Klaksvíkingar hava brúkt tann lítla møguleikan, sum avmarkaðu reglarnir geva teimum her og nú at styrkja um liðið, ið stríðist fyri at halda tørn um oddasessin í føroyskum fótbólti.
Í dag samráðist KÍ við Svendborg, og semjast partarnir um ein leigusáttmála, so verður Jan Allan Müller á liðnum hjá KÍ móti GÍ sunnudagin.
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, váttaði seinnapartin í gjár fyri Sosialinum, at teir hava verið í sambandi við Jan Allan Müller, og at ein avtala var komin undir land.
Jan Allan Müller var til arbeiðis á TrykTeam í Svendborg, tá vit fingu fatur á honum, og fyrrverandi álopsmaðurin, sum nú spælir við Svendborg í 1. deild í Danmark, roknar við, at hann skal spæla við KÍ sunnudagin:
? KÍ og eg eri samd um treytirnar fyri, at eg fari til Klaksvíkar og spæli við teimum tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum, og eg havi fingið ábendingar um her niðri, at tað fer at eydnast at finna eina loysn millum Svendborg og KÍ, sigur Jan Allan Müller, sum hóskvøldið skal spæla við Svendborg ímóti Randers Freja.
Jan Allan Müller greiðir frá, at KÍ hevur tosað við Torben Jeppesen, sum eigur TrykTeam, og at hesin er sera spentur í at marknaðarstjórin hjá honum fer til Føroya í nakrar vikur, tí nógv tann størsti parturin av tí, sum teir fáast við, eru uppgávur fyri føroyskar kundar.
? Tað ber væl til hjá mær at røkja arbeiðsuppgávurnar samstundis, sum eg eri í Føroyum. Eg skal hava telefon og internet, so ger tað ikki tann stóra munin, um eg eri burtur frá virkinum í nakrar vikur, sigur Jan Allan Müller, sum váttar, at bæði VB og HB hava verið framvið fyri at fáa hann at hjálpa teimum tað, sum er eftir av kappingarárinum.
Torførar umstøður
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, sigur, at teir hava havt sera avmarkaðar møguleikar at fáa nýggja arbeiðsmegi, eftir at Kurt Mørkøre er farin frá teimum:
? Vit hava fólk í lægru deildunum, men teir spælararnir hava ikki nógvar royndir í fremstu røð, og tí kann ikki roknast við, at teir soleiðis beinanvegin kunnu fara inn á liðið. Eitt er, at Kurt Mørkøre er farin frá okkum, og eitt annað er, at fleiri aðrir spælarar eru burturfrá. Símun Waag Høgnesen er skaddur, og Niclas Niclassen er farin til skips. Hetta eru spælarar, sum viðhvørt hava verið við í ár, og so kemur tað afturat, at Eyðun Klakkstein, sum hevur verið við síðstu ferðirnar, er meiri enn hálvskaddur og tískil ivasamur. John Ryan er ein av lyklaspælarunum hjá okkum, og hann er so mikið skaddur, at tað er sera ivasamt, um hann verður tøkur sunnudagin, so vit eru ikki væl fyri við fólki.
Svend Jacobsen vísir á, at tá reglarnir um áhugaleikarar og sáttmálaleikarar vórðu samtyktir á aðalfundinum hjá FSF, so var tað eitt framstig, men øll viðurskiftini eru ikki komin uppá pláss enn:
? Tað ber ikki til at fáa útlendingar til Føroyar eftir 1. mai, og føroyskir spælarar skulu bíða í ein mánaða, um teir flyta felag í kappingarárinum. Tí er einasti møguleikin at fáa nýggjar spælarar á liðið at keypa føroyingar úr útlandinum. Hetta eru viðurskifti, sum eg avgjørt rokni við fara at verða broytt, sigur KÍ formaðurin.
Um avtalan millum KÍ og Svendborg kemur uppá pláss í dag, so vónar Jan Allan Müller at koma til Klaksvíkar fríggjadagin.










