Venjingin restar í

Heini Joensen var ikki nøgdur um persónliga avrikið í landsdystunum, men roknar við, at hetta verður, nú hann fær vant við liðnum komandi vikuna

 

Landsdystur


Einki er at ivast í, at tey flestu sóu tað sum ein styrk, at Heini Joensen var komin heim til landsliðsuppgávurnar móti sveisarum.

Dystirnar móti rumenum mátti hann vera fyri uttan orsakað av próvtøkum í Danmark, og tað var ikki fyrr enn hósdagin, at sterki lámurin fekk sett kós móti Føroyum.

Sjálvur sigur Heini, at hann sjálvsagt er fegin um, at hann nú fekk møguleikan at spæla á landsliðnum, men hann legði samstundis dent á, at hann avgjørt ikki var nøgdur um avrikið hjá sær sjálvum.

- Nei, tað er eg sjálvandi ikki. Fyrst og fremst, tí eg ikki fekk meira enn ein hálvleik á vøllinum, men eisini tí tað ikki gekk nóg væl, tá eg var inni. Í verjupartinum rigga avtalurnar ikki nóg væl, sum er, og hetta er heilt víst nakað, sum stavar frá, at eg ikki havi fingið vant saman við viðleikarunum, heldur Heini.

- Eins og fleiri av viðleikarunum, so fílist Heini eisini á, at føroysku leikararnir kanska vóru ov nøgdir um úrslitið fríggjadagin.

- Vit taka kanska ikki uppgávuna í nóg stórum álvara í dag, ella hvussu eg skal siga tað. Tað kendist eisini áðrenn dystin, har konsentratiónin ikki var hin sama, og hetta er so bara nakað, sum vit mugu betra.


Trívist ikki á veinginum

Í fyrra dystinum sóu vit eina løtu spæla Heina royna seg á veinginum, og hóast hetta tóktist at styrkja føroyska spælið, so er hetta so avgjørt ikki tað plássið, sum spælarin sjálvur vil spæla.

- Eg havi alt ongar royndir á tí plássinum, og tí vil eg sjálvsagt heldur spæla aðra staðni á vøllinum. Eg varð tó settur út á plássið, og verið eg tað eisini framyvir, so má eg bara royna at gera tað betri, enn eg gjørdi hesaferð, segði Heini.


Framtíðin

Sum nevnt, so fær Heini møguleikan at venja saman við føroyska liðnum fram til komandi uppgávurnar móti Litava, men umframt hetta, so vónar Heini, at føroyska liðið eisini fer at fáa fleiri avbjóðingar í ár.

- Tað er avgerandi fyri okkum, vit eisini fáa stórar avbjóðingar í framtíðini. Júst tí er tað eisini spell, at vit tapa so nógv í dag, tí hetta kann halda okkum frá at fáa nakrar rættiliga avbjóðingar, um so er, at onnur lið ikki rokna nakað serligt við okkum.

Í hesum sambandi leggur Heini eisini afturat, at tað er av stórum týdningi, at hondbóltssambandi eisini finnur ein væl egnaðan avloysara til Palla Joensen, tá hesin leggur frá sær eftir dystirnar móti Litava.

- Tað er av alstórum týdningi, at tað er ein maður við neyðuga innlitinum í hondbóltin. Ein sum dugur at leggja eina langsiktaða ætlan við liðnum, og sum er førur fyri at arbeiða støðugt við hesari

Spurdur um hann hevur nakað boð um, hvør hesin maðurin kundi verið, svarar Heini, at í hansara hugaheimi er núverandi hjálparvenjarin ein, sum væl kundi verið settur til uppgávuna.

- Rapa hevur sum so allar fortreytirnar, og hann er eisini væl dámdur av leikarunum, so hann kundi í øllum førum verið ein møguleiki. Um tað verður hann, kann eg tó ikki geva nakað svar uppá, men tað er so ein møguleiki. Annars haldi, at tað kundi verið eitt gott hugskot, at HSF eisini leitaði sær hjálp frá onkrum av gomlu landsliðsspælarunum. Teir, sum spældu í sjeyti- og áttatiárunum, hava jú sjálvir verið ígjøgnum ta prosessina, sum vit skulu ígjøgnum nú, so tað kundi væl verið eitt gott hugskot, at onkur av hesum eisini var við í myndini, sigur Heini Joensen at enda.