Tað er ivasamt um leirvíkingar fáa sín vilja um at vegaføringin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, skal leggjast omanfyri bygdina.
Tað framgekk av einum kjaki í Løgtinginum nú ein dagin.
Tað var Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum vildi hava at vita, hvat samgongan ætlar at gera við vegaføringina ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin
Fyrst var semja í Leirvíkar Bygdarráðið um at leggja vegin í ein tunnil undir bygdina, men tað varð kolldømt í Løgtinginum, tí tað skuldi vera ov dýrt.
Ìstaðin fyri hevur Løgtingið samtykt at gera vegin niðri í bygdini fyri í mesta lagi 40 milliónir krónur.
Kári P. Højagaard vísti á, at tað seinasta er, at meginparturin av bygdarráðnum í Leirvík vil hava vegin omanfyri bygdina, men hesum hevur meirilutin í Løgtinginum ikki viljað lurtað eftir.
Men Tá ið Bjørt Samuelsen svaraði, helt hon seg mest til løgtingssamtyktina, sum er gjørd um at leggja vegin niðri í bygdini.
Hon segði eisini, at tær ognartøkur, sum tað var neyðugt at fremja í hesum sambandi, eru gjørdar.
Kortini segði hon, at síðani samtyktin varð gjørd, eru prísirnir hækkaðar og at hon tí helst verður noydd at biðja Løgtingið um eina eykajáttan fyri at kunna fremja ætlanina.
Hon metti, at kanska verður neyðugt um eina eykajáttan upp á 10 milliónir.
Hinvegin helt hon eisini, at sama hvør loysn verður vald, koma vit í stríð við fólkaræðið, tí tað seinasta er, at meirilutin í Leirvíkar bygdaráð hevur mælt til at gera vegin omanfyri bygdina og tað er eisini álvarsamt ikki at lurta eftir leirvíkingum.
Hon legði afturat, at á fíggjarlógini fyri 2009 er ætlanin at seta nóg mikið av peningi av til at gera vegin lidnan fyri.
Andreas Petersen, løgtingsmaður, vísti á, at Landsstýriskvinnan hevði eitt at gera og tað er at fylgja tí, sum er samtykt um at gera vegin niðri í bygdini.
- Tann samtyktin er gjørd eftir tilmæli frá einum meiriluta í bygdaráðnum í Leirvík.
Alfred Olsen staðfesti, at verður nú neyðugt við eini eykajáttan, kostar vegurin nú næstan tað sama sum ein tunnil undir bygdini hevði kostað og sum semja upprunaliga var um.