trupulleikar við at basa kollfirðingum. Men at enda var eingin ivi um sigurin, og teir vunnu við seks málum. Kyndil vann í fyrsta umfari á StÍF í útivølli, og tað tóktist verða so gott úrslit, at vónir vóru [...] kappingina við at tapa á Skála, men síðani vunnu tær stórsigur á Stjørnuni, og tær ætla at halda fast um framgongdina við at vinna á GÍ í dag. Seinasti kvinnudysturin verður í Vági, har StÍF fer at vitja VB [...] Sunnudagin verður tað, sum vanliga var stóri dysturin í hondbóltskappingini hjá monnum, spældur í Vestmanna. Í fjør hevði Kyndil ongan kjans móti VÍF, men nú fáa teir aftur ein kjans at koppa gula meistaraliðnum
Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa fast, at hóast arbeiðið er danskt, soleiðis at skilja, at danir rinda prestalønirnar, so eru bygningarnir føroyskir. Tað er soleiðis [...] til fundirnar. Kanska hevði tað verið við til at fingið fólk at komið í kirkju. Tað kann gott vera, at tað virkar eitt sindur forpoppað, men kirkjan eigur at vera har, fólkið er, sigur Uni Næs. Og tá fólkið [...] Næs. Tí tað skal ikki verða soleiðis, leggur hann dent á, at vit bara fara at broyta fyri broytingina skuld. Tað er heilt avgjørt nógv gott at fáa í kirkjuni, og tað eiga vit at varðveita. Men tað ber til
evni tykist at vera, sum ikki er nóg áhugavert til at kunna halda einum serblaði uppi, um tað so er at binda flugur upp á sílatráður ella at ala hundalond rætt til góða matgerð. Stóra evnið er kortini tey [...] Hvat er verðin? Tað er tað lítla, sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá [...] her. Tá er ørskapurin øðrvísi týðandi. Tí har eru vit í parti. Tíðindi, tá ið saman um kemur, er tað, sum hevur áhuga hjá lesarum, lurtarum og síggjarum. Tað er ein vøra, og tað man vera vónleyst at krevja
eftir, at Jákup kom at starvast hjá Gunduri. Eg fekk beinanvegin fólk at hjálpa mær, og í januar 1980 kom Nicolina Jacobsen at vera í handlinum, og seinni sama ár eisini Finnbjørg Skaalum. Eftir at hava [...] Hetta helt eg vera eina spennandi avbjóðing, sigur Jákup, sum síðan rak báðar handlarnar nakrar mánaðir. Men hann sá skjótt, at tað bar ikki til. Hetta var hvør sín heimur - og eg mátti velja. Eg eri nú [...] ikki trúð, at hann alt lívið hevði bundið slipsaknýtar og passa klædningar uppi á fínum monnum. og hann letur væl at. Eg kenni tað, sum eri eg komin aftur til røturnar, og her trívist eg avbera væl,
møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað [...] hundrað árum aftur í tíðina, kann skyldskapurin tykjast vera útvatnaður, um tað ber til at siga soleiðis, men tað er áhugavert at staðfesta, at tað eru tey somu nøvnini, sum ganga aftur. Systkini hjá Jósupi [...] prís uppá, at Símun Hansen framdi hetta bragdið. Tá tað kemur til ættina aðra staðni í landinum er gott at hava aðrar skilamenn at spyrja seg fyri hjá. Teir eru fleiri, og í hesum førinum hevur tað verið ein
socialpolitikkur og lagdur undir socialmál. Tað er alt gott um tað at siga, men tað er eisini tann vansin, sum ofta hevur víst seg, at økið verður so stórt, at okkurt fellur burtur ímillum. Fara vit hinvegin [...] Vanligt er, at blind ferðast í kollektivari ferðslu, tað vil siga við bussi ella skipi. Men tað er ein sannroynd, at illa hevur borið til hjá brekaðum yvirhøvur at ferðast í Føroyum. Eftir at hava tosað [...] sektorábyrgd. Tá er ikki neyðugt hjá landsstýrismanninum í almannamálum at hugsa um tað, men hjá ferðslumálaráðharranum. Og tað tykist øllum sjálvsagt, at tað er tekniska umsitingin hjá eini kommunu, sum
fólkaflokkinum, vísti eg á tað sama, sum eg havi víst á her frammanfyri. Men hetta gjørdi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini bað um at fáa eina viðmerking, og Anfinn Kallsberg segði, at sjálvuppgávan [...] loyvdi mær at fáa orðið aftur í tí umfarinum fekk eg ikki svarað landsstýrismanninum aftur. Men veruleikin er nú tann, at tað eru ikki fólkaflokkurin og Anfinn Kallsberg, ið hava tikið stig til at automatisera [...] Vit gingu út frá at málið fór at verða nærri viðgjørt seinni. Men av tí at samgongan beint eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum. Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum
dgar stinnar, Gud gevi, so at vit skilja tað, og tá tað hjá okkum linnar, vit oman so til tín leita tí, at tú okkum styrki innar. Hon vikast tó ei, hon stendur fast, og alt tað hon við sær hevur, Gud gevi [...] megi í, Gud gævi tín framtíð beri, vit ynskja alt gott og lukku tí, at orð títt má ljóða við gleði. Nú árið tað líður, fer avstað, og tindarnir hvítna, líðir, men kirkjan hon stendur líka fræg um glampandi [...] havi brýtur og roynir at geva henni kast, men stinn móti eystri lítur, og henni tá gevi nógv góð ár, um brimið tá máar og slítur. So takka vit fyri alla tíð, tú fyrimynd hevur verið at bera tann boðskap megi
veljarin helt teg vera, so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur, at nakað fiskaarbeiði í heila tikið skal vera í høvuðsstaðnum, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki [...] Vágaætlan, hvat er tað fyri nakað? Tú situr í samgongu, so tað eigur tú at kunna siga okkum. Hesi árini, sum tú hevur verið í politikki, Bjørn á Heygum, hevur flakavirkið í Vági ligið stilt, tað mest modernaða [...] flakavirkið í Europa, tá ið tað var bygt fyri nøkrum árum síðani. Bjørn á Heygum, í Vág hava verið gjørdar óteljandi royndir fyri at lata flakavirkið uppaftur, men tað er sum at rena høvdið ímóti kirkjubømúrinum
viðurskifti í sambandi við framleiðsluna. Eg haldi eisini, at virkini eiga at leggja seg meiri eftir at framleiða vørur til heimamarknaðin, tí tað kann ikki vera rætt, at tú sum føroyingur ikki kanst fara í [...] góðsking, so skuldi tað gjørt, at tey verða betri før fyri at standa seg í kappingini um ráfiskin, tí tá verða tey eisini størri og sterkari. Tað hevði eisini verið upp á sítt pláss, at flakavirkini samstarvaðu [...] nógv arbeiði við at seta øll hesi virki í hóskandi stand, so tey kunnu lúka ES-krøvini. Men hvør skal so fíggja hesi arbeiði? Her haldi eg, at tað kundi verið bankar, sparikassar, grunnar og fíggingarstovnar