hurðini við síðuna av stendur navnið Erik Hoffmeyer. Rúmið er ikki stórt. Eitt skriviborð við eini teldu og einari lítlari roknimaskinu stendur í einum króki, og yvir av er eitt minni borð við eini sk [...] fólkatingslimi, við at lata føroyingum eina gávu upp á hálvaaðru milliard krónur í juni 1998, heldur Richard Mikkelsen. Hetta gávumildni stóðst, eftir hansara meting, av, at Jóannes Eidesgaard við ikki at atkvøða [...] Richard Mikkelsen hevur eisini aðrar metingar um, hvussu alt málið við føroysku fíggjarkreppuni fór fram. Føroyingar skaptu sjálvir kreppuna við egnum politiskum ódugnaskapi. Stýringin av fiskivinnuni var sera
tosaðu við, hildu, at tað var ræðuligt, sum tey fóru við mær. Karl Johansen sigur, at hetta, at halda seg til rukku og at agitera í Havnargøtum, hevði eittans endamál og tað var at fáa seg niður við nakkanum [...] nafelag. Karl Minnist, at uppundir onkran aðalfund, koyrdi onkur av teimum runt í havnargøtum við bili við hátalara á takinum, har tað var agiterað ímóti honum um allar geilar. ? Tey spældu eisini sjónleik [...] ikki eydnaðist teimum at fella meg við vanligari atkvøðugreiðslu, var roynt at leggja sálarligt trýst á meg fyri at fáa meg at gevast. ? Hetta var teirra einasta endamál við hesum sjónleikunum og agitatiónini
ilt er at gera við. Kanska er tað einans hitin við síni hóvligu framferð, ið setir merki í hesar flótandi ísbular. Eftir at hava grivið og høgt tann líði langa Tollaksmessudag, máttu vit sanna, at her [...] kann: Harri ert tú yvir tí ótalaða orðinum. At vera fáorðaður nýtist ikki at bera tað við sær, at hann ikki kom fram við sínum. Nei, skilamenn hava hetta yvir sær, at verður talað, stendur tað eftir. Tá ið [...] nógv við okkara gomlu mentan at gera. Alexandur Abrahamsen røktaði til hann doyði í 1980. Arnold og Alexandur røktaðu henda haga, sum onnur røktaðu sín egna urtagarð. Teir bóru Góðadalsheimin við sær,
sat Súsanna einsamøll við eldstaðin, elligomul, men tó andsfrísk, og ein sælur friður lá yvir enni hennara. Hon tosaði um gamlar dagar, tá ið hon og bróður hennara Jákup saman við foreldrunum búleikaðust [...] hvønn annan. Hetta er júst tað gátuføra við hesum samfelagnum, og hetta er júst grundstøði undir hesum samfelag. Ein samfelagsskipan, ið als ikki kann sammetast við tykkara sokallaðu humanistisku- og me [...] samfelag bleiv grundað á ein slíkan hátt, at júst tey smáu, neyðarsligu klípuni máttu verða vard, júst hesi klípi, ið vóru við at stuðla øllum garðinum! Eg takkaði fyri hugnaliga samveru og ynskti Súsonnu
hugnaligu stovu. Á sofaborðinum blomstrar ein urtapottur við heitt reyðum blomstrum. Hann stendur heilt í andsøgn við gulu náttúruna uttanfyri, við øllum deyðagrasinum, sum prýðir okkara land nú eina viku [...] ísraelska statin og hetta rein rættuliga við hjá Johan. - Skriftin gekk út. Guds fólk hevði aftur fingið sítt Ríki, sítt føðiland og ísraels fólk er treytaleyst samantvinnað við føðilandinum. Hetta var gott at [...] Johan í djúpum tonkum frammanfyri Grátimúrin í Jerusalem. Aftanfyri hann standa jødar við purlutum lokkum niður við vangunum og svørtum hattum á høvdinum. Teir eru í eins djúpun tonkum. Johan hevur húgvu
har. Tað ræðuligasta er koma til sættis við ongantíð at síggja og hoyra barnið aftur. Eg havi altíð havt ringt við at foreina meg við tann tankan. Tíbetur fata við ikki heilt í byrjanini, at barnið er farið [...] lesur hon eitt ørindi, sum hon fekk við at taka eitt mannakorn. Ørindið stendur í fyrra Pætursbrævi, kap. 1. ør. 5-7: »Tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at [...] teim smæstu, sum vóru 9 og 6 ár, máttu foreldrini greiða frá, at Herálvur var deyður. - Tað var ógvuliga svárt fyri teir at missa beiggjan. Í fyrstuni høvdu teir ilt við at trúgva, at beiggi teirra var
og makreli í samráðingum við onnur lond. Um nevndi ágangur á hinar avtalurnar gerst veruleiki, kann tað skjótt broyta okkara tilverugrundarlag. Vit máttu soleiðis í avtalunum við Noreg fyri 2002 lata 2500 [...] minni í part til hvørt skipið sær. Allar samráðingar við onnur lond um kvotur í 2002 hava gingið sera strilti. Hetta hevur í nógvum førum havt nakað við svartkjaftatrupuleikarnar at gera, men eitt annað og [...] møguleiki fyri at fáa nakað innaftur við at avreiða til matna. Annars er um stovnarnar at siga, at makrelurin sær út til at vera hampuliga væl fyri og væl reguleraður. Tað sama við sildini eftir at fiskiskapurin
einasti ein, sum lyftir fingurin upp og spyr, hvussu er vorðið við hasi bókasavnslógini, vit samtyktu fyri átta vikum síðan?? Ikki ein letur við seg koma. Tað lirrar ikki í teimum. Er hetta at vísa ábyrgd [...] til. Mentamálastýrið heitir á stovnin um at koma við einum uppskoti. Men áðrenn komið er so langt, hevur, eftir øllum at døma, Fíggjarmálastýrið sagt við Mentamálastýrið: Tit hava so og so nógv at ráða [...] politikararnir aftaná koma og siga, "ja, men soleiðis eru tær politisku spælireglarnir". Soleiðis máttu vit gera, fyri at samgongan ikki skuldi fara fyri bakka og bla, bla bla..... Aftur í 2001 og í 2002
eisini varhugan av, at hetta kanska hekk saman við muninum í venjingarstøðuni. Tað er jú soleiðis, at er venjingarstøðan í hæddini, so hava leikarar lættari við at halda hugsavnanina í avgerandi løtunum. Eisini [...] ir. Bæði tá rennast skuldi fram og aftur. Úrslitið var sjálvsagt tað, at meðan hoyvíkingar máttu stríðast við eina fullmannaða verju fyri mest sum hvørt mál, so fingu teir bláu hópin av kontramøguleikum [...] eitt stórt spurnartekin við, hvussu sunn jólafrítíðin er fyri ymsu liðini. Tað er í øllum førum torført at finna nakra aðra orsøk fyri, at hoyvíkingar í tveimum fylgjandi dystum við stórt sæð sama fólki kunnu
samráðingarnar við Danmark og man skal til at fyrireika seg til eitt møguligt sjálvstýri, og verða stórar nøgdir av olju funnar verður eisini neyðugt við drúgvum og torførum samráðingum við stóru oljufeløgini [...] eiga vit at menna samstarvið á øllum hugsandi økjum við at dúva uppá onnur virði. Tá tað snýr seg um økt sjálvsstýri og fullveldi er Hans Engell samdur við flest allar danskar politikkarar: at tað í síðsta [...] liggja sjálvandi eisini taktiskar metingar aftanfyri avgerð hansara. Hann hevur so lagt út við, at stjórnin vil tosa við føroyingar um rætt og slætt alt. Hereftir liggur bólturin í Føroyum. Nú eru tað brádliga