Leygardagin og sunnudagin verða ikki færri enn átta steypafinalur á skránni í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, nú flogbólturin stendur fyri tørni. Sum vanligt, verður nógv gjørt burturúr við serliga teraflex-gólvinum, bilum og lýsingum kring vøllin, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar við.
Fyrst eru tað steypafinalurnar hjá teimum vaksnu, ið eru á skránni leygardagin, tá fyrst kvinnurnar hjá SÍ og Mjølnir spæla klokkan 13.30, og síðani menninir hjá ÍF og Mjølnir klokkan 15.30. SÍ og ÍF eru komin í finalurnar umvegis oddasessir í Eik-ligunum, tá so og so nógvir dystir vóru spældir, og Mjølnir-liðini eru bæði komin í finaluna, tí tey vunnu Fleyr- og Mjølnir-kappingina.
Sunnudagin eru so seks steypafinalur aftrat, tí tá skulu tey yngru royna seg, og umstøðurnar verða tær somu sum dagin fyri. Talan er um finalurnar hjá gentum og dreingjum 14 ár, gentum og dreingjum 16 ár og hjá kvinnu- og mansunglingum. Liðini, sum hittast í finalunum, eru tey, sum hava vunnið ella verið finalistar í Fleyr- og Mjølnir-kappingunum.
Beinleiðis á netinum
Sum nakað nýtt, verða allar finalurnar hjá teimum yngru at síggja á internetinum, tí upptøkutól verður til staðar, og so verða livandi myndirnar »streamaðar« út á heimasíðuna hjá Flogbóltssambandinum, www.fbf.fo, so øll við atgongd til internetið kunnu fylgja við, hóast teimum ikki ber til at vera til staðar í sjálvari høllini, meðan spælt verður. Hetta verður gjørt upp á sama máta sum hjá hondbóltinum sunnudagin.
Finaludystirnir hjá teimum yngru eru hesir: Kl. 13.00 TB-KÍF (gentur 16), kl. 14.15 SÍ-TB (dreingir 16), kl. 15.30 Mjølnir/ÍF-TB (kvinnuunglingar), kl. 16.45 Tba/Fleyr-TBb/Fleyr (mansunglingar), kl. 18.00 SÍ-Ternan (dreingir 14) og kl. 19.15 Ternan-Fleyr (gentur 14).
Sum sæst, er TB tað stóra felagið í hesum høpi, tí TB eigur lið í øllum finalum uttan einari, og hjá mansunglingum er finalan enntá ein lokaluppgerð millum tvey TB-lið, ið annars eisini eru úrslit av einum samstarvi millum TB og Fleyr, eins og felags kvinnuunglingaliðið hjá Mjølni og ÍF er tað.