Leygardagin var stór dansistevna í ítróttarhøllini í Trongisvági
Hetta var stevna fyri tey, sum dansa útlendskar fólkadansir og aðrar dansir.
Tilsamans vóru eini 260 fólk komin saman á Tvøroyri at dansa og at vísa fram dansir fyri hvør øðrum.
Slíkar dansistevnur hava verið kring landið annaðhvørt ár síðani tann fyrsta var í Havn í 1990.
Og í ár var tað so Dansistovugaman á Tvøroyri, sum var vertur.
Norðaneftir vóru gestir komnir úr Dansifrøi úr Havn, Fragdini úr Sundalagnum og Upp á Tá úr Vágum.
Men annars vóru børn og ung úr Suðuroynni, eitt dansilið av vaksnum vágbingum og eitt lið av vaksnum tvørafólki.
Á Dansistevnuni var báði undirvísing, almenn framsýning og um kvøldið var borðhald og veitsla fyri teimum, sum vóru við á stevnuni.
Tey ymsu dansifeløgini nýttu eisini høvi at hittast á fundi at umrøða ymisk áhugamál.
Og eftir, hvat skilst, eydnaðist tiltakið sera væl. Í øllum førum hildu tey allarflestu á til tíðliga sunnumorginin, táið tey so spákaðu sær í dýrdarveðrinum yvir á Drelnes og beint umborð á Norrønu, sum fór til Havnar klokkan sjey.
Á framsýningini vístu tey ymsu dansifeløgini fram síni kynstur, táið tey dansaðu útlendskar fólkadansir og ymsar aðrar, gamlar dansir úr ymsum herðashornum í heiminum.
Og dansiframsýningar, sum hesar eru sera væl umtóktar, tí tað vóru næstan 200 fólk í ítróttarhøllini og hugdu at.
Táið Dan Nielsen, formaður í mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs, setti stevnuna, segði hann m.a., at eitt so stórt tiltak,sum her er talan um, setur dám á býin og at tað gleddi hann serliga, at fólk aðrastaðni úr oynni og norðanfjørðs, høvdu leitað higar í stórum tali.
Frítíðarítrivini eru eins ymisk og vit mennisku eru, og vit eiga at virða hvønn annan, fyri tað vit eru. Verður hetta verðuleiki, tá fáa vit eitt samlað og ríkt mentunarlív í landinum. Ein slíkan dag er kærkomið høvi at hugna sær, at spenna frá í dagsins viðurskiftum; uttanlandsskuld, bankabjarging, ferðasamband og mongum øðrum íð mangan myndar tann.
Ein slíkan dag verða allir trupuleikar gloymdir og ístaðin fyri er at hugna sær og halda sær at gamni, segði Dan Nielsen, táið hann beyð vælkomin og setti stevnuna.










