Hoyvíksvøllur

Eitt av mínum hjartamálum er, at børn og ung í kommununi hava fjølbroyttar og góðar umstøður at vera virkin í frítíðini, og at tey hava góð og gevandi frítíðartilboð alt eftir, hvat hugur og evni eru til.

Eitt av mínum hjartamálum er, at børn og ung í kommununi hava fjølbroyttar og góðar umstøður at vera virkin í frítíðini, og at tey hava góð og gevandi frítíðartilboð alt eftir, hvat hugur og evni eru til.

Tað er sjálvsagt, at politiska skipanin í virðiligum og jaligum samstarvi og samskifti við feløg og felagsskapir skapar góðar og tryggar karmar um alt frítíðarvirksemi og øll frítíðartilboð í kommununi. Her verður vituliga eisini hugsað um fólkaheilsu-agenduna.

Fyrst í juni 2017 var stórsligið hátíðarhald í Hoyvík, tí nýggjur fótbóltsvøllur við hábærsliga navninum “Hoyvíksvøllur” alment skuldi takast í brúk. Henda góðveðursdag ljóðaði horntónleikur og annar góður tónleikur um alt økið, kaffi og køkur vóru til tey uppmøttu, røður vórðu hildnar, har sjálvur borgarstjórin tók orðið. Minnist, at hon fegnaðist um, at vøllurin nú var liðugur, men at krøv vóru eisini til kringumstøður bæði hjá leikarum og áskoðarum, og at kommunan saman við fótbóltsfelagnum alt fyri eitt fór at gera eina ætlan, hvussu hetta skuldi gerast.

Nú hálvt triðja ár seinni er synd at siga, at nógv sæst til hesa ætlan og enn minni nakað úrslit.

Tá ið vøllurin varð liðugur, stóð arbeiðs- og kaffiskúrurin hjá arbeiðstakaranum, ið hevði staðið fyri lendisarbeiðinum, eftir. Ætlanin var, at skúrurin skuldi í ovnin á Sandvíkarhjalla, men so varð ikki.  FC Hoyvík fekk hann at brúka sum felagshøli/-goymsla. Seinni kom ein vesivognur á økið og fýra ruskspannir upp at hanga á eystaru langsíðu.

Seinnapartin fríggjadagin í síðstu viku vórðu nakrir arbeiðsskúrar staðsettir við Hoyvíksvøll. Talan er um somu skúrar, ið fyri skjótt nógvum árum síðani stóðu eystan fyri Sjónleikarhúsið sum fyribils skúlastovur hjá Kommunuskúlanum og sum seinni vórðu fluttir út á Fløtur sum arbeiðsskúrar í sambandi við skúlabyggingina har.

Nú eru hesir skjótt 15 ára gomlu skúrar komnir til Hoyvíkar at standa sum karmur um felagslívið hjá báðum fótbóltsfeløgunum, ið hava heimavøll í Hoyvík.

Haldi ikki, at hetta er gott nokk. Er tíverri eisini til ampa fyri grannar og grannalag.

Virðiligar umstøður hjá feløgum, heima- og útileikarum, dómarum, hjálparfólki og áskoðarum við Hoyvíksvøll er eitt mál, ið eg fari at leggja alla orku at loysa, fái eg sæti í býráðnum.

Høgni Joensen,

valevni á lista C