Fótbóltur
Tað var um at verða sannleikans tími, tá HB sunnudagin fór á vøllin til útidystin móti GÍ. Trý tap á rað var meira enn leiðslan í felagnum kundi taka, og tí valdu teir fyri viku síðani at seta Ion Geolgau frá venjarasessinum. Og fyri nýggja venjaraparið, Jóannes Jakobsen/Kára Nielsen, kundi byrjanin til venjaraskeiðið neyvan verið torførari.
Gøtumenn vóru tíðliga í ár somikið illa fyri, at fólk longu tá høvdu avskrivað teir í gulldystinum, men seinastu vikurnar undan og fyrstu vikurnar eftir summarsteðgin hava enn einaferð prógvað, at teir í mangar mátar eru drúgvari enn tey flestu, og nú farið varð undir seinasta triðingin av kappingarárinum, vóru teir eisini við á fremstu parkett.
Løgdu nógv fyri
Og tað var eisini heilt tíðliga í dystinum greitt, at tað stóð nógv upp á spæl hjá báðum pørtum. Frá fyrsta bríksli varð leikferðin sett í topp. Nærdystirnir vóru nógvir og harðir, og yvirhøvur tóktist tað so, at hetta skuldi gerast ein dystur av tí meira undirhaldandi slagnum. Eisini hóast trýistið frá báðum pørtunum viðførdi, at tað kanska var so sum so við poleraða fótbóltsspælinum.
Eftir fyrstu lítlu løtuna, har liðini líka sum styrkisroyndu hvørt annað, var tað tó sum um HB so smátt vann sær eina lítla yvirvág. Bólturin ferðast alsamt meira inni á GÍ hálvuni, og tað skuldu heldur ikki ganga fleiri enn tíggju minuttir, so hevði HB fingið hol á.
Jón Rói Jacobsen, sum í HB fyri tað mesta er í álopinum, streyk frá GÍ-verjuni, og tá Pól Ennigarð tveitti seg í royndunum at takla, var hann ov seinur, soleiðis at hann ístaðin høgdi beinini undan kvika álospmanninum. Gult kort til Pól og brotsspark til HB, og hetta takkaði Andrew av Fløtum fyri.
Hóast skelkin, so fullu gøtumenn á ongan hátt í fót. Tó at HB hevði yvirvág í spæli, so stríddust teir á heimaliðnum av fullum hjartað, og tá gestirnir ongan hug høvdu at geva seg, so gjørdist spælið í løtum somikið hart, at dómarin fleiri ferðir mátti í lumman, og til tíðir var vandi fyri, at talan fór at verða um annað enn gul kort, sum hann dróg fram.
Spakuliga fingu gøtumenn eisini arbeitt seg betri inn í dystin. HB hevði kanska framhaldandi yvirvágna, men gøtumenn gjørdust alt meira vanligir gestir á HB hálvuni. Serliga var tað við uppspæli í høgru og so longum skiftum ella innleggum frá Súna Olsen, at vandastøður íkomu, og millum annað átti ein stútari frá Krzyztof Popczynski at givið HB eina ávaring, men teir lótu tó ikki við seg koma.
Beint undan steðgin var eisini nóg mikið við ávaringunum. GÍ gjørdi skjótt av, tá teir fingu fríspark í høgru, og meðan HB leikararnir framvegis deildust um avgerðina, sendi Súni innfyri, og hesa ferð stútaði pólverjin bóltin beina leið í meskarnar uttan møguleika hjá HB-málverjanum, sum við góðari orsøk deildi verjuleikarar sínar fyri væntandi uppdekkingina.
Fánaðu ikki
Hetta var sum vátur vøttur hjá HB at fáa beint undan steðginum. Og fleiri vóru røddirnar sum hildu, at nú mundi ringa gongdin seinastu tíðina fara at koma til sjóndar, soleiðis at stríðsviljin als ikki fór at verða hin sami í seinna hálvleiki.
Men hesi fóru tó púrasta skeiv í sínum metingum. Dysturin var ikki meira enn byrjaður aftur, so hevði HB aftur lagt seg á odda. Alt fyri eitt royndu teir at trýsta oman móti GÍ málinum, og hetta gav eisini úrslit. Í fyrstu atløgu royndi Rúni Nolsøe at stýra einum innleggi úr vinstru móti málinum, og tá bólturin var blokkaður á vegnum, gjørdi hann skjótt av. Áðrenn nakar gøtumaður fekk ruddað, sneiddi hann at baklinjuni og legði flatt út frá til Nocko Jokovic, sum uttan stórvegis hóvasták kundi stýra bóltinum inn.
Nú var HB aftur við yvirlutan, og tað var sjónligt, at hetta ikki hóvaði gøtumonnunum serliga væl. Frustratiónirnar á leikarunum komu týðuliga til sjóndar, meðan teir hjá HB hinvegin mentust alt meira, og tá hálvleikurin var hálvrunnin kom so tað, sum líktist eini avgerð. Nocko Jokovic, sum alla tíðina royndi at liggja framvið, fekk lyft bóltin upp um GÍ verjuna, og tá hann skuldi temja, var Bartal Eliasen dekan ov ófantaligur, soleiðis at hann skumpaði danan niður. Úrslitið gjørdist enn eitt brotsspark til HB, og fyri áttandu ferð í landskappingini var Andrew av Fløtum tryggur, tá møguleikin beyðst.
Stokkut gleði
Við bert einum hálvum hálvleiki eftir og tveimum málum undir sá nú svart út hjá GÍ, men tað var tó um reppið, at teir kortini reistu seg. Bartal varð fluttur fram í álopið, og eftir at hann fyrst hevði sæð stútara bjargaðan á mállinjuni, vann hann tíggju minuttir fyri leiklok brotsspark, tá hann varð rendur um koll eftir frísparksinnlegg.
Hóast Jan Dam gjørdi sítt besta til tess at órógva brotssparksskjúttan, so var Sámal Joensen ísakaldur úr ellivu metrum, og so tendraði vónin hjá GÍ av álvara, men tað var tó skjótt, at teir komu niður aftur.
Í at síggja til vandaleysari støðu misti Pól Ennigarð til Andrew av Fløtum, og so gekk skjótt fyri seg. Tveir móti einum kundi Andrew spæla Jón Róa leysan, og tó at vinkulin kundi verið betri, so beindi landsliðsmaðurin bóltin í kassan, og so mundu sjálvt trúgvastu viðhaldsfólkini í Gøtu ásanna, at slagið var tapt. At Sámal Joensen við enn einum brotssparki fekk minkað um munin við brotssparki, tá farið var um vanligu leiktíðina, mundi munað lítið í so máta.
Kreppan blást av
Mest týdningarmesta avleiðingin av dystinum man vera, at tað nú stendur mest sum greitt, at tað verður HB og ikki GÍ, sum fer at tosa við NSÍ, KÍ og B36, tá gullmerkini skulu avgreiðast.
Sostatt hevur HB í fyrsta umfarið fingið vent skútuni, og tó at talan fyrst og fremst var um stríðssigur, so var tó mangt í spælinum, sum bendi á, at liðið nú er um at finna stevið.
Í verjuni vóru teir fyri tað mesta ivaleysir. Í Jóhannis og Jan hava teir tveir royndar miðverjar. Bakkplássini røktu Janus M. Joensen og Hans á Lag, og tó at talan var um eitt satt liðavrik, so hoyrir tað við, at Hans sunnudagin spældi sín kanska besta dyst, síðani hann í ár varð fluttur úr miðverjuni. Snøgt sagt, so átti hann alla høgru síðu hjá HB, og líkamikið um hann var í álops- ella verjustøðu, so var talan um somu kraftmiklu framferðina, sum snøgt sagt var í serflokki.
Á miðvøllinum stríddust Rúni, Rógvi og Nico óføra væl, og tó at saknur onkun tíð var í kreativitetinum hjá Halli Danielsen, so tóktist tað skilagott, at rumenin var tikin fram um havnarmannin.
Og so tykist álopið eisini at hava fingið flog aftur. At Jón Rói nú aftur er í hesum endanum av vøllinum man í øllum førum ræða flestu mótstøðuliðini, og tó at góður helmingur av málunum hjá Andrew eru komin eftir brotsspark, so er hann toppskjútti í deildini ? og so er tað Nocko Jokovic.
Enn er hann kanska ikki heilt innspældur á liðnum, men í løtum vísti hann, at tað er munur á bestu deildini í Føroyum og í Danmark, og tað kann væl verða, at tað verður júst hesin munurin, sum verður avgerandi fyri, hvørt HB í ár megnar at vinna seg upp á ovastu rók.
Dysturin í tølum:
GÍ-HB 3-4 (1-1)
0-1: Andrew av Fløtum (br.), 12
1-1: Krzystof Popczynski, 44
1-2: Nocko Jokovic, 47
1-3: Andrew av Fløtum (br.), 66
2-3: Sámal Joensen (br.), 83
2-4: Jón Rói Jacobsen, 84
3-4: Sámal Joensen (br.), 89
Dómari: Dagfinn Olsen: Hevði fyri tað mesta gott tak á dystinum. Kundi kanska verið meira konsekventur, tá frustratiónir við hvørt kókaðu yvir hjá leikarum, men tók tó atlit til einstøku støðurnar, tá hetta hendi, soleiðis at reyðu kortini vórðu spard.
GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Pól Ennigarð, Bartal Eliasen ? Súni Olsen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Zdizlaw Janik, Bárður á Lakjuni ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Nico Dugaru, Rógvi Jacobsen ? Jón Rói Jacobsen, Nocko Jokovic, Andrew av Fløtum