Eyðmýkingin

Við støði í tí nógva, undirritaði hevur skrivað um almenn viðurskifti, kanska serliga um hvussu ríkiskassastuðulin síðani 1. januar 1988 hevur ávirkað tað almenna húsarhaldið, tykist tað framhaldandi at vera neyðugt at ringja við klokkuni til útkall.

Sum øllum kunnugt varð skúlaverkið og ein partur av almannaverkinum (onnur almenn forsorg) yvirtikið av løgtinginum 1. januar 2002, og við yvirtøkuni lækkaði ríkisstjórnin ríkiskassans blokkstuðul við upphæddini 366,4 milliónir, sum var ríkiskassans fígging av teimum yvirtiknu málsøkjunum. Men samstundis sum hetta hendi, gav landsstýrið ríkisstjórnini boð um at niðurbinda restblokkin, 615,5 milliónir, í 5 ár. Hetta innibar, at dagføringar vegna dýrtíð v.m., sum annars fóru fram eina ferð um árið frá 1988, hildu uppat.
Hóast tey 5 árini fyri langt síðani eru farin, er blokkurin framhaldandi niðurbundin. Ongar dagføringar av blokkinum orsakað av dýrtíðini o.ø. hava verið nú á 9.ári. At hetta hevur kostað landskassanum 100-tals milliónir, kann ikki undra nakran. Um nú avtalan um dagføring av blokkinum undirskrivað 20. mars 1987 av Poul Schluter, forsætisráðharra og Atla Dam, løgmanni, ikki varð brotin av landsstýrinum beint fyri jól 2001, hevði blokkurin í dag íkki verið 615,5 milliónir, men ligið eitt stað millum 700 og 800 milliónir.
Fyri betri at lýsa, hvørji almenn øki so skilaleyst hava mist lógarbundna fígging, er tað hóskandi og neyðugt at sundurliða heilsuverkið og almannaverkið, sum ”eiga” so at siga allan blokkin:

Heilsuverkið, 283,6 milliónir í blokkinum
Sjúkrahúsini
Ríkishospitalið
Kommunulæknar
Barnakonurøkt
Heilsu- og heimasjúkrarøkt
Læknakannan av børnum
Skúlalæknar
Epidemi, vaccinatiónir, kynssjúkur
Almannaverkið, 330,3 milliónir í blokkinum
Fólkapensión
Avlamispensión
Ellis- og røktarheim
Burturlegging til bygging av ellis- og røktarheimum
Vanlukkutryggingin
Sjúkradagatrygging
Ymiskar reguleringar til 1986 budgettið
Serforsorg:
Føroya Specialskúli
Extern forsorg
Avlastingar- og frítíðarheim í Tórshavn
Uppihald fyri føroyskar klientar í Danmark
Ferðaútreiðslur fyri klientar og avvarðandi
Vikarar hjá starvsfólkum við útbúgving
Andveikraforsorgin
Íløgur til serforsorgina

Av øllum her nevndu økjum eigur ríkiskassin (blokkurin) at fíggja Ríkishospitalið við 100 %, serforsorgina við
100 %, fólka- og avlamispensión við 50 % og tey føroysku sjúkrahúsini við 50 %. Procentsatsirnir eru annars eitt sindur ymiskir, men yvirhøvur eru teir 50 % og 100 %. Hetta procentbýtið hevur sum sagt verið forðað 9 ár á rað av politikarum, ið annars eru valdir av fólkinum at ansa eftir forsvarligari umsiting av almennum peningi.

Fleiri onnur almenn øki, umframt tey her nevndu, verða eisini fíggjað úr ríkiskassanum, men ikki við blokki, hvat tey annars saktans kundu verið. Eitt nú dómsvaldið, politivaldið, stuðul til lesandi (SU), kriminalforsorgin, føroyskir fólkatingslimir, Norðuratlantsbólkurin o.a. Fíggingina til hesi øki hevur løgtingið/landsstýrið ikki niðurbundið. Tey fáa, sum rímiligt er, teirra reglubundnu dagføringar orsakað av dýrtíð v.m. Tí er tað ikki órímiligt at spyrja, hví ávísir bólkar í samfelagnum skulu missa rættin til dagføring av ríkiskassafíggingini? Hví skulu gomul, sjúk og avlamin og brekað eyðmýkjast so skammiliga? Hví hesin mismunur?

Sum kunnugt bítast hestarnir, tá krubban er tóm.
Landsstýrismaðurin við heilsumálum hevur rent ein dugnaligan og dámligan sjúkrahússtjóra til hús. Óhugnaligt dømi um, hví og hvussu hestarnir bítast. Og nú verður sagt, hann náði okkum, at tað ikki einans er sjúkrahússtjórin, men eisini heiluvágurin, medicinið, ið er tann stóri skurkurin. Tað er hann, ið drenar fíggingina til sjúkrahúsverkið og landskassan yvirhøvur!
Spírstungur vilja vera við, at landsstýrismaðurin umhugsar at áleggja sjúkrahúslæknum og kommunulæknum – í so stóran mun sum gjørligt – at brúka bókina hjá R. K. Rasmussen ”Gomul føroysk heimaráð” í staðin fyri heilivág frá apotekinum. Umleið 70 ymisk sjúkrasløg eru umrødd í bókini. Eitt nú slím í lungunum, tarmalop, rimpilsi, sinnissjúka, drykkjuskapur o.s.fr. Við slagorðinum ÓKEYPIS GOMUL RÁÐ – til høg og lág skulu læknar og sjúkrasystrar, í staðin fyri dýrt medicin, fara yvir til eina nýggja, gamla RKR-viðgerð. Ein hóskandi indoktrinering (her skuldi ikki staðið á) er neyðug, so her krevst skeiðvirksemi til læknar og sjúkrasystrar, til tess at stimbra hugmyndina um eitt framhaldandi, fyrimyndarligt RKR-heilsuverk.

Nei, tað er ikki á sjúkrahúsunum, at skógvarnir klemma. Tað er ”føroyskur” politikkur, ið er orsøkin til armóðina, og har hjálpir hvørki heiluvágur frá apotekinum ella gomul ráð frá Eiðislækna – hóast nøkur av teimum kunnu brúkast eitt nú motta í skerpikjøti í staðin fyri penicilin – ella at rena dugnaligan sjúkrahússtjóra til hús. Einans løgtingið kann greiða miseruna og fløkjuna.
Løgtingið má taka stig til at fáa ríkiskassafíggingina til heilsuverkið og almannaverkið aftur í somu legu, sum Poul Schlüter og Atli P. Dam løgdu rygg til, og sum Kallsberg & Hoydal & Co. løgdu køvandi hond á.
Processin, sum løgmaður proklameraði um somu tíð, sum hetta hendi, kann í óhugna minna okkum um Processina hjá Kafka soleiðis at skilja, at høvuðspersónarnir hjá Kafka og hjá løgmanni – Føroya fólk – eru í eini mentalari process uttan at vita, hvat tað veruliga snýr seg um.
”Mann kann narra nøkur fólk altíð og øll fólk av og á, men mann kann ikki narra øll fólk altíð” (Abraham Lincoln). Relevantir politikarar hava ongantíð kunngjørt Føroya fólki, hví ríkiskassans fígging til heilsuverkið og almannaverkið skuldu seigpínast í óavmarkaðari tíð, og hvørjar lemjandi avleiðingar hetta fór at innibera. Men ”Við lóg skal land byggjast”: Um tað ikki var brot upp á landsins lógir og viðtøkur, at blokkurin varð lagdur í spennutroyggju 1. januar 2002, so er tað nærliggjandi at spyrja, um tað var ólógligt, at ríkiskassablokkurin varð dagførdur hvørt ár frá 1988 til og við 1999? Hetta er spurningar um antin ella. Vit tosa um ikki-yvirtikin málsøki!

Nú 10. fíggjarlógin við skerdari ríkiskassafígging til heilsu- og almannaverkið, sum landsstýrið framdi í 2001 virkandi frá 2002, skal á tingborð, er tað roynd vert, og í veruleikanum einasta gongda leið, at Meginfelag Pensionistanna, Meginfelag teirra Brekaðu, starvsfólk sjúkrahúsanna og onnur, sum á ein og annan hátt mynda tey bleytu virðini í samfelagnum, í felag venda sær beinleiðis við skrivligari áheitan til løgtingið til tess at fáa blokkin úr spennitroyggjuni. Verður tað gjørt, kann landskassin koma aftur í eina forsvarliga og virðiliga legu. Heilsuverkið og almannaverkið fáa teirra lógfestu fígging, og ein lemjandi almenn lántøka til ”konsum,” sum Kristian Djurhuus, sáli, plagdi at taka til, kann beinast burtur.