hennara tónleikaheimi. – Sangurin minnir um ein kærleikssang og er líka so nógv ein váttan sum ein spurningur. Mjúkur, men sannførdur, eldhugaður og afturhildin. Um at vera menniskja, kenslurík, og at elska [...] hugalag til ein annars minimalistiskan sang. Um tónleikin, og tilgongdina, sigur Greta: – Tá tú roynir at endurskapa eina løtu, er løtan longu farin. Tað er tað sama við einum sangi. Tað sum er gandakent og
garfund í kvøld. Greitt er ikki, um Sjálvstýri stillar upp. Tað gjørdi flokkurin seinast, men fekk ikki umboð valt. Tí eru fleiri ábendingar um, at tað verður stríð um tey 13 plássini í Tórshavnar býráð [...] Tað eru fleiri leysasøgur um, at fólk í Tórshavnar kommunu arbeiða við einum alternativum borgaralista til býráðsvalið í Havn. Tað skulu verða fólk, sum eru farin av listanum hjá Javnaðarflokkinum, og [...] og fólk sum hava vent Fólkaflokkinum bakið, sum skulu stilla upp á sama lista. – Eg stilli ikki uppaftur til býráðsvalið hesaferð, tí at eg havi valt at raðfesta tíðina hjá mær øðrvísi. Eg havi ikki smekkað
hjá enn fleiri at súkkla og samstundis føla seg væl og tryggan. Vit skulu upplýsa væl og virðiliga um góðu súkkluleiðirnar, sum longu eru og sum heild skipa ferðsluna burðardygt við denti á ábæru ferðsluna [...] Fyrimunirnir kunnu síggjast í upp til fýra tímar! Vit vaksnu eru ikki so øðrvísi, so hugsast kann at sama ávirkan ger seg galdandi okkum. Kanningar aðrastaðni vísa eisini, at 9 útav 10 foreldur ynskja, at [...] sum skjótast. Fyri at kommunan skal gerast enn meira súkkluvinarlig eiga vit eitt nú at: - Upplýsa um verandi gongu- og súkkluleiðir við at leggja hesar í Google Maps - Útbyggja súkkluleiðirnar áhaldandi
trevsutu hvalspýggjuna fyri gullbrand. Onki verður nevnt um nakra aðra. Í gomlum bókum verður eisini bert tosað um hvalspýggju, og onki verður nevnt um ávís nøvn, bert tey latínsku nøvnini Cyanea capillata [...] gullig rundbøllut skap flóta í vatnskorpuni seint á sumri og um heysti. Hetta er hvalspýggjubøllurin á gullbrandi, sum er størsta hvalspýggja um okkara leiðir. Í Føroyum gerst bøllurin neyvan størri enn hálvan [...] lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða
Málið um framtíðina hjá Ingilín Didriksen Strøm verður ikki loyst fyri heystfrítíðina. Tað er greitt, nú landsstýrismálanevndin fer at hava fund hósdagin, sama dag, sum tingfundur er. Landsstýrismálanevndin [...] nevndin, ein politisk nevnd, sum skal taka støðuna. Hon nýtist ikki at halda tað sama, sum løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum, tí um so var, so kundi Løgtingsskrivstovan sjálv gjørt av, nær landsstýrisfólk skulu [...] grundgevur fyri tí. Tann, sum ikki heldur tað, grundgevur fyri tí øvugta. Og tá er tað líka mikið, um málið er størt ella lítið. Verður endin, at landsstýrismálanevndin kemur til ta niðurstøðu, at lan
svarað; ”Then what would we be fighting for”. Nakað sama sóu vit í Íslandi undir kreppuni í 2008, tá Hørpan stóð í hálvum gekki. Nógv almen umrøða var um at steðga hesari verkætlan, tí tað var neyðugt at [...] viðfarin. Gongdin um staðsetingina av tjóðpalllinum Tað var ísv. 10 ára føðingardagshaldið, at eitt samt býráð í 2015, eisini tá við Javnaðarflokkinum á odda, at tíðindafundur varð hildin um, at nú var tj [...] verður raðfest, at politskt veruliga meina tað. Undir 2. veraldarbardaga varð Winston Churchill spurgdur um tað ikki var neyðugt at skerja í játtanini til mentan til tess at fáa økta játtin til verjuátøk. Churchill
møguleikar. Hugsa tær, um vit kundu umskapa Bacalao til eitt livandi stað, har alternativur ítróttur, spæliland, filmsvinna, listavinna, tónleikavinna, Streetfood og annað spennandi er undir sama taki! Tað hevði [...] statistur í einum film, fer á listaframsýning, í spæliland og fært tær ein góðan bita sama dag! Bacalao skal verða tað sama fyri mentan og alternativan ítrott sum Gundadalur er fyri traditionella ítrottin.
at siga, at herurin fór at víðka um álopini móti Hizbollah - eisini framvið libanesisku strondini, sunnanfyri ánna, Awali. Tískil varð heitt á sivilfólk um hesar leiðir um at rýma úr økjunum. Ísrael hevur [...] eru higartil 1100 fólk deyð í ísraelskum álopum síðan hin 23. september, og í sama tíðarskeiði eru 400.000 fólk flýdd um markið til Sýria. Ein persónur, sum norska Dagbladet hevur verið í samband við [...] at spreingingarnar stava frá rakettum, sum eru sendar úr Libanon. Fyrr í dag vóru eisini fráboðanir um rakettir frá Houti'arunum úr Jemen og frá Hamas úr Gazageiranum. Álopini hava elvt til, at loftávaringar
Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið, haðani hon var komin. Men síðan vendi hon aftur móti Føroyum. Komin norður á Bankaryggin [...] fór inn á Føroyabanka. Hon steðgaði kortini stutt á Bankanum, og er síðan farin suðureftir, tvørtur um Rosemarybankan, og suður móti Rockall. Grindin, ið var merkt á Klaksvík fyri trimum vikum síðan, hevur
skipanum. https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/vit-eiga-at-savna-saman-irf-og-kb-i-eina-felags-skipan Fleiri útstykkingar Ein fortreyt fyri, at vinnulívið kann vaksa um virksemið, er atgongdin til [...] heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum. Lægri kommunuskattur Um tú vilt gera tað lokkandi hjá fólki at búgva og virka í Føroyum og at velja júst tína kommunu, er eitt [...] eitt avgerandi stig at lækka kommunuskattin. Fleiri kommunur eiga tí at taka stig til at lætta um kommunuskattin. Færri og størri eindir Í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Tað er neyðugt