aðrastaðni enn í Noregi og í Føroyum. Men sambært Jákup í Stórustovu, sum hevur samskipað forvitnisligu ætlanina, er Sogndal, har Julian Johnsson og Kurt Mørkøre spæla, eitt sera væl skipað og professionelt felag [...] Sparikassi og Tryggingarsamband Føroya stuðla ætlanini fíggjarliga, og tey síggja øll møguleikar í at senda føroyskar spælarar uttanlands. ? Vit vilja verða við til at menna føroyskan fótbólt, og hetta er [...] Shell. Og bæði í Føroya Sparikassa og Tryggingarsambandi Føroyar verður tikið undir við orðinum. Feløgini fegnast um, at talan er um eina miðvísa ætlan, sum fer at gagna føroyskum fótbólti. Og spælararnir
mitt á, og harvið vórðu mótstøðumenninir illa ansaðir og klaksvíkingarnir alla tíðina yvirspældir. Ætlanin var at leggja trýst á mótstøðumenninar langt frammi á vøllinum. Tað megnaði KÍ ikki, og so var [...] sera strevið, og orkan gekk undan. Síðstu løtuna høvdu mótstøðumenninir fleiri góðar møguleikar, og teir skoraðu tvey mál eftir innlegg úr høgru og ongar markeringar við handara stólpa. KÍ-Grazer AK 0-5 [...] Teir øktu stutt fyri hálvleik eftir horna úr høgru og lítið sannførandi verjuspæl, og so skoraðu teir tvær ferðir fram móti dystarenda. Tannleysir KÍ kom ongantíð fyri seg. John Hansen, sum hóast hann
tað eisini vera. Endin á tíðini hjá Kurt Mørkøre í KÍ ? í hesum umfarinum í hvussu so er ? var glæsiligur. Hann hevur tænt KÍ bæði væl og leingi, og eg haldi, at eg fari at orða við leiðsluna í felagnum [...] sjálvan, men tað miseydnaðist, og so var tað gott, at bólturin endaði hjá Rógva Jacobsen, segði Kurt Mørkøre, og hann helt fram: ? Hetta var ein veldugur endi á tíðini í KÍ, og tað var hugaligt, at tað var [...] bjóðaði seg til í øllum støðum og hevði tol at tetta í verjupartinum, tá liðfelagarnir í miðverjuni ? Marek og Pacek ? viðhvørt fóru fram við í álopið. Vit fara at halda oddasessin Og venjarin Tony Paris var
knøunum fyrr í ár, og nú er talan um ein vøddaskaða. Hetta var tað einasta, sum manglaði, helt higartil einasti landsliðsmaðurin hjá KÍ í ár, sum sjálvsagt harmaðist bæði missin á landsliðnum og ikki minst, at [...] inum, og Arnold Joensen, sum var við á venjingarlegu longu í 1994. Merkisvert er, at venjarin hevur lopið Jan Joensen hjá KÍ um. Hann var annars í hópinum í fjør. Helgi Lamhauge Petersen hjá NSÍ var eisini [...] ikki slept vónini um, at Jan Dam aftur vinnur sær landsliðssess, og um hann ikki hevði verið skaddur, so hevði hann ivaleyst fingið boð. Og í 2. hálvleiki fór enn ein landsliðsmaður av válinum í Gundadali
liðnum, og tað leikaði hart á frammanfyri hann fyrstu løtuna. VB hevði fleiri nærgangandi møguleikar, og ta einu ferðina raktu teir í tvørtræið við skoti úr seytjan metrum úr høgru. Men so linkaði, og í góðu [...] umfarinum endaði eitt tvey samanspæl millum Sámal Joensen og Magna Jarnskor við, at hesin seinni sendi innfyri úr høgru, og har var VB liðformaðurin og aftasti maður í verjuni, Eyðun Jacobsen, so óheppin, at [...] 1. deild menn: VB-GÍ 1-3 (0-1) Við sigrinum á Vágseiði varðveitti og styrkti GÍ vánirnar fyri altjóða luttøku komandi ár, og hóast tað framvegis eru seks stig til oddasessin, so er FM møguleikin avgjørt
1. deild menn: B71-NSÍ 2-3 (2-1) Sandingar kenna tað aftur. Teir eru um at fáa stig burtur úr einum dysti, og so rýkur alt í seinastu løtu. Tað hava teir roynt fleiri ferðir í ár, og aftur hetta vikuskiftið [...] innfyri, og beint uttanfyri brotsteigin tók Eli ímóti, hann smekkaði til fyrstu ferð, rakti bóltin klokkureint, og bólturin sat dygst úti við stólpan. Hetta var tá bara tveir minuttir vóru spældir, og longu [...] málverjanum hjá NSÍ. Peter Ritter, sum var viðaftur eftir at hava verið skaddur, sendi bólt inn fyri NSÍ-málið. Bólturin hevði kós móti málinum, men onkursvegna fór bólturin, sum ikki skuldi volt NSÍ-málverjanum
fyri seg, og tað hevði bólttap báðar vegir við sær og harvið spentar støður. KÍ málverjin vísti einar tvær ferðir sítt stóra virði, tá hann megnaði at verja fyri óreinum kontrabóltum, og KÍ, sum ikki í [...] nøgt við javnleik enn KÍ, og tí otaðu HB menninir seg alt longri fram síðstu løtuna. KÍ verjan við teimum báðum pólverjunum í miðverjuni saman við Jan Andreasen var væl skipað, og hóast tað onkra ferðina [...] fimm metrar úr málinum, bólturin tók bringuna á Kurt Mørkøre og støkk til Rógva Jacobsen, sum eisini var leysur, og hann smekkaði úr átta metrum og eitt sindur til høgru inn við handara stólpanum. Klaksvíkingar
kappingini um Europa Cup, og ein heimasigur fer av álvara at styrkja møguleikarnar hjá NSÍ fyri altjóða luttøku, men takið verður stórt, tí annan sunnudag skal NSÍ til Gøtu, og so koma klaksvíkingar at [...] sunnudagin fáa vitjan av GÍ og aftur skulu út í lyklastríð um FM heitið. Og so var tað steinur oman á byrðu, at John Ryan varð skaddur og neyvan verður við komandi sunnudag. Í KÍ fara teir sjálvandi at taka [...] GÍ á heimavølli metast at vera NSÍ í Runavík og B36 í Gundadali. Hjá B36 verða torførastu uppgávurnar, umframt klaksvíkingar í næstsíðsta umfari, GÍ í Gøtu, NSÍ í Runavík og so tann allar tyngsta uppgávan
politistøðini í Havn. Nakrar av ferðátingunum vórðu gjørdar eftir dytsin millum HB og KÍ sunnudagin, og vóru tað nøkur av KÍ viðhaldsfólkunum, ið høvdu eitt sindur ov stóran skund at sleppa sær norður aftur [...] Um vikuskiftið gjørdi løgreglan í Havn ferðmátingar á vegastrekkinum norðanfyri Kalbakstunnilin, og nógv vóru tey, ið fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Eisini vóru nøkur, ið koyrdu so mikið skjótt, at [...] fyri, at ung fólk, ið ikki hava aldur at koyra bil, verða tikin fyri at koyra uttan koyrikort, eins og tað gjørdi um vikuskiftið.
Svendborg, tá vit fingu fatur á honum, og fyrrverandi álopsmaðurin, sum nú spælir við Svendborg í 1. deild í Danmark, roknar við, at hann skal spæla við KÍ sunnudagin: ? KÍ og eg eri samd um treytirnar fyri, [...] til Klaksvíkar og spæli við teimum tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum, og eg havi fingið ábendingar um her niðri, at tað fer at eydnast at finna eina loysn millum Svendborg og KÍ, sigur Jan Allan [...] avmarkaðu reglarnir geva teimum her og nú at styrkja um liðið, ið stríðist fyri at halda tørn um oddasessin í føroyskum fótbólti. Í dag samráðist KÍ við Svendborg, og semjast partarnir um ein leigusáttmála