Fylgjurnar koma eftir Ólavsøkuna

Á kvinnuhúsinum í Havn, plaga tað ikki at koma serliga nógvar kvinnur inn á sjálvari Ólavsøkuni, men at tað merkist, tá Ólavsøkan hevur verið. ? Á Ólavsøku hava fólk gjørt sær ætlanir, tey fara kanska í býin við børnunum ella fáa familju á vitjan. Tá eru so nógv fólk allastaðni, at á sjálvari Ólavsøkuni broyta teir harðligu menninir ofta atburð, sigur Elin Reinert Planck, leiðari á kvinnuhúsinum. ? Tað er ikki fyrr enn Ólavsøkan er farin, at vit merkja fylgjurnar, sigur hon

? Tær kvinnurnar, sum koma á kvinnuhúsið, hava hugsað seg væl og virðirliga um áðrenn tær koma. Tær hava tikið eina avgerð, og tað skal vera heilt akutt, um onkur er, sum tekur ta avgerðina á sjálvari Ólavsøkuni. Tað er sum við jólunum. Tær royna at halda høgtíðina út, ofta tí tær hava børn, sum skulu hava loyvi at njóta serligu dagarnar. Men táið gerandisdagurin kemur aftur, gerst harðskapurin ov nógvur, og tí taka tær avgerðina um at koma higar, sigur Elin Reinert Planck. Hon sigur víðari, at tær kvinnurnar, sum búgva her á Ólavsøkuni eru allar fluttar inn áðrenn høgtíðin byrjar. Kvinnuhúsið verður ikki brúkt til at krógva seg í, í nakrar dagar, t.d. á Ólavsøku. Táið tær koma higar, er tað ein væl umhugsað avgerð og ein síðsti útvegur hjá kvinnum, sum hava roynt alt annað, sigur Elin.
? Vit hava pláss fyri 5 kvinnum við børnum í senn. Men tað er ógvuliga ójavnt hvussu nógvar kvinnur vit hava búgvandi. Tað vísir seg, at vit hava ár, har nógv er at gera og síðani koma ár, har minni er. Eg dugi ikki at siga hví, men soleiðis er tað, greiðir Elin Reinert Planck frá. ? Í 2003 høvdu vit tilsamans 13 kvinnur búgvandi. Higartil í ár hava vit longu havt 10, so tað sær út til, at hetta fer at verða eitt av teimum størru árunum, sigur hon.
Elin heldur annars, at tað avgjørt er blivið nógv meiri at gera í mun til tá húsið lat upp í 1990. ? Tað tykist sum kvinnurnar tora betur nú. Vitanin er blivin størri, og tolið við harðligum monnum er minkað. So tað gongur tann rætta vegin, heldur hon. Elin er tó rættuliga vís í, at vit bert síggja toppin av ísfjallinum enn. ?Tað eru heilt víst nógvar kvinnur, sum liva í harðligum paraløgum. Og tá meini eg ikki bert við kroppsligan harðskap, men eisini verbalan og sálarligan. Tí er tað so týdningarmikið, at vit náa út til allar hesar kvinnurnar og siga teimum, at vit eru til og at teimum ikki nýtist at liva so.

Kvinnuhúsið
? Kvinnurnar koma úr øllum landinum og eru í øllum aldrum. Størsti parturin er tó í 30?unum ella 40?unum. Tær flestu eru meðalløntar ella arbeiðsleysar. Tað vísir seg, at tær, ið hava góðar lønir, kunnu loysa trupulleikan á aðrar hættir enn at koma til okkara. Tær hava líkasum aðrar møguleikar, greiðir hon frá.
Kvinnurnar kunnu búgva hjá okkum upp til tríggjar mánaðir. Tá skulu tær helst hava funnið sær okkurt at búgva í sjálvar. Men vit vita, at tað er torført at finna nakað at búgva í, og vit blaka ongan út á gøtuna, sigur Elin.
Hon sigur, at onkrar kvinnur velja at fara heimaftur til mannin, eftir eina tíð á Kvinnuhúsinum, men tær koma sum oftast aftur á Kvinnuhúsið nakað seinni. ? Summar vilja so gjarna hava tað at fungera við manninum, men tað vísir seg, at ein maður, sum hevur sligið einaferð, hann ger tað aftur. Tískil útseta hesar kvinnurnar bara pínuna við at flyta heimaftur. Men tað nyttar ikki, at vit siga henni hvat hon skal gera. Hon má sjálv taka avgerðina og ábyrgdina av at fara. Tað megnar hon kanska næstu ferð, hon kemur til okkara, og hon er akkurát líka vælkomin hvørjaferð, hon kemur, sigur Elin.
Hon greiðir frá, at tá kvinnurnar koma til teirra, er fyrsta uppgávan hjá starvsfólkinum at lurta. Kvinnurnar hava tað als ikki lætt, ofta taka tær skuldina á seg sjálvar og tær hava einki sjálvsálit. Teimum tørvar at tosa við onkran, sum kann lurta uttan at taka síðu. Onkran, sum hvørki kennir tær ella mann teirra, og sum tískil ikki dømir tær. ? Táið menniskju nóg ofta hoyra, at tey einki nytta og einki duga, so byrja tey at enda at trúgva tí. Kvinnurnar eru ofta sálarliga niðurslitnar, tá tær koma higar. Tær hava brúk fyri tíð at hugsa seg um í, í friði og náðum. Her eru tær ímillum fólk, sum hevur drúgvar royndir á økinum og sum skilir støðuna hjá kvinnuni. Vit geva hjálp til sjálvhjálp, og tað fer fram við samrøðum. Tað er ein sálarfrøðingur knýttur at húsinum, sum tær kunnu tosa við, um tær ynskja tað, sigur Elin

300-400 telefonsamrøður árliga
Tær flestu kvinnurnar ringja til kvinnuhúsið nakrar ferðir, áðrenn tær velja at flyta inn. ? Vit hava eina telefonlinju, sum svarar alt døgnið. Í fjør høvdu vit ímillum 300-400 telefonsamrøður við ørkymlaðar kvinnur, so tað má sigast, at tørvurin er har, sigur Elin. Hon sigur, at samrøðurnar snúgva seg um alt møguligt ymiskt. Helvtin er um beinleiðis harðskap, men eisini annað, t.d. hvussu søkjast kann um hjúnaðarskilnað. Nógvar hava bara brúk fyri at tosa við onkran uttanfyristandandi, eftir at tær hava verið úti fyri harðskapi. ? Vit vita, at tað er ógvuliga torført hjá hesum kvinnunum, tí maðurin hevur ikki bara hesa ringu síðuna. Hon er góð við hann. Ofta er hann pápi at børnunum, og tá gerst tað sera torført fyri kvinnuna. So vit hava nógvar dulnevndar samrøður, greiðir Elin frá.
Nakrar treytir verða settar, táið kvinnur søkja um at sleppa á kvinnuhúsið at búgva. ? Um vit hoyra, at tær eru rúsaðar, sleppa tær ikki at verða her. Í øllum førum ikki so leingi tær eru ávirkaðar. Gerast tær edrúar aftur, er eingin trupulleiki. Hjá nógvum av kvinnunum, sum búgva her, er rúsur ein partur av trupulleikunum harheima, og tí vilja vit, at tær skulu sleppa undan rúsdrekka her. Her búgva eisini nógv børn, og tey skulu avgjørt ikki úsetast fyri drukkin fólk omaná alt, sum tey longu hava verið ígjøgnum.
? Vit taka heldur ikki ímóti kvinnum, ið eru sálarliga sjúkar. Tað er tí, at vit ikki fáa gjørt nakað fyri tær her, tí vit hava ongan møguleika at hjálpa teimum. Vit eru ikki ein viðgerðarstovnur, men eitt friðskjól, har íbúgvarnir skulu hava frið at koma fyri seg, greiðir Elin Reinert Planck frá.
Hon sigur víðari, at tað kostar 50 kr fyri náttina at búgva á kvinnuhúsinum, og at kvinnurnar skulu gera matin sjálvar. Allir hentleikar eru í húsinum, so teimum nýtist ikki at hava so nógv við. ? Tær kvinnur, ið hava arbeiði, gjalda sum oftast sjálvar. Tær, sum eru arbeiðsleysar, kunnu fáa uppihaldið goldið av almannastovuni. Men kostnaðurin er ikki tað, vit leggja størstan dent á. Vit nevna hann, áðrenn tær koma, men tað skal ikki verða ein forðing fyri at koma higar, leggur Elin dent á. ? Pengunum kunnu vit altíð finna útav seinni, sigur hon.

Lívsneistin verður til lívsgleði
? Tað er ofta ein øgilig skuld og skomm knýtt at, tá ein kvinna velur at flyta inn á kvinnuhúsið. Bæði fyri kvinnuna sjálva, men eisini fyri mannin, sum hevur framt harðskapin. Vit síggja tó sjáldan nakað til mannin. Tað hendir seg, at teir ringja og vilja práta við konuna, men tað eru teir fægstu. Tær allar, allar flestu fáa fullkominliga frið, fyri tí, tær flýggja undan. Og tað er deiligt at síggja broytingina hesar kvinnurnar fara ígjøgnum. Tá tær koma higar, tora tær ikki at hyggja uppá fólk og ganga og krúpa framvið veggjunum. Tað er so vælsignað at síggja tær rætta seg upp, og ganga mitt eftir gólvinum, tá ein tíð er farin, greiðir Elin frá. ?Her búgva ofta fleiri kvinnur í senn, og tær hava stóra nyttu av hvørjari aðrari. Bara tað, at síggja, at aðrar kvinnur eru í somu støðu, hjálpir. Tær kenna seg ikki so einsamallar tá.
Elin sigur, at hóast tað eru negativar orsøkir til at koma á Kvinnuhúsið, so er alt ikki bara grátur og tannagrísl. Ofta eru nógvar stuttligar løtur eisini, har húsið er fylt við látri. ? Tær kvinnurnar, sum søkja sær hjálp hjá okkum eru ógvuliga illa viðfarnar. Tað skal ógvuliga lítið til at koppa teimum, men tær hava enn ein lívsneista. Annars høvdu tær ikki tikið avgerðina um at koma higar. Tað er tann lívsneistin, ið skal stuðlast. Táið tær kenna seg tryggar og kunnu sova í friði um náttina, broytast tær heilt skjótt og fáa lívsgleðina aftur eisini, greiðir Elin frá.
?Á tann hátt, er hetta eitt heilt fantastiskt arbeiði. At kunnu stuðla hesum kvinnunum og síggja, at tær fáa tað betur. Men tað krevur, at tú kanst rúma tí, tú hoyrir. Tí summar av hesum søgunum eru veruliga forferdiligar, og kunnu vera torførar at fyrihalda seg til. Serliga táið børn eru innblandað. Tað er neyðugt at hava samkenslu við kvinnunum, tó uttan at royna at loysa trupulleikarnar fyri tær. Kvinnan fær einki burturúr, um vit sum starvsfólk átaka okkum hennara offurleiklut. Vit mugu vera sterkar, neutralar og stuðlandi. Tí er tað alneyðugt, at vit lata arbeiðið liggja eftir, táið vit fara til hús, annars kunnu vit ikki yvirliva hetta arbeiðið. Arbeiðið á Kvinnuhúsinum krevur, at tú gevur nógv, og tað kanst tú ikki, um tú ikki fært løtt teg uppaftur til næsta dag. Tí er neyðugt at sleppa ræðuleikunum, tá tú hevur frí, sigur Elin at enda.
Á Kvinnuhúsinum starvast Elin Reinert Planck fulla tíð og tvær kvinnur eru hálva tíð. Harumframt er ein listi við 35 sjálvbodnum kvinnum, sum eru á vaktarlistanum. Telefonin hjá Kvinnuhúsinum svarar alt samdøgrið.