Bjørg Dam stillar ikki upp á øðrum lista

Hóast leysasøgur, so avsannar Bjørg Dam, býráðslimur Javnaðarfloksins í Havn, at hon stillar upp á nøkrum øðrum lista býráðsvalið komandi

Tað eru fleiri leysasøgur um, at fólk í Tórshavnar kommunu arbeiða við einum alternativum borgaralista til býráðsvalið í Havn. Tað skulu verða fólk, sum eru farin av listanum hjá Javnaðarflokkinum, og fólk sum hava vent Fólkaflokkinum bakið, sum skulu stilla upp á sama lista.

– Eg stilli ikki uppaftur til býráðsvalið hesaferð, tí at eg havi valt at raðfesta tíðina hjá mær øðrvísi. Eg havi ikki smekkað við nakrari hurð, sigur Bjørg Dam, sum seinasta valskeiðið hevur verið býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.

Hon sigur, at hon heldur ikki er á nøkrum alternativum lista.

Tað er longu ein borgaralisti, sum hevur boðað frá uppstilling. Eisini hevur Miðflokkurin boðað frá, at hann stilllar upp á fyrsta sinni síðani 2012. Hann hevur almennan uppstillingarfund í kvøld. Greitt er ikki, um Sjálvstýri stillar upp. Tað gjørdi flokkurin seinast, men fekk ikki umboð valt.

Tí eru fleiri ábendingar um, at tað verður stríð um tey 13 plássini í Tórshavnar býráð. Sambært útrokning hjá Sosialinum, so fara tað at krevjast umleið 874 atkvøður fyri at fáa eitt umboð valt í Tórshavnar býráð hesaferð.

 

Bjørg Dam fekk 202 atkvøður á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta býráðsvali og varð vald sum nummar seks av seks javnaðarfólkum.