heldur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow. Í blaðnum í dag hava vit eina greinarøð um rumbið á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu, og vit fara í eina tíð at grava djúpari í evninum við fleiri [...] staðfestir formaðurin í Pedagogfelagnum. - Somuleiðis, so hevur Tórshavnar kommuna ikki prísjavnað rakstrarjáttanirnar í fleiri ár, og tað merkir í veruleikanum, at stovnarnir í kommununi hava verið spardir [...] Leingi hevur verið rópað varskó innan dagsstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Vit hava í áravís hoyrt um sjúkrafráverur, álvarsama strongd, uppsagnir og stórt ónøgdsemi millum bæði leiðslu, starvsfólk og
juli og august, men streymurin av ferðafólki byrjar so smátt longu í apríl og heldur fram út í oktober. - Í tíðini frá oktober og út í apríl ella mai, er mest skeiðvirksemi, og vit halda, at Gjáargarður er [...] upplivilsi – eitt upplivilsi, sum festir seg í minnið sum nakað serstakt, fjálgt og hugnaligt. Stór avbjóðing Vit spurdu Eirik Suna, hvussu hann hevur trivist í hesum starvi tey árini, hann hevur staðið á [...] nógvum fólki í senn. Í summar hava vit faktist havt eini 50-70 fólk, sum hava gist og verið til morgunmat hvønn morgun. Men hetta er so bara um summarið, leggur hann aftrat. Mest er at gera í juni, juli
ir og kjak í útvarps- og sjónvarpsstovum. Álit eru skrivað upp í leypar um hetta mál umframt, at arbeiðsbólkar hava sitið í hópatali og viðgjørt spurningin um, hvussu eldraøkið skal skipast. Nevnast [...] Annika Olsen, Landsstýriskvinna í almannamálum ----------- Tikið verður til, at leingi er tað, ið væl skal vera. Í politisku skipanini hevur tað tey seinastu 20 árini verið tosað um at leggja eldraøkið [...] størsta tørvi fær í boði eitt samskipað heildartilboð. • At allar avgerðir skulu takast út frá einari fakligari tørvsmeting. • At borgarar skulu í størst møguligan mun verða hoyrdir í týðandi umskipanum
Ólavsøkuni eru allar fluttar inn áðrenn høgtíðin byrjar. Kvinnuhúsið verður ikki brúkt til at krógva seg í, í nakrar dagar, t.d. á Ólavsøku. Táið tær koma higar, er tað ein væl umhugsað avgerð og ein síðsti útvegur [...] sum hava roynt alt annað, sigur Elin. ? Vit hava pláss fyri 5 kvinnum við børnum í senn. Men tað er ógvuliga ójavnt hvussu nógvar kvinnur vit hava búgvandi. Tað vísir seg, at vit hava ár, har nógv er at [...] ikki at siga hví, men soleiðis er tað, greiðir Elin Reinert Planck frá. ? Í 2003 høvdu vit tilsamans 13 kvinnur búgvandi. Higartil í ár hava vit longu havt 10, so tað sær út til, at hetta fer at verða eitt
ein púra fremmandan ungling inn í húskið, sigur Birna. ? Eg var nervøs fyri hvussu hetta nú fór at rigga? Fór hann at trívast, fór hann at hóska inn í okkara familju? Hvussu fór hann at føla seg? Eitt ár [...] at nevna. Men í byrjanini, tá vit t.d. øll sótu rundanum borðið og prátaðu og flentu, og hann ikki skilti nakað sum helst, tá tók mær ofta synd í honum. Vit tosaðu bara enskt við hann í byrjanini, so hann [...] slóg nevan í borðið, og bað okkum gevast at tosa enskt við hann, fyri hansara egna besta, greiðir Birna frá. ? Eg hevði jú sjálv verið í júst somu støðu, brýtur Jóna inn. ? Eg minnist hvussu ringt tað var
bátarnir fara at liggja í miðjuni. Á norðoyarstevnu varð í lutakasti gjørt av, hvussu raðfylgjan skuldi vera. Fyri tað næsta má roknast við, at róðrarlíkindini verða betri, enn tey vóru í Klaksvík (síðani [...] ferðir í bátinum, síðani hann fór úr Klaksvík og út á Glyvrar. 10?mannafør Eysturoyingurin kom so at siga afturíaftur í Klaksvík. Eftir sigrarnar í 1998 og í 1999 gekk tað illa hjá FM manningini í 2000. [...] Fípuni Føgru av hesa ferð. 6?mannafør kvinnur Nýggi Jarnbardur vann í stórum stíli á norðoyarstevnu. Tær vunnu FM í 1999 og í 2000. Í fjør vórðu tær steðgaðar av nýggja Páll Fanga, sum vant burturúr øllum
búgva í einum av næmingaíbúðunum, ið liggja rundanum skúlan. Hjá mær var so bara at velja og vraka. Í ár er støðan ein onnur. Nú skal eg eitast at vera vandur við lívið í einum stórbýi sum Boston og í USA [...] fortaldi mær hvussu nógv foreldur hansara í Belfast vóru ímóti at hann var limur í einum fraternity. Hann segði, at írski frælsisherurin IRA hevði sínar røtur í líknandi felagsskapum, har alt fór fram í loyndum [...] Fríggjakvøldið í síðstu viku var eg boðin at søkja limaskap. Eg tók av beinanvegin. Beint nú siti eg í einari djúpari Chesterfield sofu í einum av stovunum. Hetta er næstan sum at stíga 100 ár aftur í tíðina,
Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Longu í morgin byrja fyrstu tiltøkini í Kollafirði. Vit sita inni í hugnaligu stovuni hjá Hendrikki og Vilhelminu Joensen á Mørk í Kollafirði. Vit hava leitað Hendrik upp [...] ógiftur. Í mong harrans ár sigldi og ferðaðist hann úti í tí stóru verð. Í tjúgu ár hoyrdi ongin frá honum, og fólk hildu hann vera deyðan. Tí varð hann uppkallaður. Men brádliga stóð Martinus aftur í túninum [...] vitjaði Frammið við Gjónna á hvørjum ári í nógv ár. Hesin onglendingurin var so ógvuliga spentur og áhugaður í tirnum. So hann var nærum hvønn dag í haganum, og leitaðu eftir føgrum tirnum. Hetta visti Martinus
við at vera partur av ES í tiltøkunum móti Føroyum ger Danmark eisini ES nøkt. Men ber tað til at seta tiltøk í verk móti eini eind í egnum ríki? Ber tað til at seta tiltøk í verk ímóti sær sjálvum? Nú [...] Føroyar liggja mitt i Norðuratlanshavi, sum er heimsins ríkasta øki við livandi tilfeingi og risastórum ráevnum, og vit liggja í miðjuni fyri nýggjum skipaleiðum norður um Norðpólin. Hóast vit eru fá í tali [...] løgfrøðilig grundgeving, sum forðar Føroyum í at luttaka í altjóða samfelagnum á uttanríkispolitiska økinum, og sum forðar at fáa okkum eina stjórnarskipan og limaskap í ST. Ímyndanin av Danmark sum ein eindarstatur
gøtuna, at sálardeildirnar frá fyrst í sjeytiárunum eru. Okkurt um ein føroyingur verður innlagdur á onkra sálardeild hvønn einasta dag í árinum. Nógvir teirra liggja leingi, og tey sjúkastu enda á deild 2 [...] Undirhald um yvirdosis Nýggjasti sjúklingurin, Jens Martin, situr í roykilonini í guvum lag. Elsa hevur eisini fest sær í har inni. Hon blæsur royk út í rúmið og hyggur upp á Jens Martin: - Tú gongur meira nú. [...] og hyggur. Hon togar í seg sjálva innankjálka, sleingir miðleyst við ørmunum og flennir. So tigur hon og stillar seg í hurðaopið at sveiggja mjødnina úr karmi í karm. Elsa fer niður í hálva tíð, boðar hon