavsøkupakka til plenuklippara

Samgongan fer ikki at fremja stóru bygnaðarligu sparingarnar, sum ólavsøkuuppskotið legði upp til. Í staðin verður plenuklipparin tikin í nýtslu, og tvey prosent verða skarvað av øllum rakstrarútreiðslum.

Hósdagin skal fíggjarnevndin handað tinginum álit um fíggjarlógina fyri 2010, og langt um leingi sær út til, at samgongan í evsta tíma er vorðin meiri ella minni samd um ein og sama leist. 


Tað hevur leingi verið greitt, at nakrar av teimum stóru bygnaðarbroytingunum í tí sonevnda ólavsøkuuppskotinum, sum skuldi spara landskassanum nógvar milliónir, ikki verða settar í verk í komandi fíggjarári. Og í staðin verður tann gamla “plenuklipparametodan” tikin í nýtslu, sum fer at skarva tvey prosent av øllum rakstrarútreiðslum undantikið teir stovnar, sum hava vaktarskipanir, og sum sleppa við eini skerjing niðanfyri eitt prosent. Dømi um stovnar við vaktarskipanum eru heimarøktin og sjúkrahúsini. 


Umframt hetta verða íløgurnar skerdar við omanfyri 100 milliónum, og samanlagda undirskotið sær út til at blíva knappar 800 milliónir. Men enn kunnu hesi tølini broytast, tí løgtingið manglar at blástempla roknistykkið, sum landsstýrið saman við samgongulimum í fíggjarnevndini hava telvað seg fram til seinastu dagarnar.


Reformarnir koma

Í Degi og Viku í gjárkvøldið boðaði Magni Laksáfoss úr Sambandinum frá, at hann ikki longur er partur av fíggjarlógararbeiðinum hjá samgonguni. 


Orsøkin er, at samgongan ikki fremur neyðugu reformarnar, sum ólavsøkupakkin legði upp til, og at samgongan hevur skert íløgurnar í virksemisskapandi tiltøk. Størstu reformarnir í ólavsøkupakkanum var inntøkutrygdin hjá fiskimonnum, sum skuldi flytast av fíggjarlógini og leggjast út á arbeiðsmarknaðin, og sum kundi spart landskassanum 42 milliónir komandi ár. Og pensjónsreformurin, sum upprunaliga skuldi spara landskassanum 25 milliónir, men sum heldur ikki kom á mál. 


Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinna í fíggjarnevndini fyri Javnaðarflokkin, skilir als ikki avgerðina hjá Magna Laksáfoss. 


- Tað er rætt, at stóru sparitiltøkini ikki koma á mál áðrenn 1. januar. Men tað týdningarmikla er, at hesir reformar eru settir á skinnaran og verða helst settir í verk einaferð komandi ár, sigur Eyðgunn Samuelsen.


Íløgurnar

Upprunaligi íløgukarmurin í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum var á 317 milliónum, og politiska grundgevingin fyri einum so stórum íløgukarmi var, at landið er í kreppu og hevur brúk fyri tiltøkum, sum skapa arbeiði kring landið. Nú hevur samgongan skert íløgukarmin við omanfyri hundrað milliónum, sum Magni Laksáfoss eisini hevur funnist hvassliga at. Men hesum tekur Eyðgunn Samuelsen heldur ikki undir við. 


- Ein stórur partur av íløgunum eru ikki strikaðar, men bara fluttar yvir á raksturin, tí fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum hevði plaserað ymsu játtanirnar í skeivum kategorium. Í veruleikanum hava vit bara skert íløgurnar við 50 milliónum, og tað hevði verið ógvuliga ósannlíkt, at allar hasar 317 milliónirnar høvdu verið brúktar kortini, sigur Eyðgunn Samuelsen og sipar til, at íløgukarmurin sjáldan hevur verið uppbrúktur seinastu árini. 


Men kann Eyðgunn Samuelsen ikki viðurkenna, at samgongan ikki hevur megnað at implementera teir stóru bygnaðarligu sparingarnar í hesum umfarinum og tí mátti tríva í plenuklipparan fyri at halda hallinum so dánt niðanfyri milliardina? 


- Jú jú, tað er rætt, at vit ikki komu á mál politiskt í hesi syftu. Men tað týdningarmikla er, at samgongan hevur tikið fatt í nakrar stórar reformar, sum vit kunnu arbeiða.


Eingir tunlar til Kallsberg

Sambært Eyðgunn Samuelsen eru tunlarnir norður um Fjall ikki partur av teirri ætlan, sum samgongan nú er samd um. Anfinn Kallsberg var fáorðaður fyrrapartin og endurtók bara, at hann fór at gera sítt til, at peningur verður játtaður til tunlarnar norður um Fjall.

- Nei nei, ongir pengar verða brúktir til tunlar í hesum umfarinum, sigur Eyðgunn Samuelsen.