ímillum ber til at siga, at støðugur framburður hevur eisini merkt lívið her á oyggjunum til henda dag. Vissiliga er nógv broytt frá dreingjaárunum hjá Pálli í heimbygdini, tá kúgvin, báturin, onkur hissini seyður [...] hildnast, at Páll og Jórun hava bæði keypt niðara part av húsinum aftur og nýliga selt alt húsið til nýggjan eigara, P/f Prenta (Sjónband) hjá Tróndi Joensen, sum tey avtalaðu við at reka Pálsstovu sum veitsluhøll [...] í 80inum gjørdu tey bæði av at flyta aftur í gamla barnaheimið á Smið í Kaldbak, sum mest hevði verðið leigað út ella staðið tómt, eftir at foreldrini fluttu til Havnar at búgva aftan á børnunum í 60-árunum
greitt er, at tað órógvar summar partar, meðan aðrir halda, at tað fer onga ávirkan at hava. Onkur kelda, Sosialurin hevur tosað við, metir, at tað kann enda við, at reiðaríni fara at seta prísin sum teimum [...] Sosialurin hevur tosað við, men sum ynskir at vera ónevnd. Vart verður gjørt við, at blaðið kennir samleikan hjá kelduni. Víst verður á, at tað, sum henda kann, er at reiðarar taka seg saman í sonevnd [...] ikki fyri, at so fer at verða. Olaf Olsen, reiðari í Saltangará, er nevndarformðaur i Fiskamarknaði Føroya, sum hevur uppboðssølu á Toftum. Hann sigur, at Fiskamarknaðurin hevur ikki biðið um at fáa hesa
viðkomandi at liva ella doyggja. Vit mugu ikki fara lættliga um slíkar definitiónir og viðtøkur. Onkur segði einaferð nakað soleiðis: "Um tað gongur sum ein dunna, ljóðar sum ein dunna og ber seg at sum ein dunna [...] ofta at koma burtur frá tilvitanini um hetta ólidna menniskjabarn, við at umtala tað sum eitt fostur og føtus - og embryo sum fremmandaorð. Fostur, føtus ella embryo eru medisinsk hugtøk/orð, sum kunnu [...] er ein treyt fyri at hava menniskja status, og sostatt eisini rættin til at liva, so hava vit júst viðtikið eina definitión, hvørs treytir ein skal lúka fyri at vera ein menniskja, sum frátekur einum persóni
og sjálv sigur Sarita, at tey gera alt fyri at fáa hana at kenna seg so væl sum gjørligt. Sum nevnt, so er tó rættuliga stórur munur á lívinum á Toftum og Kingston, og tað, sum Sarita serliga hevur lagt [...] soleiðis, at tey eiga ikki so mikið sum eitt par av skógvum. Eisini er vanligt, at ungir dreingir standa við ljóskurvarnar, har teir so royna at vaska forrútarnar hjá teimum bilum, sum eru noyddir at steðga [...] fólk, men hesi fáu eiga so at siga allar ognir í landinum, so lítið røkist fyri, at hesin stættarmunur fer at broytast. Hevur hildi jól í Avstralia Sarita sigur annars, at sum so er ikki so stórur munur
ætli mær ikki at arbeiða við føroyskari ull, sum vísir seg at vera ógvuliga væl umtókt nú fyri tíðina, ger Anna Kristin greitt, nú vit at enda fara niðan á kontórið í SMS at síggja jakkan, sum hon hevur seymað [...] ein tekniskan trupulleika at loysa, sigur Anna Kristin, sum síðani fortelur um ein jakka, sum hon kanska er serliga stolt av. Kvíviksgentan sigur, at tað var av berari tilvild, at hon gjørdist sniðgevi. Hon [...] hevur hon roynt at eksperimentera so nógv sum møguligt, og ikki læsa seg fasta í einum ávísum stíli. - Eg havi lagt meg eftir at royna so nógv ymiskt sum møguligt. Stuttligast er at seta sær eina bundna
tað er einki at ivast í, at teir í Andorra síggja venjingardystin móti føroyingum sum eitt kærkomið høvi at fyrireika seg til tað slagið av fótbólti, sum bíðar teimum, tá Ísland kemur at vitja. Men sjálvt [...] túsund ? men tað eru bara níggju túsund, sum hava pass í Andorra, og tað vil aftur siga, at bara triðji hvør av teimum, sum spælir fótbólt í Andorra, hevur rætt at spæla á landsliðnum. Onkrir hava drúgvar [...] Nógv roknaðu tað sum skemt, tá teir bjóðaðu seg fram í EM undankappingini. Hetta var sum tá Eddie the Eagle úr Bretlandi bjóðaði seg til í olymipiska skílopinum, var tað onkur, sum nevndi, og tað var
har bara fyri at gerast kend…sigur Teitur Lassen millum annað í greinini. Og hann slær fast, at: Hóast eg ikki selji tvær milliónir fløgur, so veit eg, at eg havi rætt. At onkur er, sum dámar tónleik mín [...] við, at hann sleit samstarvið og segði upp sáttmálan við eitt av heimsins størstu plátufeløgum, fyri at vera trúgvur mótvegis tónleiki sínum. Ein avgerð, sum kom at kosta dýrt peningaliga, men sum hevði [...] mín, og at eg kann standa hundrað prosent inni fyri tí, sum eg geri. Eg havi ikki hug til at luttaka í hasum risastóra happadráttinum og broyta meg fyri møguliga at gerast ein av teimum fáu, sum verða heimskend
skulu í øllum førum stóla uppá, at vit fara at minnast og minna teir á, hvat teir hava lovað. Sum ein norskur politikari segði við okkum á fundi í Nordisk Samarbeidskomité, at nógv verður lovað, men tá ið [...] arnar uttan at lurtað verður eftir okkum. Vit ynskja at verða tikin upp á ráð, tað verða vit als ikki og tað er ógvuliga spell. Einasti politikarin í hesum valskeiðnum, sum hevur gjørt sum lovað, er Helena [...] ætlan teir hava viðvíkjandi fólkapensjónini og at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum. - Vit høvdu als ikki roknað við, at teir fóru at svara. Men trúgv mær, at fýra av seks formonnum annaðhvørt ringdu ella
hósdagin, at sterki lámurin fekk sett kós móti Føroyum. Sjálvur sigur Heini, at hann sjálvsagt er fegin um, at hann nú fekk møguleikan at spæla á landsliðnum, men hann legði samstundis dent á, at hann avgjørt [...] - Tað er av alstórum týdningi, at tað er ein maður við neyðuga innlitinum í hondbóltin. Ein sum dugur at leggja eina langsiktaða ætlan við liðnum, og sum er førur fyri at arbeiða støðugt við hesari Spurdur [...] Landsdystur Einki er at ivast í, at tey flestu sóu tað sum ein styrk, at Heini Joensen var komin heim til landsliðsuppgávurnar móti sveisarum. Dystirnar móti rumenum mátti hann vera fyri uttan orsakað
num, Niclas Foldbo og Dagny Højgaard, siga, at tey tryggjaðu sær ítróttarhøllina í Runavík, um so var, at tað ikki viðraði, ?men bæði veðrið og fyrireikingin sum heild, gekk av tí allar besta, og vit eru [...] ómetaliga hugaligt, nú ein er vorðin gamal, at sita her á Svangaskarði í dag og sannroyna, at tað var ikki til fánýtis at arbeiða ímillum børnini. Ein kann kanska hugsa, at sunnudagsskúlarnir úti um landi ikki [...] Matpakkin So var tíð til at pakka matpakkarnar upp, tí matpakkar høvdu tey flestu við sær - ein útferð uttan matpakka er ikki ein útferð, vil onkur kanska siga. Stuttligt var at síggja hesa stóru mannfjøldina