Dagurin í dag, nú eitt ár er liðið, síðan Hamas-yvirgangsálopið á Ísrael, hevur verið skotið við rakettum millum stríðandi partarnar.
Eftir ein serstakan dag í Tel Aviv við óvanliga fólkatómum gøtum, hoyrdust seinni harðar spreingingar á himmalinum.
Ísraelski herurin (IDF) visti at siga, at spreingingarnar stava frá rakettum, sum eru sendar úr Libanon. Fyrr í dag vóru eisini fráboðanir um rakettir frá Houti'arunum úr Jemen og frá Hamas úr Gazageiranum.
Álopini hava elvt til, at loftávaringar hava verið í Tel Aviv í dag.
Men, eisini í Libanon hava ísraelsk álop verið í dag, og IDF visti at siga, at herurin fór at víðka um álopini móti Hizbollah - eisini framvið libanesisku strondini, sunnanfyri ánna, Awali.
Tískil varð heitt á sivilfólk um hesar leiðir um at rýma úr økjunum.
Ísrael hevur í dag eisini heitt á íbúgvar í syðru pørtunum av Beirut um at rýma, tí her fór IDF at fremja álop móti Hizbollah-málum gjøgnum kvøldið.
Sagt verður, at Ísrael eisini hevur framt álop á økir nærindis flogvøllinum í Beirut í dag.
Sambært libanesiskum myndugleikum eru higartil 1100 fólk deyð í ísraelskum álopum síðan hin 23. september, og í sama tíðarskeiði eru 400.000 fólk flýdd um markið til Sýria.
Ein persónur, sum norska Dagbladet hevur verið í samband við í dag, er staddur norðarlaga í Ísrael - nærindis markinum til Libanon.
- Tað hevur verið sum at hoyra torusláttur um hesar leiðir í dag, sigur keldan við Dagbladet.