Mitt í hjartanum í Havn stendur eitt gamalt, niðurlagt fiskavirki. Og innanfyri veggirnar eru óteljandi møguleikar. Hugsa tær, um vit kundu umskapa Bacalao til eitt livandi stað, har alternativur ítróttur, spæliland, filmsvinna, listavinna, tónleikavinna, Streetfood og annað spennandi er undir sama taki! Tað hevði verið fantastiskt.
Hava tørv á alternativum
Í einum landi, har tað regnar stóran part av árinum, er tørvur á at bjóða okkara ungdómi eitt frístað – eitt virkið umhvørvi, har teirra kreativu og kropsligu evnir kunnu gerast veruleiki. Tann traditiónella ítróttin hevur longu fingið fleiri hundrað milliónir til sína menning við svimjihøll og hondbóltshøll. Nú er tíðin komin at viðurkenna, at ikki øll hava hug at svimja ella spæla fót- og hondbólt.
Eg havi sjálvur skipa fyri tiltakinum Da Sjúka á Bacalao tvær ferðir. Ein dagur, har húsið er opið og fleiri 1000 fólk koma framvið at royna alternativan ítrott afturvið Street Food og alternativum tónleiki. Og felagsnevnarin millum fólk er hvørja ferð: "Shit hetta er feitt, børnini tíma slett ikki heim. Hetta er genialt!".
Tað ber væl til
Í Reykjavík, Keypmanahavn og Berlin hava tey líknandi tilboð til teirra borgarar, og tað hevur riggað ómetaliga væl. Og vit hava longu framúr góðar royndir á Bacalao, har Skatefelagið hevur eina skatepark og Klintrifelagið hevur eina klintihøll.
Vit høvdu eisini RC Felagið, sum hevði gjørt sín egna lítla bý inni í Bacalao, har fólk hittist fyri at koyra við fjarstýrdum bilum. Og somuleiðis bjóðaði Ísur heimagjørdan ís í hugnaligu einum deiliga hugnaligum høli.
Minni regn – meir sól
Hetta eru fýra sólskynssøgur. Bæði Klintrifelagið, Skatefelagið og RC Felagið hava merkt ein markant vaksandi áhuga, síðani feløgini fluttu inn í Bacalao.
Nú er tíðin komin til enn fleiri sólskynssøgur, so vit kunnu brúka heilar dagar á Bacalao. Ímynda tær, at tú fert ein familjutúr at standa á skateboard, klintra, boksa, royna parkour, á loppumarkna, venur tónleik, ert statistur í einum film, fer á listaframsýning, í spæliland og fært tær ein góðan bita sama dag!
Bacalao skal verða tað sama fyri mentan og alternativan ítrott sum Gundadalur er fyri traditionella ítrottin. Og sum tú sært á myndunum, so riggar tað longu, har skal so lítið til afturat fyri at gera tað eyka feitt. Vit hava longu sett hol á Bacalao. Nú skal tað bara gerast liðugt.
Vinarliga
Hergeir Staksberg
Tónleikari og næstformaður í Skatefelagnum