Gøtumenn greiddu sín setning

Fótbóltur: Vágbingar løgdu øgiligt trýst á fyrstu løtuna, men teir vóru ikki nóg væl skipaðir, og so gjørdist trýstið ódrúgvt

1. deild menn:

VB-GÍ 1-3 (0-1)


Við sigrinum á Vágseiði varðveitti og styrkti GÍ vánirnar fyri altjóða luttøku komandi ár, og hóast tað framvegis eru seks stig til oddasessin, so er FM møguleikin avgjørt ikki burtur, serliga tá havt verður í huga, at gøtumenn skulu spæla bæði móti KÍ ? tann dysturin verður í Klaksvík komandi sunnudagin ? og móti B36 (tað verður í Sarpisgerði í næstsíðsta umfarinum).

Á støðutalvuni er heimaliðið í Vági illa fyri. Spælandi venjarin segði í blaðnum leygardagin, at teir leggja nógv fyri á heimavølli fyri at fáa øll stigini, og soleiðis var eisini hesa ferð. GÍ, sum saknaði venjaran, ið sunnumorgunin lá sjúkur eftir norðanfyri, kom undir eitt øgiligt trýst fyrsta stóra korterið.

Mortan Joensen hevur ikki stórar royndir sum málverji á besta liðnum, og tað leikaði hart á frammanfyri hann fyrstu løtuna. VB hevði fleiri nærgangandi møguleikar, og ta einu ferðina raktu teir í tvørtræið við skoti úr seytjan metrum úr høgru.

Men so linkaði, og í góðu fótbóltslíkindunum slapp GÍ, sum aftur hevði Henning Jarnskor í álopinum, uppí part. Teirra setningur var at leggja trýst á verjuna hjá heimaliðnum langt frammi á vøllinum og harvið skapa ruðuleika í VB uppspælinum, og hetta eydnaðist væl í fleiri førum. Tá tað eydnaðist gjørdust GÍ álopini serliga vandamikil, tí verjuparturin hjá heimaliðnum ikki hevði møguleika at vera so væl skipaður, og tað var eftir eina sovorna støðu, at tað eydnaðist at fáa hol á.

Fyrra umfarið var hálvleikt, tá GÍ kom framum 1-0. Henning Jarnskor kom ígjøgnum í vinstru, og Sasha var fyrstur á innlegginum, sum hann við høvdinum stýrdi afturum Bjarna Johansen ? eitt av fáu málunum, sum álopsessið hjá GÍ hevur skoraði við høvdinum.


Trýstið ikki væl skipað

Vágbingar javnaðu tíðliga í 2. hálvleiki. Milan Kulic fór sjálvur í vinstru, og tá hann var komin í brotsteigin, smekkaði hann til, og bólturin streyk handan fyri málverjan. Eitt gott mál, sum GÍ málverjin ikki nýttist at harmast so nógv um, sum hann tóktist at gera.

Hvørgin parturin var nøgdur við eitt stig, og so var aftur púra opið. Møguleikar vóru báðar vegir, men gøtumenn, ið hava størri breidd og fleiri royndir at vágbingarnir, drógu longra stráðið. Miðskeiðis í seinna umfarinum endaði eitt tvey samanspæl millum Sámal Joensen og Magna Jarnskor við, at hesin seinni sendi innfyri úr høgru, og har var VB liðformaðurin og aftasti maður í verjuni, Eyðun Jacobsen, so óheppin, at hann fyri nøsini á Sasha stýrdi bóltinum í málið aftanfyri sín egna málverja.

So vóru vágbingar noyddir at spenna álopsbogan uppaftur meiri, men hóast teir høvdu stórt trýst, so var tað ikki serliga væl skipað, og Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen og Poul Ennigarð í GÍ miðverjuni høvdu hampuliga gott tak á tí. GÍ fekk møguleikar í snárálopum, men tað var eftir deyðbóltsstøðu, at teir staðfestu kærkomna sigurin. Súni Olsen sendi flatt fríspark úr brotsteigarmarkinum í vinstru, og bólturin streyk í málið. Tá restaðu smáir tíggju minuttir, og so var ballið buðið hjá vágbingum, sum við hampuliga góðum fólki aftur standa frammanfyri einum rættuliga avgerandi dysti í royndini at sleppa undan niðurflyting. Komandi sunnudag skulu teir spæla í Fuglafirði!



VB: Bjarni Johansen ? Palli Augusstinussen, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen ? Janus Kjærbo, Tórður Holm, Milan Culjic ? Dan Djurhuus, Krzysztof Popczynski

GÍ: Mortan Joensen ? Rúni Justinussen, Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor ? Henning Jarnskor, Alexander Radosavlovic