Páll Vang. Nú ríður tú ov lágt!

Syndarligt at lesa Páll Vang í Sosialinum hósdagin

Páll Vang hevur fyrr sagt, at Javnaðarflokkurin hjá Jóannesi Eidesgaard hevur pádrigið Tvøroyrar borgarum alla kommunuskuldina, sum Páll nú er valdur til formann í Tvøroyrar býráð, at avvikla.

Jóannes Eidesgaard sat sum landsstýrismaður frá 1990 til í fjør, seinastu tvey árini enntá sum fíggjarmálaráðharri, og okkum í Tórshavnar býráð vitandi hevði hann einki uppskot til loysn á kommunuskuldini.

Tað tænir Páll Vang ikki til heiður at leggja seg á knæ fyri formanni Javnaðarfloksins og bjóða seg fram sum stillara.

Men tað var meir sum býráðslimur í Havn, at eg ætlaði at royna at svara onkrum av tí, sum býráðsformaðurin á Tvøroyri førir fram.

Páll Vang hevur ikki rætt, at »størstu trupulleikarnir í útjaðarunum er kommunuskuldin og tað tilsvarandi høga skattatrýstið«.

Tað eru nevniliga ikki allar útjaðarakommunur, sum eru skuldarheftar, men bara tær kommunur ymsastaðni í landinum, ið sum Tvøroyri vórðu vanstýrdar í 70-80 árunum (av javnaðarmonnum). Tað er altso ikki so nógv geografisk plasering sum ovurnýtsla, ið avger fíggjarstøðuna hjá kommununum.

Páll Vang var formaður í kommunubólkinum, sum samráddi seg til eina skuldarloysn við kraditorarnar. Okkurt er galið við hesari »loysn«, um Tvøroyri skal gjalda 10 mió. kr. í rentum um árið.

Tað er ikki rætt, at »miðstaðarøkið sleppur at vaksa ótálmað« (av løgtings- og statsútreiðslum), tí løgtingsfíggjarlógin er bar ahækka 1% árliga frá 1995 til ?97, meðan bruttotjóðarúrtøkan annars er økt 5 ferðir so skjótt. Tað átti at verið rættur borgarligur politikkur.

Hetta, at »tað er útjaðarin, sum skapar øll virðini í landinum« er heldur ikki beint. Mær vitandi eru lutfalsliga nógv skip skrásett í Havn, og nógv framleiðslu- handverks- og tænastuvirki liggja her.

Annars verður 3. hvør króna, ið verður forvunnin í Havn, og ella verður uppgivin forvunnin í Havn, skattað uttanfyri Havnina.

Tað er vanligt fyri allar høvuðstaðir, at almenn fyrisiting savnast har, men samstundis hava høvuðstaðir eisini oftast tær tyngstu tænastuskyldurnar. Helst hevði tað verið nógv dýrari at spjatt almenna fyrisiting út í hvønn krók í landinum.

At skattaprosentið í Havn skal vera mark fyri øllum øðrum kommunuprosentum kann vera skaðiligt. Tí so bert til hjá kommunustýrum at oyðsla, uttan at tað sæst aftur í tilsvarandi høgum kommunuskattatrýsti har á staðnum.

Tað er ómoralskt, at krevja, at onkur annar, eitt nú landskassin og aðrar kommunur, skal loypa til, tá kommunur ikki klára at gjalda sínar tænastuskyldur m.ari skuldarbinding.

Páll Vang mátti verið harðari við undanfarin sosialistisk býráð á Tvøroyri, enn í Sosialinum bara at »ivast um tað var rætt« at gera íløgur í vinnulívið, so at »Tvøroyrar kommunu er í eini serstøðu, at 1/3 ella 50 mió. kr. av kommunuskuldini (gott 150 mió. kr. íalt) stavar frá kommunalari luttøku í vinnulívinum«.

Nei, ein kommuna er ikki eitt partafelag og kann ikki verða sanerað. Tað áttú býráðslimir á Tvøroyri at vita. Nógv meir krevst av einum politikara enn einum enn eini partafelagsstjórn at húsast við ábyrgd.

Eg minniast ikki, at Páll Vang hevur funnist at Pf. Fiskavirking, fyrrenn nú hetta danska monopolfelag ætlar at selja virkið á Tvøroyri. (Hví sveik eisini Jóannes Eidesgaard, tá tvøráfólk í vár royndu at keypa virkið frá Fiskavirking).

Annars er tað sjálvmótsigandi, tá Páll Vang skjýtur upp, at vestara keiøkið í Havn verður innrættað til (almennar?) skrivstovur, og at Fisakvirking ístaðin letur virkið í Vági upp. Fyri tað fyrsta heldur hann ov nógva almenna fyrisiting longu vera í Havn. Í øðrum lagi skelda vágbingar inn á Tvøroyri, tí alt alment og vinnuligt virksemi verður lagt í norðaru helvt av Suðuroy.

Antin er ein fyri Fiskavirking, ella er man, sum Fólkaflokkurin, ímóti hesari donsku upfinning. Vit fólkafloksfólk í Tórshavnar býráð ivast ikki í, at tá Fiskavirking fer í søguna, verður ovmikið av vinnulívsfólki í Havn, sum taka um endan og reka »Bacalao« víðari.

Eg vænti eisini, at 1% gjaldið í kommunala kreppugrunnin heldur fram.

Men langt lop er til at krevja, at onnur skulu gjalda skuldina hjá einum sjálvum. Hvør væntar t.d. at danskir skattaborgarar skulu gjalda bæði sína egnu skuld, og ta skuld hjá føroyingum, sum stavar beinleiðis frá ovurnýtsluni í 80-árunum, og vit sleppa undan okkara egna skilaloysi?

Líka órímiligt ljóðar tað, at aðrir føroyingar skulu klára sína egnu kommunuskuld umframt 150 mió. kr., sum undanfarin býráð á Tvøroyri ábyrgdarloysi hava bundið um hálsin á komandi ættarliðum av tvørafólki.

Hvussu ætlar Páll Vang at løna Havnini aftur, tá vit hava goldið Tvøroyri 150 mió. kr. til skuld, so Páll Vang kann spæla oljusjeikur saman við Mærsk á Tvøroyri, við kunstiga lágum skattaprosenti tí øll onnur hava bløtt uttan sosialistarnir, sum oyðslaðu kommununa fram til hesa skuld, og sum Páll Vang nú bjóðar seg fram til stillara hjá til næsta val.


Páll Petersen

býráðslimur í Havn