u framtíðini hjá kommununi: ? Vit halda vanligu rakstrarkontonum á tí støðinum, har tær hava verið, og vit hava alla tíðina eyguni við, hvar vit kunnu spara. Men vit eru noyddir at hækka, har sum landið [...] sum nógvir stovnar, bæði almennir og privatir, eru komnir higar. ? Vit fegnast um, at vit síggja vitjani her úr allari oynni, umframt aðra staðni frá, eitt nú úr Klaksvík og úr Havnini. Ferðslan Býráðsformaðurin [...] kommuni í landinum hava samtykt: ? Vit hava arbeitt eftir bestu sannføring. Eingin veit, hvussu framtíðin fer at laga seg, men soleiðis sum gongdin er nú, so halda vit okkum hava tamarhald á fíggjarstøðuni
sína skyld av, at nógvar kommunur eru komnar so illa fyri, sum tær eru. Landsstýrið hevði eitt kommunalt eftirlit og hevur góðkent hvørja einastu lántøkurnar. Og vit kunnu eisini ført tráðin víðari og [...] Páll Vang. Eg haldi, at teir eru bangnir fyri at taka tey stóru málini upp fyri ikki fullkomiliga at avdúka sítt atgerðarloysi fyri øllum Føroya fólki. Hinvegin eru teir óførir, táið tað kemur til [...] til at veita skattalætta og at fremja onnur tiltøk, sum eru væl dámd ímillum fólk, leggur hann speiskliga afturat. Nú hevur tú sjálvur fleiri partamenn í landsstýrinum. Fært tú ikki sannført teir um at hetta
samrøðu við Sosialin í gjár, segði Thurid Olsen, sum er formaður í Felagskommununi í Vágum, at Vágafólk eru uppøst. Thurid Olsen er, umframt at vera formaður í Felagskommununi, eisini formaður í Vága Sambandsfelag [...] tíðindabrævi sigur Vága Sambandsfelag soleiðis: Á fundi í Vága Sambandsfelag 2. des. 97 er nevndin komin til tað úrslit, at hon als ikki kann taka undir við avgerðini hjá Edmundi Joensen, løgmanni, at siga [...] okkara. Tað harmar okkum almikið, at fasta sambandið um Vestmannasun er orsøkin til hesa uppsøgn. Vit vilja veita okkara løgtingsumboði fullan stuðul í hansara niðurstøðu í hesum máli.
. ? Hví skulu vit fara út í landsstýrið beint undan valinum og taka yvir eitt niðurslitið málsøki, spyr Lasse Klein. Hann heldur annars, at nýggja stýriskipanin nú skal roynast - at vit hava eitt minn [...] sambandið, sum vit hava havt við nakran í samgonguni er, at eg tosaði við Óla Breckmann í tveir minuttir um veður og vind, sigur Lasse Klein, sum afturvísir øllum gitingunum í fjølmiðlunum um, at teir nú skulu
havi altíð hildið, at fiskimenn í Føroyum eru órímiliga hart skattaðir, afturímóti fiskimonnum í øðrum londum. Men vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit geva einum einstøkum bólki skattalætta framum [...] Vit fara ikki at bjarga løgmanni. Tað situr eingin sambands-løgmaður ein tann einasta dag í sessinum við hjálp frá Tjóðveldisflokkinum so leingi eg ráði í flokkinum. Heini O. Heinesen, formaður Tjóð [...] avgjørdir tí aftur, sum floksfelagið hansara, Finnbogi Ísakson førdi fram í útvarpinum mánakvøldið Vit hava spurt Heina Heinesen hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin fer at hava, skuldi tað hent, at samgongan
komið undan kavi sum spurningur fyrr enn nú. Nevndarlimir hava jú í flestøllum førum verið menn, ikki so? Nei? Jú! Tað ber væl til at telja so frægt. Also standa vit endiliga líka, tá talan snýr seg um val [...] beint nú. Tað verður roynt at fáa okkara fólkastýrið eitt stig ella tvey aftrat fram á demokratisku leiðini. Men ætlanin er eisini at leita fram tær kvinnuligu resursurnar, sum higartil ikki eru komnar [...] almennu, politisku Føroyum til góðar í nóg stóran mun, ein pástandur, sum 80-ini eftir míni meting eru gott dømi um. At velta upp úr nýggjum er tungt arbeiði, sum eisini krevur nýhugsan. Í hesum føri má
Einki er sum ein flógv stund við tónleiki, nú myrkrið og kuldin hava boðað frá advent og komandi jólahátíð. Hóast tilboðini eru mong, so tykjast alt fleiri at leita sær frið saman við tónleikinum eina [...] seg, lærarnir kunnu halda seg í venjing, og vit onnur kunnu fáa gleði av hesum týdningarmikla virksemi. Orkestrið spældi undir til nøkur av kórverkunum, men vit fingu eisini okkurt orkesturverkið at hoyra [...] myndugleika - eitt sindur »stevleysari« spæl hevði kanska hugað mær betur, men her eru sjálvandi eins nógvar áskoðanir, og tað eru fólk, ið lurta. Eisini spældi hann undir, tá Berghild Poulsen sang kenda lagið
ðum eru vánaligar. Ein maður í rullustóli ætlaði sær inn at lurta. Men tað er so eiðasørt, at komandi er at Tinghúsinum við rullustóli. Sum teir skilamenn, norðoyatingmenninir Vilhelm og Heini eru, fóru [...] Og teir eru nógvir, eins og tey rørslubrekaðu gerast alt fleiri. Einamest orsakað av ferðsluvanlukkum, segði Maria Hansen. Fostrið í vanda Rúna Sivertsen, úr Fólkaflokkinum, vísti á, at tað eru ikki longur [...] longur bara tey brekaðu, vit síggja, sum eru verri fyri, enn onnur. Longu meðan fostrið er í móðurlívið, ber til at ávísa eitthvørt brek. Og so ber eisini til at taka fostrið, tí tað mangan tykist óynskt
Grundgevingin er, at ein bólkur í samfelagnum ikki skal fáa betri sømdir enn annar. Tað eru ikki meir enn eini trý-fýra ár síðani, at ein annar bólkur, handverkarar, ið fóru av landinum, fekk skattalætta [...] ikki, so fóru teir ikki av landinum. (Ikki eitt orð frá Ingeborg og Karl um at leggja arbeiði niður). Nú sjómenn skulu fáa skattalætta siga Ingeborg og Karl seg aftur skilja, men leggja eina við: kemur s [...] tíðindi o.s.fr. at dragast við. Bert fyri at vísa eitt dømi um, hvussu langt sjómenn í t.d. Danmark eru komnir í mun til okkum, skal eg her endurgeva eitt brot úr »Søfartsavisen«. Har stendur: Konerne slår
í útjaðarunum er kommunuskuldin og tað tilsvarandi høga skattatrýstið«. Tað eru nevniliga ikki allar útjaðarakommunur, sum eru skuldarheftar, men bara tær kommunur ymsastaðni í landinum, ið sum Tvøroyri [...] Javnaðarflokkurin hjá Jóannesi Eidesgaard hevur pádrigið Tvøroyrar borgarum alla kommunuskuldina, sum Páll nú er valdur til formann í Tvøroyrar býráð, at avvikla. Jóannes Eidesgaard sat sum landsstýrismaður frá [...] Hetta, at »tað er útjaðarin, sum skapar øll virðini í landinum« er heldur ikki beint. Mær vitandi eru lutfalsliga nógv skip skrásett í Havn, og nógv framleiðslu- handverks- og tænastuvirki liggja her.