Kekkia og Grikkaland eru marran

Í lutakastinum til EM undankappingina er meiri hugaligi møguleikin, at Føroyar skulu enda í bólki saman við bæði Onglandi og Italia

EM STYRKISMETING

Í dag varð lutur kastaður um, hvussu tær 32 tjóðirnar, sum skulu stríðast um heimsmeistaraheitið skulu bólkast í endaspælinum.
Hesum lutakastinum stóð altjóða fótbóltssamgongan FIFA sjálvandi fyri. Samstundis sum tey í FIFA hava verið upptikin av hesum lutakastinum, so hava tey í europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, gjørt av, hvussu europeisku tjóðirnar, skulu flokkast, tá ið lutakastið til næstu EM undankappingina verður í 27. januar. Tann avgerðin varð tikin hósdagin.

Marra og ynskisdreymur
Harvið ber longu nú til at droyma søtar og marrukendar dreymar um, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í EM undankappingini, sum verður tann fimta EM undankappingin, sum Føroyar fara at luttaka í. Føroyar hava luttikið í fýra HM undankappingum.
Søti dreymurin er sjálvandi tann, sum ítróttarliga, fíggjarliga og umsitingarliga kennist sum tann besti, og marrukendi dreymurin er tann, sum ber mótstøðutjóðir við sær, sum føroyingar ikki kenna nakað serligt til spælararnar hjá, sum ikki bera eykavinning fyri sjónvarpsrættindi við sær, og sum tað fer at kennast tungt hjá FSF, miðlunum og øllum øðrum at samskifta við.
Umstøðurnar og viðurskiftini eru tíbetur ikki tey somu, sum tey vóru, tá ið kommunistarnir ráddu fyri borgum, men tað kennist framvegis lítið hugaligt at ferðast eystureftir við fótbóltslandsliðnum heldur enn at fara til grannalondini og tey í Vestureuropa yvirhøvur.
Størsti marrukendi dreymurin gerst veruleiki, um luturin 27. januar í Montreux verður drigin soleiðis, at Føroyar enda í sama undankappingarbólki sum Kekkia, Rumenia, Ukreina, Bosnia-Hersegovina, Albania og Georgia og kanska Kasakstan sum sjeynda mótstøðuliðið. Aðrar marrukendar mótstøðutjóðir kunnu verða Grikkaland, Kroatia, Bulgaria, Letland, Litava og Armenia ella Moldova.
Tá hevði tað verið ólíka lættari og hugaligari, um kúlurnar rullaðu soleiðis úr krukkuni, at Føroyar komu í bólk saman við Onglandi og Italia. Tað ber til, tí meðan Ongland er í styrkisbólki eitt, so er Italia í styrkisbólki tvey, og so hevði tað ikki verið so galið, um Danmark úr styrkisbólki trý eisini kom í bólk saman við Føroyum. Og so hevði tað einki gjørt, um Skotland, Ísland og Kypros gjørdust mótstøðulondini úr ávikavíst bólki fýra, fimm og seks. Og tað hevði ikki gjørt tað verri, um vit so endaði í einum stórum bólki, har Luksemburg varð seinasta liðið.
Nógvar tær fyrstu ferðirnar, tá ið Føroyar vóru við í lutakastunum, stóð so at siga alt fíggarliga upp á spæl. Nøkur lutakast vóru lítið heppin - eitt nú tá ið Rumenia og Russland vóru hægst styrkismettu mótstøðuliðini - men seinni hilnaðist tað betri, tá ið Føroyar vóru í bólki við Spania og seinni Týsklandi og Fraklandi.
Nú er sjónvarpssáttmálin, sum FSF hevur við týska felagið SportFive, soleiðis skrúvaður saman, at møguleikin fíggjarligum katastrofu lutakasti ella fyri orduliga at skjóta papageykin er væl minni. Tað kemst av, at tryggjaða grundupphæddin er hægri, enn hon var tey fyrstu árini. Í FSF hildu teir seg fyri trimum árum síðani vera noyddir at fáa størri fíggjarliga trygd inn í sáttmálan við týsku fyritøkuna.
Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður stórur munur í áhuganum fyri at síggja heimadystirnar og harvið í áskoðarainntøkunum, um størstu mótstøðuliðini vera eitt nú Ongland og Italia heldur enn Kekkia og Rumenina.

Styrkismetingin
Tá ið nýggi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, saman við øðrum FSF umboðum fara at møta í Montreux, fer spenningurin bæði at snúgva seg um, hvussu mong mótstøðuliðini fara at verða, og hvørjar mótstjøðutjóðirnar fara at vera.
Talan verður um sjey undankappingarbólkar. Átta tjóðir skulu luttaka í einum bólki, og í seks bólkum vera sjey tjóðir. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki sleppa ígjøgnum nálareygað og í endaspælið, sum verður í Sveis og Eysturríki í juni 2008. Vertstjóðirnar eru sjálvskrivaðir luttakarar.
Europeisku fótbóltstjóðirnar eru styrkismettar í sjey bólkum. Føroyar eru í niðasta bólkinum saman við Liktinstein, Aserbadjan, Andorra, Malta, Kasakstan, Luksemborg og San Marino. Mest sannlíkt er tað, at Føroyar ikki fara at spæla móti nakrari av hesum tjóðunum, men í einum bólki fara tvær av hesum tjóðunum at vera.
Í ovasta styrkisraðnum eru europameistararnir úr Grikkalandi, Holland, Portugal, Ongland, Kekkia, Frakland og Svøríki. Í næstovasta styrkisraðnum eru Týskland, Kroatia, Italia, Turkaland, Pólland, Spania og Rumenia.
Danmark er ikki styrkismett hægri enn í triðja raðnum. Har eru danir saman við Noregi, Serbia og Montenegro, Russlandi, Bulgaria, Ukreina og Slovakia. Í fjórða raðnum eru Bosnia-Hersegovina, Írland, Belgia, Letland, Ísrael, Skotland og Slovenia. Í fimta raðnum eru Ungarn, Finnland, Estland, Wales, Litava, Albania og Ísland, og í sætta raðnum eru Georgia, Makedonia, Hvítarussland, Armenia, Norðurírland, Kypros og Moldova.