1990. Og í ár var tað so Dansistovugaman á Tvøroyri, sum var vertur. Norðaneftir vóru gestir komnir úr Dansifrøi úr Havn, Fragdini úr Sundalagnum og Upp á Tá úr Vágum. Men annars vóru børn og ung úr Suðuroynni [...] setur dám á býin og at tað gleddi hann serliga, at fólk aðrastaðni úr oynni og norðanfjørðs, høvdu leitað higar í stórum tali. Frítíðarítrivini eru eins ymisk og vit mennisku eru, og vit eiga at virða [...] Suðuroynni, eitt dansilið av vaksnum vágbingum og eitt lið av vaksnum tvørafólki. Á Dansistevnuni var báði undirvísing, almenn framsýning og um kvøldið var borðhald og veitsla fyri teimum, sum vóru við á stevnuni
seg, stóðu royndina. Fleiri ung vóru við í kappingum uttanlanda og fingu sera góð úrslit, og nakrir bólkar vóru væleydnaðar konsertferðir. Løgtingið hækkaði játtanina nakað, og virksemið er nú økt soleiðis [...] soleiðis at í løtuni eru 16 musikk- og tónlistaskúlar í skipanini. Vøkstur er somuleiðis í tali og góðsku innan bæði siðbundnu og rytmisku frálæruna. Musikkskúlaskipanin virkar soleiðis at kommunur skipa karmar [...] karmar viðvíkjandi hølisviðurskiftum, ljóðførum og innmeldingum. Landið hevur námsfrøðiligu og fakligu ábyrgdina, veitir stuðul og setir førleikakrøv, millum annað skulu lærarar hava lokið prógv frá ko
Sandoy Seafood fyri ótrúliga stuðulin og gott samstarv komandi árini. Drívið nú á børn, ung og vaksin og takið av tilboðnum um ítrótt og felagsskap í barna- og ungdómsárum og mong ár framyvir, er áheitanin hjá [...] tryggum grundarlagi og vónandi fleiri leikarum. Í B71 eru tey sera fegin um nýggju avtaluna, sum tey vænta fer at gera arbeiðið smidligari og úrslitini betur. - Vit ynskja at takka Ole og Ann-Dorith saman [...] - Tað var ein fegin formaður og nevnd, sum í februar mánaði fekk boð um og síðani undirskrivaði sáttmála við nýggjan høvuðsstuðul hjá Sandoyar Ítróttarfelag, B71. Í gjárkvøldið var so aðalfundur felagsins
hjartamálum er, at børn og ung í kommununi hava fjølbroyttar og góðar umstøður at vera virkin í frítíðini, og at tey hava góð og gevandi frítíðartilboð alt eftir, hvat hugur og evni eru til. Tað er sjálvsagt [...] sjálvsagt, at politiska skipanin í virðiligum og jaligum samstarvi og samskifti við feløg og felagsskapir skapar góðar og tryggar karmar um alt frítíðarvirksemi og øll frítíðartilboð í kommununi. Her verður [...] er gott nokk. Er tíverri eisini til ampa fyri grannar og grannalag. Virðiligar umstøður hjá feløgum, heima- og útileikarum, dómarum, hjálparfólki og áskoðarum við Hoyvíksvøll er eitt mál, ið eg fari at
Oasan at bjóða til páskastevnu, og er ætlanin at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, ung og eldri. - Vit ynskja við páskastevnuni at boða gleðiboðskapin um, at JESUS livir, og at hann vil, at vit skulu liva [...] Wilson og Grace, verður føroysk luttøka til ta einu guðstænastuna páskadag, har Pauli Høj og Símin Jacobsen fara at tala og til ungdómsmøtið leygarkvøld, har Tom Jacobsen talar. Til hvørt møti og hvørja [...] hann talar og eggjar fólki til at vera tann, ið Guð ynskir tey at vera; higartil hevur hann vitjað yvir 50 lond. Bæði Wilson og Grace eru signað við framúr góðum evnum til at tala Guðs Orð, og tað er nærum
møtir, bæði inni og úti, og altíð ger hann sær ómak at vitjað húsini við eini innbjóðing og eini traktat. Judith og Osvald búsettust úti í Grønlandi í Havn, og tey eiga fimm døtur: Anna og Katrin sum búgva [...] hjúnini Judith (fødd Holm Jacobsen) og Osvald Kjærbo gingu saman í hjúnalag. Foreldrini hjá Judith vóru Anna Sofía og Dánjal Jákup Jacobsen. Anna Sofía var dóttir Marsannu og Jógvan í Skorini á Eiði. Dánjal [...] Jákup var sonur Jacobinu og Poul Jacobsen úr Leynum. Judith búði barnaárini undir Glasheyggi í Havn, hagar familjan var flutt. Sum ung arbeiddi hon í bakarínum hjá Frants Restorff og í Skipahandlinum, umframt
spæla klokkan 13.30, og síðani menninir hjá ÍF og Mjølnir klokkan 15.30. SÍ og ÍF eru komin í finalurnar umvegis oddasessir í Eik-ligunum, tá so og so nógvir dystir vóru spældir, og Mjølnir-liðini eru bæði [...] dreingjum 14 ár, gentum og dreingjum 16 ár og hjá kvinnu- og mansunglingum. Liðini, sum hittast í finalunum, eru tey, sum hava vunnið ella verið finalistar í Fleyr- og Mjølnir-kappingunum. Beinleiðis á [...] Fleyr- og Mjølnir-kappingina. Sunnudagin eru so seks steypafinalur aftrat, tí tá skulu tey yngru royna seg, og umstøðurnar verða tær somu sum dagin fyri. Talan er um finalurnar hjá gentum og dreingjum
tykkum eisini hart og týðiliga uttan fyri vøllin. Tykkara fantastisku avrik og sunna lyndi skapa glasklárar ljóðbylgjur út í samfelagið, og endurljóðið rungar nú millum øll ættarlið. Og tað fer at runga [...] leikarar, venjarar og øll tit, sum stuðla landsliðnum Hesi orðini frá mær í dag fara til tykkum leikarar. Tit hoyrast hart og týðiliga á vøllinum. Vit hoyra tykkum, tá ið tit kempa, fagna og verja. Men vit [...] eru samfelagshetjur. Eg hevði tykkum við í nýggjársrøðuni. Og eg haldi fult og fast um mín boðskap. Tit vísa føroyingum, at mørk kunnu flytast – og í summum førum spreingjast. Tit hava prógvað, at Føroyar
var fundarstjóri og setti hon umboðum frá býráðnum Bjarna Prior, borgarstjóra, Rósu Samuelsen, forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini og Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini ymiskar [...] pláss fyri menning og nýhugsan á økinum. Seinna framløgan var við Sunnivu G. Mortensen frá Matkovanum, sum greiddi frá um staðbundna matframleiðslu og gagnnýtslu av mati, minkan av matoysl og um burðardygga [...] litir, uttan at brúka liting, sum føroyska ullin hevur og vísti hagtøl fyri hvussu nógv ull verður gagnnýtt og hvussu nógv fer burtur ella verður brend, og seinastu tvey árini er tað helmingurin av ullini sum
lærara, og tey bæði búsettust á Tvøroyri, har Erling var lærari og frá 1971 varaskúlastjóri. Erling fór úr starvi 1. mars 1987, og hann doyði 21. mai 1987. Jona og Erling búðu á Tippinum á Tvøroyri, og luturin [...] kvinnunum tá í tíðini, at halda hús og at vera kona og mamma. Hon var miðdepulin í heiminum, og inntil tað síðsta fylgdi hon væl við í øllum tí, sum fór fram kring hana og víða um. Ikki minst hvussu tað gekk [...] dag úr Tvøroyrar kirkju og varð grivin undir liðini á manni sínum, Erlingi Eidesgaard. Jona og Erling vóru foreldur Jóannes Eidesgaard, løgmann. Jona var fødd 27. juli 1917 og sostatt knappliga 89 ára