Málið um Ingilín verður ikki loyst fyri heystfrítíðina

Hendan vikan og næsta vika við ganga í øllum førum, áðrenn landsstýrismálanevndin kemur við eini nýggjari niðurstøðu um framtíðina hjá Ingilín Didriksen Strøm.

 

Málið um framtíðina hjá Ingilín Didriksen Strøm verður ikki loyst fyri heystfrítíðina.

Tað er greitt, nú landsstýrismálanevndin fer at hava fund hósdagin, sama dag, sum tingfundur er. Landsstýrismálanevndin avgreiðir ikki málið eftir fundi, og tá hósdagurin er farin, so verður ikki tingfundur aftur fyrr enn 22. oktober.

Landsstýrismálanevndin hevur fingið eina drúgva frágreiðing frá Ingilín Didriksen Strøm, sum nevndin skal gjøgnumganga væl og virðiliga, og sum landsstýriskvinnan uttan iva heldur fer at broyta støðuna hjá nevndini.

Landsstýrismálanevndin hevur løgfrøðiliga ráðgeving frá Løgtingsskrivstovuni, men tað er nevndin, ein politisk nevnd, sum skal taka støðuna. Hon nýtist ikki at halda tað sama, sum løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum, tí um so var, so kundi Løgtingsskrivstovan sjálv gjørt av, nær landsstýrisfólk skulu koyrast frá.

Hjá anstøðuni er tað eisini eitt mál í sær sjálvum at órógva samgonguna við at kroysta eitt landsstýrisfólk frá. Tí tað gevur politiskan óstabilitet, og ein andstøða er altíð við upp á at órógva eina samgongu.

Politikarar grundgeva eftir tí sum teir vóna og halda, so tann, sum vil hava, at landsstýriskvinnan skal fella, hann grundgevur fyri tí. Tann, sum ikki heldur tað, grundgevur fyri tí øvugta. Og tá er tað líka mikið, um málið er størt ella lítið.

Verður endin, at landsstýrismálanevndin kemur til ta niðurstøðu, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, so fellur hon.

Tann fyrsta avleiðingin verður, at hon fer úr landsstýrinum og aftur í Løgtingið. Tað merkir, at Kim Durhuus úr Javnaðarflokkinum í somu løtu missir tingsessin. Tí hann situr sum ytsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum sum nummar 13 á listanum.

Javnaðarflokkurin skal so kjósa sær nýtt landsstýrisfólk, sum kann vera funnið í tingmanningini, men tað er eingin treyt, at nýggja landsstýrisfólkið ikki verður funnið uttan fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.

Verður ósemja um málið – og verður misálit reist, sum andstøðan og kanska bara partar av samgonguni taka undir við, so kann tað í síðstu syftu føra til samgonguslit.

Tað eru sløk tvey ár síðani, at eitt mál um eitt landsstýrisfólk førdi til samgonguslit seinast. Tað var tá Bárður á Steig Nielsen koyrdi Jenis av Rana frá sum landsstýrismann – og Miðflokkurin tók stuðulin aftur frá samgonguni. Tað førdi til nýval 8. desember í 2022.