50 %. Procentsatsirnir eru annars eitt sindur ymiskir, men yvirhøvur eru teir 50 % og 100 %. Hetta procentbýtið hevur sum sagt verið forðað 9 ár á rað av politikarum, ið annars eru valdir av fólkinum at [...] uppat. Hóast tey 5 árini fyri langt síðani eru farin, er blokkurin framhaldandi niðurbundin. Ongar dagføringar av blokkinum orsakað av dýrtíðini o.ø. hava verið nú á 9.ári. At hetta hevur kostað landskassanum [...] um antin ella. Vit tosa um ikki-yvirtikin málsøki! Nú 10. fíggjarlógin við skerdari ríkiskassafígging til heilsu- og almannaverkið, sum landsstýrið framdi í 2001 virkandi frá 2002, skal á tingborð, er tað
teir hava á pappírinum torførari uppgávu á skránni hesa ferð, enn vágbingar hava. VB skal spæla í Miðvági, meðan HB skal spæla á Svangaskarði. B68 sigurin á KÍ bar við sær, at toftamenn við sigri á HB kunnu [...] verður á ólavsøku. B36 fylgir við Toppdysturin hetta vikuskiftið var í Gundadali. B36 vann 3?2 á VB, og harvið staðfestu teir í árstalsfelagnum, at í løtuni eru teir einasta veruliga boðið upp á avbjóðara [...] ikki at vinna á aftur. Vágbingar skulu luttaka í Europa Cup, og fyribils mugu vit siga, at teir eru dotnir úr kappingini um tey bæði fremstu plássini. HB kom við sigrinum í Miðvági aftur á triðja plássið
úr fimm ymsum Norðurlondum. 20 leikarar eru á palli, og tey tosa á trimum ymsum tungumálum. Leikritið er danskt, senografiin er norsk, og sjónleikararnir eru úr Grønlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum [...] gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan. Veitslan byggir á danska filmin Festen eftir Thomas Vinterberg. Í 1999 vann Festen Gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes. Veitslan er lagað til føroysk [...] kynsliga misnýtslu, tað mest pínufulla tabu, vit hava í okkara mentan. Við at seta sjónleikin upp í Føroyum vóna stigtakararnir at skapa økta tilvitan um, at vit øll, sum medmenniskju, næstringar, grannar
sín, og í dag eru næstan ein milliard persónar luttakarar á hesum fjølmiðli. Um leið helmingurin av føroyingum eru “limir” í hesi “sektini”. Fyri nøkrum døgum síðani varð Facebook tikið upp á virðisbrævamarknaðin [...] fram. Men við nýggjari tøkni kannst tú skriva eina grein, og tíggju minuttir aftaná er hon á netinum. Nú eru ikki allar greinir líka áhugaverdar, men í summum førum kanst tú longu hálvan tíma seinri síggja [...] hjá Jákupi ápostli, har hann sigur um mannatunguna: “Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds! Úr sama munni ganga út signing og bann!” Líka
enn einaferð prógvað, at teir í mangar mátar eru drúgvari enn tey flestu, og nú farið varð undir seinasta triðingin av kappingarárinum, vóru teir eisini við á fremstu parkett. Løgdu nógv fyri Og tað var [...] sum bendi á, at liðið nú er um at finna stevið. Í verjuni vóru teir fyri tað mesta ivaleysir. Í Jóhannis og Jan hava teir tveir royndar miðverjar. Bakkplássini røktu Janus M. Joensen og Hans á Lag, og tó [...] fingið flog aftur. At Jón Rói nú aftur er í hesum endanum av vøllinum man í øllum førum ræða flestu mótstøðuliðini, og tó at góður helmingur av málunum hjá Andrew eru komin eftir brotsspark, so er hann
bústaðarkeypið at renturnar eru fastar, men bidragið kann broytast. hava stóra ávirkan á peningaligu viðurskiftini hjá øllum, Seinastu uml. 10 árini er tað lækkað, og er tað nú 1,5%. » Jú størri egin ið [...] okkum, at vit nøkta tørvin hjá kundanum, so vit finna ta loysn, ið loysir seg best fyri kundan, sigur Jóna M. Hammer. Tá tað kemur til bústaðarlán, ber til at velja millum tvey ymisk lán, tey eru realkredittlán [...] umráðandi, tá ið renturnar eru so lágar er, at man vísir á fyrimunir og vansar við báðum lánunum, tá kundin kemur inn, sigur Jóna M. Hammer. Nógv hava lán við skiftandi rentu, og eru møguliga ikki klár yvir
forsætisráðharri, nú tykjast tað at vera púra innlýsandi, sigur Louis Apol Wilson. Blair hevur lagt dent á framhaldandi vøkstur í vallyftunum. "Bring Britain forward not back" eitur tað á hesum sinni hjá [...] hevur havt stóran týdning fyri Blair, men grundleggjandi munur er á bretsku samfelagsskipanini og henni, vit kenna í Norðurlondum. - Tekin eru um, at Blair ætlar at royna meira skandinaviskan politikk, men [...] fáa eyga á. Tað er torført at síggja, hvat hr. Blair dugir betri enn hini. Hóast atfinningar um spin og hvørt av síni, so hevur Tony Blair og hansara New Labour góðan viðvind í løtuni. So góð eru líkindini
ávirkan á heimligu kappingina hjá VÍF. ? Vit byrjaðu at venja sera tíðliga hetta kappingarárið, so vit vóru væl fyrireikaðir til Europa Cup-dystirnar, sigur Hjalmar Klein Olsen. ? Síðani trappaðu vit eitt [...] Hjalmar Klein Olsen er ein av teimum mest royndu á VÍF-liðnum, sum sunnudagin gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Hann hevur verið á besta liðnum í 12 ár og fyri hann er tað sostatt ikki nakað fremmant [...] tann sama í fjør. Tá vann Neistin á H71, tá tað vóru eini fimm umfør eftir, og tað merkti, at VÍF var føroyameistari. Sjálvandi hevði tað verið stuttligari, um vit nú sjálvir høvdu spælt og vunnið, men
og møta øðrum føroyingum, sum eru í Århus. Føroyskt barnamøti Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærvarpið [...] nin á familjumøtinum kl. 10.30 talar Elsa í Skorini um evnið »Góðir vanar í familjuni«. Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Rólant í Skorini um »Er Gud?«. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum [...] tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Dagtilhaldið Fløvi ? í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tlf. 448279. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag
Sveis og Eysturríki í juni 2008. Vertstjóðirnar eru sjálvskrivaðir luttakarar. Europeisku fótbóltstjóðirnar eru styrkismettar í sjey bólkum. Føroyar eru í niðasta bólkinum saman við Liktinstein, Aserbadjan [...] tað verri, um vit so endaði í einum stórum bólki, har Luksemburg varð seinasta liðið. Nógvar tær fyrstu ferðirnar, tá ið Føroyar vóru við í lutakastunum, stóð so at siga alt fíggarliga upp á spæl. Nøkur [...] heppin - eitt nú tá ið Rumenia og Russland vóru hægst styrkismettu mótstøðuliðini - men seinni hilnaðist tað betri, tá ið Føroyar vóru í bólki við Spania og seinni Týsklandi og Fraklandi. Nú er sjónvarp